Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. desember 2008 Nr. 107
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 21. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”§ 2. Stuðul sambært hesi lóg kann latast til mattænastu, koyritænastu og vitjanartænastu.” 2) Í § 3 verða stk. 2 og 3 strikað. Stk. 4 verður hereftir stk. 2. 3) Í § 4, stk. 1 verður “Kærunevndina í almannamálum” broytt til: ”Kærunevndina í almanna- og heilsumálum”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Umsóknir, sum eru latnar inn i seinasta lagi 1. sept. 2008, skulu vera avgreiddar i seinasta lagi 1. mars 2009. Hava tiltøk ella fyriskipanir, sum framhaldandi verða fevndar av lógini, fingið stuðul i játtanarárinum 2008, kann tilsøgn gevast til framhald av virkseminum i játtanarárinum 2009, til umsóknin er endaliga viðgjørd. Tilsøgnin er treytað av, at neyðug játtan er til taks á løgtingsfíggjarlógini. Tórshavn, 12. desember 2008 Kaj Leo Johannesen (sign) løgmaður Lm. nr. 44/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.