Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2006 Nr. 127

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði, sum broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 9. mai 2006, verður gjørd henda broyting: Í § 3 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð ein býtislykil fyri stuðulin til dagtilhald fyri fólkapensjónistar, sum er grundaður á talið av eldri fólki yvir 66 ár í kommununi, har dagtilhaldið liggur. Stk. 3. Er fjarstøðan millum dagtilhald fyri fólkapensjónistar styttri enn 5 km, kann landsstýrismaðurin gera eina serstaka raðfesting av stuðlinum til hesi dagtilhald, herundir at sýta stuðul.” Stk. 2 verður hereftir stk. 4.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 21. desember 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 45/2006

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙