Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. mai 2006 Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Stuðul til umsorgararbeiði verður latin til sosial tiltøk ella fyriskipanir, ið eru ætlað fólkapensjónistum. Stk. 2. Stuðulin kann veitast øllum, sum fremja virksemi, ið stuðlar fólkapensjónistum at vera búgvandi í egnum heimi, ella stimbrar hesum til at gerast virknari.” 2) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Stk. 1. Virksemi, umfatað av hesi lóg, er mattænasta, koyritænasta, vitjunar-tænasta og dagtilhald.” 3) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri virkseminum, ið er fevnt av lógini, harundir raðfesting og treytir fyri veiting av stuðli.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 9. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 79/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.