Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. desember 2006 Nr. 114

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, sum broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, sum broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 27. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2 verður sum stk. 3 sett: ”Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera frávik í ásetingini um lestrarvirkni, sbrt. stk. 1, nr. 4 í sambandi við barnsburð og ættleiðing.” 2) Eftir § 2 verður sum § 2. a. sett: ”§ 2 a. Í sambandi við barnsburð og ættleiðing verður barnsburðarfarloyvisstuðul latin í mesta lagi í 11 mánaðir. Stuðulsupphæddin er hin sama sum tann fyri útibúgvandi, sbrt. § 4, stk. 2 og 3. Stk. 2. Bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa barnsburðarfarloyvisstuðul úr skipanini, og fyri at fáa stuðulin, skal tann lesandi búgva saman við barninum. Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um: 1) Hvussu rætturin til barnsburðarfarloyvisstuðul er, tá ið stuðul fæst úr øðrum stuðulsskipanum. 2) Hvussu rætturin til stuðul kann nýtast, um skift verður í aðra útbúgving. 3) Hvussu stuðul kann veitast, tá ið barnsburður ella ættleiðing er farin fram, áðrenn útbúgvingin byrjar. 4) Hvussu rætturin kann nýtast, tá ið talan t.d. er um at missa fostur, ella at barn doyr undir barnsburði ella beint eftir føðingina. 5) Umsitingarligar mannagongdir, leiðreglur v.m.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Tórshavn, 13. desember 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jógvan á Lakjuni (sign.) Lm. nr. 28/2006

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙