Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. apríl 1999 Nr. 45

Løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 15. desember 2006

Kapittul 1 Endamál við Útbúgvingarstuðlinum

Kapittul 2 Stuðulsheimilað

Kapittul 3 Stuðulsskipanir og ásetingar

Kapittul 4 Útbúgvingarstuðul , ískoytisstuðul og lán

Kapittul 5 Javning av stuðulsupphæddum

Kapittul 6 Rentan og afturrindan av lestrarskuld

Kapittul 7 Fyrisiting, kærumøguleiki o.a.

Kapittul 1

Endamál við Útbúgvingarstuðlinum

Kapittul 1 Endamál við Útbúgvingarstuðlinum

Endamálið við útbúgvingarstuðlinum sambært hesi lóg er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá øllum borgarum í Føroyum at nema sær útbúgving. Kapittul 2 Stuðulsheimilað

Kapittul 2 Stuðulsheimilað

1) Stuðulsstovnurin veitir eftir umsókn stuðul til fólk í útbúgving í Føroyum sum: 1) eru í einari útbúgving, sum er stuðulsheimilað sbr. nærri reglum ásettar av landsstýrismanninum, 2) hava danskan ríkisborgararætt, 3) hava útlendskan ríkisborgararætt, men, áðrenn tey eru fylt 18 ár hava tikið fastan bústað saman við foreldrunum í Føroyum, ella um tey, eftir at hava fylt 18 ár, hava havt fastan bústað í Føroyum minst tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgvingina, og ikki fáa stuðul úr heimlandinum, 4) eru lestrarvirkin, og 5) (Strikað). Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri at veita stuðul, tá ið talan er um norðurlenskt, evropeiskt ella alheims lestrarsamarbeiði. Stk. 3. 2) Landsstýrismaðurin kann gera frávik í ásetingini um lestrarvirkni, sbrt. stk. 1, nr. 4 í sambandi við barnsburð og ættleiðing.

2) Í sambandi við barnsburð og ættleiðing verður barnsburðarfarloyvisstuðul latin í mesta lagi í 11 mánaðir. Stuðulsupphæddin er hin sama sum tann fyri útibúgvandi, sbrt. § 4, stk. 2 og 3. Stk. 2. 2) Bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa barnsburðarfarloyvisstuðul úr skipanini, og fyri at fáa stuðulin, skal tann lesandi búgva saman við barninum. Stk. 3. 2) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um: 1) Hvussu rætturin til barnsburðarfarloyvisstuðul er, tá ið stuðul fæst úr øðrum stuðulsskipanum. 2) Hvussu rætturin til stuðul kann nýtast, um skift verður í aðra útbúgving. 3) Hvussu stuðul kann veitast, tá ið barnsburður ella ættleiðing er farin fram, áðrenn útbúgvingin byrjar. 4) Hvussu rætturin kann nýtast, tá ið talan t.d. er um at missa fostur, ella at barn doyr undir barnsburði ella beint eftir føðingina. 5) Umsitingarligar mannagongdir, leiðreglur v.m. Kapittul 3 Stuðulsskipanir og ásetingar

Kapittul 3 Stuðulsskipanir og ásetingar

Stuðul kann verða veittur sum: 1) Útbúgvingarstuðul. 2) Ískoytisstuðul til undirvísingartilfar. 3) Ískoytisstuðul til ferðing. 4) Ískoytisstuðul til vistarhald. 5) Lestrarlán. Stk. 2. Lesandi á hægri útbúgvingum og lesandi, sum eru forsyrgjarar, verða roknað sum útibúgvandi, smbr.§ 4, stk 2. Stk. 3. Stuðulsárið er at rokna frá 1. august til 30. juni árið eftir. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um: 1) hvørjar útbúgvingar geva rætt til stuðul, 2) útrokning av stuðli til útbúgvingar styttri enn eitt ár, 3) treytirnar fyri at vera roknaður sum heimabúgvandi og útibúgvandi, og 4) longdina av stuðulstíðini. Kapittul 4 Útbúgvingarstuðul , ískoytisstuðul og lán

Kapittul 4 Útbúgvingarstuðul , ískoytisstuðul og lán

Lesandi, sum er heimabúgvandi og 18 ár ella eldri, kann í mesta lagi fáa 22.000 kr. í útbúgvingarstuðli í einum stuðulsári. Stk. 2. Lesandi, sum er útibúgvandi og 18 ár, ella eldri, kann í mesta lagi fáa 33.000 kr. í útbúgvingarstuðli í einum stuðulsári. Stk. 3. Lesandi, sum er 18 ár ella eldri, kann í mesta lagi fáa 22.000 kr í lestrarláni í stuðulsárinum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um ískoytisstuðul til ferðing til og frá skúla til lesandi, sum er 18 ár ella eldri.

Lesandi, sum er undir 18 ár, kann í stuðulsárinum fáa ískoyti til stuðul til keyp av undirvísingartilfari. Stk. 2. Lesandi, sum er undir 18 ár, kann í stuðulsárinum fáa ískoytisstuðul til ferðing til og úr skúla. Stk. 3. Lesandi, sum er undir 18 ár, sum noyðist at flyta til útbúgvingarstaðið, kann fáa ískoytisstuðul til vistarhald. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um stuðulin sbr. stk. 1-3. Kapittul 5 Javning av stuðulsupphæddum

Kapittul 5 Javning av stuðulsupphæddum

1) Upphæddirnar sbr. § 4, stk. 1, 2 og 3, verða tann 1. august á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum. Kapittul 6 Rentan og afturrindan av lestrarskuld

Kapittul 6 Rentan og afturrindan av lestrarskuld

Lestrarlán sbr. § 4, stk. 3 verður at renta í útbúgvingartíðini við eini árligari rentu, sum er 4%. Eftir lokna útbúgving rentar upphæddin við 1% omanfyri ta til eina og hvørja tíð galdandi diskonto. Stk. 2. Afturrindan av lestrarskuld skal vanliga byrja 1 ár aftaná, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin. Stk. 3. Um lántakari doyr, áðrenn lánið er afturgoldið, kann Stuðulsstovnurin strika restskuldina. Henda áseting er eisini galdandi fyri lán, har lántakari doyði, áðrenn henda lóg kom í gildi. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu og nær lestrarskuld smbr. stk. 2 skal afturgjaldast. Landsstýrismaðurin ásetir eisini reglur fyri, nær Stuðulsstovnurin kann strika restskuld sbr. stk. 3.

Um lántakarin ikki lýkur lánitreytirnar ella letur vera við at gjalda falnar rentur og avdráttir, kann skuldin sigast upp til skaðaleysa afturrindan. Stk. 2. Krøv sbr. stk. 1 kunnu verða innheintað og pantað av Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 3. Heimilað verður Toll- og Skattstovu Føroya at innkrevja skuld sbr. stk. 1 og 2 við at afturhalda í A-inntøku lántakarans smb. reglunum um hetta í Skattalógini. Stk. 4. Innheintingarreglurnar eftir hesi grein verða eisini at nýta í sambandi við innheinting av krøvum til Stuðulsstovnin, sum stava frá tíðini, áðrenn henda lóg kom í gildi. Kapittul 7 Fyrisiting, kærumøguleiki o.a.

Kapittul 7 Fyrisiting, kærumøguleiki o.a.

Stuðulsstovnurin fyrisitur útbúgvingarstuðulin. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um stovnin. Stk. 2. Stuðulsstovnurin fær heimild til at fáa tær upplýsingar um tann einstaka umsøkjaran frá almennum myndugleikum, ið eru neyðugar fyri at útrokna stuðulin. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innihald av umsóknum, lániskjølum o.ø., um útgjalding av stuðuli, um hvørjar upplýsingar, ið kunnu krevjast skrivliga, og um freistir fyri umsóknir, inngjaldingar og fráboðanir. Stk. 4. Fólk í útbúgving skulu upplýsa navn, bústað og persónstal, tá ið søkt verður um stuðul.

Landsstýrismaðurin kann avgera, at Stuðulsstovnurin skal fyrisitast saman við ella av øðrum almennum stovni.

Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerð kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina. Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir kærunevnd við 3 limum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur. Limirnir verða settir fyri 4 ár í senn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri kærunevndina.

Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um annan útbúgvingarstuðul og lán til lesandi, ið ikki koma undir hesa lóg.

Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999, og samstundis fer løgtingslóg nr. 109 frá 15. september 1988 um útbúgvingarstuðul sum broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 30. mars 1990 úr gildi. Tó kemur § 5 í hesi lóg ikki í gildi fyrr enn 1. august 2000. Stk. 2. Í tíðarskeiðnum frá 1. august 1999 til 31. juli 2000 fær lesandi, sum er heimabúgvandi og undir 18 ár kr. 7.303 í útbúgvingarstuðli í einum stuðulsári. Stk. 3. Í tíðarskeiðnum frá 1. august 1999 til 31. juli 2000 fær lesandi, sum er útibúgvandi og undir 18 ár kr. 16.430 í útbúgvingarstuðli í einum stuðulsári. Stk. 4. Kunngerðir ásettar við heimild í løgtingslóg nr. 109 frá 15. september 1988 verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi við reglum ásettar við heimild í hesi lóg. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður 1) Broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 27. apríl 2001, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 15. desember 2006, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
útbúgvingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 30. mars 1990 · innanhýsis
Áður galdandi · 15. september 1988
Broytingar
broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan · innanhýsis
Áður galdandi · 15. desember 2006
Broytingar
broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan · innanhýsis
Áður galdandi · 27. apríl 2001
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙