Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. mars 2014 Nr. 9
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, verða…
Í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung” 2. Yvirskriftin til kapittul 1 verður orðað soleiðis: “Kapittul 1 Endamál” 3. § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung skulu gera sítt til at tryggja teimum best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi.” 4. § 3 verður strikað. 5. Í § 4 verður “§§ 2 og 3” broytt til: “§ 2”. 6. Yvirskriftin til kapittul 4 verður orðað soleiðis: “Kapittul 4 Fígging”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Tórshavn, 12. mars 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 59/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.