Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
15. september 1988 Nr. 109
Løgtingslóg nr. 109 frá 15. september 1988 um útbúgvingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 30. mars1990
Kapitul 1 Stuðulsskipanir og upphæddir.
Kapitul 2 Stuðulstreytir
Kapitul 3 Fyribils og endaligar stuðulsupphæddir
Kapitul 4 Rentan og afturrindan av lestrarláni
Kapitul 5 Fyrisiting, kærumøguleiki o.a.
Kapitul 1
Stuðulsskipanir og upphæddir.
§ 1 Stuðulsstovnurin veitir útbúgvingarstuðul sum lestrarstudning og lestrarlán
Stuðulsstovnurin veitir útbúgvingarstuðul sum lestrarstudning og lestrarlán.
§ 2 1) Í stuðulsárinum 1989/90 kann tann, ið er í útbúgving í mesta lagi fáa fylgjandi lestrarstuðul
1) Í stuðulsárinum 1989/90 kann tann, ið er í útbúgving í mesta lagi fáa fylgjandi lestrarstuðul: Heimabúgvandi undir 18 ár 7.641 kr. Heimabúgvandi yvir 18 ár 18.146 kr. Útibúgvandi undir 18 ár 17.191 kr. Útibúgvandi yvir 18 ár 27.696 kr. Í stuðulsárinum 1990/91 og seinni stuðulsár kann tann, ið er í útbúgving í mesta lagi fáa fylgjandi lestrarstuðul: Heimabúgvandi undir 18 ár 7.303 kr. Heimabúgvandi yvir 18 ár 17.343 kr. Útibúgvandi undir 18 ár 16.430 kr. Útibúgvandi yvir 18 ár 26.471 kr. Stk. 2. Tann, ið er í útbúgving, og sum er 18 ár og eldri, kann í stuðulsárinum 1990/91 og seinni stuðulsár fáa lestrarlán úr landskassanum upp til 13.692 kr. Stk. 3. Stuðulsárið er frá 1. august til 31. juli. Stk. 4. Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur fyri: a) hvørjar ungdómsútbúgvingar ið geva rætt til stuðul. b) nærri treytir fyri stuðul til hægri útbúgvingar. c) um útroknan av stuðuli fyri styttri tíðarskeið enn eitt ár. d) um treytirnar fyri at vera roknaður sum heimabúgvandi og útibúgvandi. e) stuðulstíðina.
§ 3 1) (Strikað)
1) (Strikað). Kapitul 2 Stuðulstreytir
§ 4 Stuðulsstovnurin veitir sambært umsókn útbúgvingarstuðul til fólk í útbúgving sum
Stuðulsstovnurin veitir sambært umsókn útbúgvingarstuðul til fólk í útbúgving sum: 1) eru í einari útbúgving í Føroyum, sum av stuðulsstovninum er stuðulsheimilað smb. kunngerð. 2) eru føroyingar ella sum sambært altjóða sáttmála hava rætt til útbúgvingarstuðul á jøvnum føti við føroyingar ella sum av stuðulsstovninum í sambandi við stuðulsveitingina verða javnsett við føroyingar. 3) eru lestrarvirkin í Føroyum og 4) ikki fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til at gjalda livikostnað. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur fyri útbúgvingarstuðuli til fólk í útbúgving, ið fáa aðra almenna hjálp og kann í hesum sambandi áseta, at hesi ikki kunnu fáa lestrarlán. Stk. 3. 1) Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur fyri at veita stuðul, tá talan er um norðurlendskt, europeiskt ella alheims lestrarsamarbeiði av tílíkum slagi, sum ERASMUS og Nordplus skipanirnar. Kapitul 3 Fyribils og endaligar stuðulsupphæddir
§ 5 Stuðulsstovnurin veitir lestrarstudning og lestrarlán í stuðulsárinum sum fyribils upphæddir, sum…
Stuðulsstovnurin veitir lestrarstudning og lestrarlán í stuðulsárinum sum fyribils upphæddir, sum fyri tann einstaka so vítt møguligt skulu svara til tær upphæddirnar, ið viðkomandi hevur rætt til, tá ið stuðulsárið er úti. Stk. 2. Útgjaldan av fyribils upphæddum í stuðulsárinum verða framdar út frá upplýsingum um lestrarviðurskifti, annan almennan stuðul o.a. Stuðulsstovnurin ásetir reglur um hetta. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann steðga ella broyta útgjaldan av fyribils upphæddum, um broytingar henda í stuðulsárinum í viðurskiftum, ið kunnu fáa munandi ávirkan á stuðulsveitingina. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um hetta. Stk. 4. Fyribils upphæddir, ið eru goldnar fyri mánaðir har stuðulsmóttakarin ikki lýkur stuðulstreytirnar, kunnu verða kravdar aftur, áðrenn tann endaliga veitingin av útbúgvingarstuðulinum smb. § 6 verður framd. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um hetta.
§ 6 Endaliga veitingin av lestrarstudningi og lestrarláni verður framd, tá ið stuðulsárið er úti. Um…
Endaliga veitingin av lestrarstudningi og lestrarláni verður framd, tá ið stuðulsárið er úti. Um stuðulstreytirnar smb. § 4 ikki hava verið loknar í stuðulsárinum, verður stuðulsupphæddin sett niður lutfalsliga. Stk. 2. Útgoldnar fyribils upphæddir, ið ikki endaliga kunnu veitast sum lestrarstudningur og lestrarlán smb. stk. 1, skulu gjaldast aftur. Stk. 3. Tá stuðulsárið er úti, skal tann, ið er í útbúgving og sum hevur tikið ímóti upphæddum í stuðulsárinum, geva allar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri ta endaligu stuðulsveitingina. Stk. 4. Lýkur tann, ið er í útbúgving ikki upplýsingarskylduna smb. stk. 3, verða tær útgoldnu fyribils upphæddirnar kravdar aftur. Kravið kann tó heilt ella partvíst falla burtur, um tann, ið er í útbúgving, kortini gevur upplýsingarnar, og um tað av teimum er greitt, at upphæddirnar kunnu veitast smb. stk. 1. Kapitul 4 Rentan og afturrindan av lestrarláni
§ 7 1) Endaligt veitt lestrarlán samb. § 6, stk. 1 verður frá og við 1. august 1990 at renta í…
1) Endaligt veitt lestrarlán samb. § 6, stk. 1 verður frá og við 1. august 1990 at renta í útbúgvingartíðini við eini árligari rentu, sum er 4%. Síðani rentar upphæddin eftir lokna útbúgving við 1% omanfyri ta til eina og hvørja tíð galdandi diskonto. Stuðulsstovnurin ásetir reglur um útbúgvingartíðina, um hvørjar fylgjur steðgur í útbúgvingini hevur, og um skyldu lántakaranna at geva upplýsingar um hetta. Stk. 2. Afturrindan av lestrarláni, eisini afturrindan av rentum, skal vanliga byrja 1 ár aftaná at tað stuðulsárið er úti, har ið útbúgvingin er lokin. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um afturrindan av lestrarlánum.
§ 8 Um lántakarin ikki lýkur lánitreytirnar kann skuldin sigast upp til skaðaleysa afturrindan
Um lántakarin ikki lýkur lánitreytirnar kann skuldin sigast upp til skaðaleysa afturrindan. Stk. 2. Krav smb. stk. 1 verða fyrisitin av stuðulsstovninum, ið innkrevur skuldina. Stk. 3. Stuðulsstovnurin ásetur rentu- og afturgjaldstreytir fyri mishildin lestrarlán. Kapitul 5 Fyrisiting, kærumøguleiki o.a.
§ 9 Stuðulsstovnurin fyrisitur útbúgvingarstuðulin. Føroya Landsstýri ásetur nærri reglur fyri stovnin
Stuðulsstovnurin fyrisitur útbúgvingarstuðulin. Føroya Landsstýri ásetur nærri reglur fyri stovnin. Stk. 2. Stuðulsstovnurin fær heimild til at fáa tær upplýsingar um tann einstaka umsøkjaran frá almennum myndugleikum, ið eru neyðugar fyri at útrokna stuðulin. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um innihald og uppsetan av umsóknum, lániskjølum o.ø., um útgjalding av stuðuli, um hvørjar upplýsingar, ið kunnu krevjast skrivligt og um freistir fyri umsóknir, inngjaldingar og fráboðanir. Stk. 4. Fólk í útbúgving skulu geva upp navn, bústað og persóntal, tá ið søkt verður um stuðul og tá ið tey annars venda sær til stuðulsstovnin.
§ 10 Landsstýrið kann avgera, at stuðulsstovnurin skal fyrisitast saman við ella av øðrum almennum stovni
Landsstýrið kann avgera, at stuðulsstovnurin skal fyrisitast saman við ella av øðrum almennum stovni.
§ 11 Avgerðir tiknar av stuðulsstovninum um
Avgerðir tiknar av stuðulsstovninum um: 1) grundarlagið fyri veitan og útroknan av stuðuli til fólk í útbúgving og 2) at ein stuðulstakari skal afturrinda stuðul kunnu áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðunum, kærast til kærunevndina hjá stuðulsstovninum av tí, ið avgerðin viðvíkur. Avgerð kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina. Stk. 2. Landsstýrið setir kærunevnd við 3 limum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur. Limirnir verða settir fyri 4 ár í senn. Landsstýrið kann áseta reglugerð fyri kærunevndina.
§ 12 Landsstýrið kann áseta nærri reglur fyri almennan útbúgvingarstuðul, ið ikki kemur undir hesa lóg
Landsstýrið kann áseta nærri reglur fyri almennan útbúgvingarstuðul, ið ikki kemur undir hesa lóg. Stk. 2. Stuðulsstovnurin fyrisitur almennan útbúgvingarstuðul, ið ikki kemur undir hesa lóg.
§ 13 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 30. mars 1990.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.