Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. mai 2005 Nr. 46

Løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 12. desember 2008

Endamál

§ 1 1) Stuðul til umsorgararbeiði verður latin til sosial tiltøk ella fyriskipanir, ið eru ætlað…

1) Stuðul til umsorgararbeiði verður latin til sosial tiltøk ella fyriskipanir, ið eru ætlað fólkapensjónistum. Stk. 2. 1) Stuðulin kann veitast øllum, sum fremja virksemi, ið stuðlar fólkapensjónistum at vera búgvandi í egnum heimi, ella stimbrar hesum til at gerast virknari. Umsorgararbeiði

§ 2 1) 2) Stuðul sambært hesi lóg kann latast til mattænastu, koyritænastu og vitjunartænastu

1) 2) Stuðul sambært hesi lóg kann latast til mattænastu, koyritænastu og vitjunartænastu. Stk. 2. Stuðul kann veitast at seta virksemi í gongd, umframt til rakstur av hesum. Treytir v.m.

§ 3 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri virkseminum, ið er fevnt av lógini,…

1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri virkseminum, ið er fevnt av lógini, harundir raðfesting og treytir fyri veiting av stuðli. Stk. 2. 3) 2) Veittur stuðul kann krevjast afturgoldin, um treytirnar fyri stuðli ikki verða loknar, ella tá stuðulin ikki er brúktur í fíggjarárinum. Kærurættur

§ 4 2) Avgerðir sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum

2) Avgerðir sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Gildiskoma

§ 5 Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2006

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 9. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 49/2004 1) Broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 9. mai 2006. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 12. desember 2008, har § 2 er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Umsóknir, sum eru latnar inn í seinasta lagi 1. sept. 2008, skulu vera avgreiddar í seinasta lagi 1. mars 2009. Hava tiltøk ella fyriskipanir, sum framhaldandi verða fevndar av lógini, fingið stuðul í játtanarárinum 2008, kann tilsøgn gevast til framhald av virkseminum í játtanarárinum 2009, til umsóknin er endaliga viðgjørd. Tilsøgnin er treytað av, at neyðug játtan er til taks á løgtingsfíggjarlógini.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 21. desember 2006.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði · innanhýsis
Áður galdandi · 12. desember 2008
Broytingar
broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði · innanhýsis
Áður galdandi · 21. desember 2006
Broytingar
broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði · innanhýsis
Áður galdandi · 9. mai 2006
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙