Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. juni 1997 Nr. 87
Løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Henda lóg um heilsusystrar er givin út sambært § 1 í ,,lov nr. 316 af 17. maj 1995 om…
Henda lóg um heilsusystrar er givin út sambært § 1 í ,,lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne“.
§ 2 Heilsusystrarnar eru sum starvsbólkur ein partur av heimarøktini
Heilsusystrarnar eru sum starvsbólkur ein partur av heimarøktini.
§ 3 Heilsusystrar geva ókeypis heilsufremjandi vegleiðing og stuðul viðvíkjandi heilsustøðuni hjá…
Heilsusystrar geva ókeypis heilsufremjandi vegleiðing og stuðul viðvíkjandi heilsustøðuni hjá børnum, sum eru undir undirvísingarásetta aldrinum og sum ikki ganga í skúla ella forskúla. Stk. 2. Ókeypis vegleiðing og stuðul, sum nevnd er í stk. 1, kann eisini veitast øðrum persónum, sum hava tørv á tí. Stk. 3. Tænastustøðið skal verða eins kring alt landið.
§ 4 Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir nærri reglur fyri heilsusystraskipanina
Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir nærri reglur fyri heilsusystraskipanina. Stk. 2. Leiðbeinandi reglur fyri, hvussu heilsusystraskipanin verður løgd til rættis og útint, verða ásettar av danska heilsustýrinum. Kunngerðir, sum settar eru í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð.
§ 5 Danska heilsustýrið kann áseta reglur viðvíkjandi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært hesi lóg
Danska heilsustýrið kann áseta reglur viðvíkjandi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært hesi lóg.
§ 6 1) Útreiðslur í sambandi við skipanina í hesi løgtingslóg verða goldnar av landskassanum
1) Útreiðslur í sambandi við skipanina í hesi løgtingslóg verða goldnar av landskassanum.
§ 7 Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kongilig…
Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kongilig fyriskipan nr. 15 frá 16. januar 1981 “om ikrafttræden på Færøerne af lov om sundhedsplejerskeordninger” við seinni broytingum. Kunngerðir, sum settar eru í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð. Kunngerðir sum settar eru í gildi við heimild í lógini sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.