Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. apríl 2001 Nr. 60
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 1, nr. 3, verða orðini “hava møguleika at” strikað. 2) § 2, stk. 1, nr. 5, verður strikað. 3) Í § 6 verða orðini “sbr. § 4, stk. 1 og 2” broytt til: “sbr. § 4, stk. 1, 2 og 3”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001. Tórshavn, 27. apríl 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.