Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2018 Nr. 52

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung

(Heimild hjá heilsufrøðingum at heilsukanna børn og ung, tá skúlatíðin byrjar og endar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, sum broytt…

Í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, sum broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 12. mars 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á kapitli 2 verður orðað soleiðis: “Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna ella heilsufrøðingi” 2. Sum yvirskrift yvir § 2 verður sett: “Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna” 3. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Børn undir undirvísingarskyldugan aldur skulu fáa tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Tríggjar av hesum kanningum skulu fara fram í fyrsta ári barnsins.” 4. Aftan á § 2 verður sett: “Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi ella kommunulækna

§ 2 a Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá antin…

Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá antin heilsufrøðingi ella kommunulækna. Tann fyrra kanningin skal verða bjóðað við byrjan av skúlatíð barnsins. Tann seinna kanningin skal verða bjóðað tí unga stutt fyri, at ásetta undirvísingarskyldan endar.” 5. § 4 verður orðað soleiðis: “§ 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um heilsukanningar sambært §§ 2 og 2 a.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2018

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2018. Í Tinganesi, 30. apríl 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 97/2017

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙