Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. februar 2000 Nr. 15

Kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum seinast broytt við kunngerð nr. 34 frá 23. apríl 2010

(FHS-kunngerðin)

Kapittul 1 Stevnumið og bygnaður

Kapittul 2 Upptøka

Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini

Kapittul 4 Næmingaskyldur

Kapittul 5 Próvtøka

Kapittul 6 Kærur

Kapittul 7 Aðrar ásetingar

Kapittul 8 Gildiskoma

Við heimild í § 5, stk. 2, § 6, stk. 6, § 8, stk. 2, § 10, stk. 2, § 12, § 14, § 16, stk. 2 og 4, § 18, stk. 2 og § 19, stk. 3 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið FHS-útbúgvingar, verður ásett:

Kapittul 1

Stevnumið og bygnaður

Kapittul 1 Stevnumið og bygnaður

Undirvísingin skal sum heild 1) menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan, 2) leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving og 3) nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika. Stk. 2. 1) Lesiætlanirnar í almennum lærugreinum og økislærugreinum, saman og í mest møguligan mun hvør sær, skulu síggja til, at næmingurin ognar sær teir førleikar, sum eru nevndir í lógini, sbr. § 3, stk. 2. Teir meginførleikar, ið skulu røkkast í sambandi við FHS-útbúgvingina, eru lýstir í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.

Undirvísingin á góðkendum handilsskúla kann fevna um ein ella fleiri av hesum pørtum, sum landsstýrismaðurin góðkennir hvønn sær: 1) Ein eitt ára útbúgving við atliti at a) veita næminginum sjálvstøðugt prógv, sbr. § 2, stk. 1, í lógini, b) verða støði undir og partur av yrkisútbúgving, sbr. § 2, stk. 2, í lógini og c) verða støði undir framhaldandi hægri handilsútbúgving (HH), sbr. § 2, stk. 3, í lógini. 2) Tvey ára støðisútbúgving við atliti at ávísum framhaldandi yrkisútbúgvingum, sbr. § 2, stk. 2, í lógini. 3) Støðisútbúgving við avmarkaðari undirvísing fyri næmingum við serligum forkunnleikum, sbr. § 4, stk. 1, í lógini. 4) Stakgreinalestur, sjálvlestur ella fjarlestur, sbr. § 4, stk. 4 og 5, í lógini. 5) Styttri vinnulig framhaldsskeið eftir lokna støðisútbúgving, annaðhvørt sum partur av einari yrkisútbúgving ella sum skeið, ið vinnan ynskir, sbr. § 4, stk. 2 og 3, í lógini. Stk. 2. Samlisið eigur at verið millum allar partarnar í tann mun, ið skúlin kann tryggja næminginum nøktandi undirvísing í lærugreinunum. Stk. 3. Útbúgving eftir stk. 1, nr. 4, nýtist ikki at miða ímóti FHS-prógvi. Stk. 4. Útbúgving eftir stk. 1, nr. 2, kann geva prógv eftir stk. 1, nr. 1, um treytirnar eru loknar. Kapittul 2 Upptøka

Kapittul 2 Upptøka

Upptøka á FHS er treytað av, at umsøkjarin hevur lokið 1) fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. flokk) í føroyskum, donskum, enskum, rokning/støddfrøði við nóg góðum úrsliti, t.v.s., at umsøkjarin hevur verið innskrivaður til próvtøku í nevndu lærugreinum, ella 2) víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans (10. flokk) við nóg góðum úrsliti. Stk. 2. Umsøkjari, sum ikki hevur møguleika at lúka treytirnar í stk. 1, t.d. vegna uppihald uttanlands ella útlendska bakgrund, kann verða tikin upp, um skúlin metir, at umsøkjarin hevur tær neyðugu fakligu og málsligu fyritreytirnar fyri at fullføra útbúgvingina til ásetta tíð. Umsøkjarin kann vera vístur til eina upptøkuroynd, ið skúlin, ið søkt verður inn á, skipar fyri. Stk. 3. Skúlin kann gera av, at umsøkjari við øðrum førleika, ið samvara við krøvini í stk. 1, kann takast upp. Upptøka fer fram sbr. meting skúlans av fakliga førleika umsøkjarans. Harafturat skal umsøkjarin vera førur fyri at fullføra útbúgvingina til ásettu tíðina. Umsøkjarin kann vera vístur til eina upptøkuroynd, sbr. stk 2. Stk. 4. Næmingar við serligum forkunnleika sbr. § 2, stk. 1, nr. 3, skulu hava eina lokna miðnámsútbúgving ella samsvarandi, sbr § 8. Stk. 5. Umsøkjari, ið lýkur upptøkutreyt eftir stk. 1-4, ella sum eftir meting skúlans lýkur fakligu fortreytirnar í tí ávísu lærugreinini, sum søkt verður um upptøku á, kann takast upp sum stakgreinalesandi/sjálvlesandi í støkum lærugreinum. Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini

Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini

1) Lærugreinirnar eru býttar sundur í 1) Almennar lærugreinir sum a) eru kravdar í allari støðisútbúgvingini, tó ikki í útbúgvingini eftir § 2, stk. 1, nr. 3, har góðskrivað verður fyri ávísar lærugreinir, og b) harumframt verða kravdar í framhaldi til hægri handilsútbúgving. 2) Vallærugreinir. 3) Yrkislærugreinir, ið annaðhvørt eru økislærugreinir ella handilsfak. Stk. 2. 1) Almennar lærugreinir eru ástøðilig og verklig undirvísing, ið skal geva útbúgvingini fakliga breidd, persónsmennan, mennan av lestrarførleika næmingsins og fatan hansara av samfelagnum og samfelagsmenningini. Stk. 3. 1) 2) Almennu lærugreinirnar í støðisútbúgvingini verða skipaðar undirvísingarliga í D-, C- og B-stig. Stk. 4. 1) 3) 2) Skipanin av almennu lærugreinunum er henda: Pultstímatal 1. árið á Pultstímatal 2. árið á C-stigi D-stigi B-stigi C-stigi Kravdar av øllum: Føroyskt 140 Danskt 140 Enskt 140 140 Virkisbúskapur 140 140 Kunningartøkni 140 140 Samfelagslæra/fiskivinna 210 Marknaðarførsla 140 Kravdar til framhald á HH: Støddfrøði x)175 140 x) 175 og/ella Onnur fremmandamál 140 140 140 x)”Pultstímatal 1. árið á C-stigi” og ”Pultstímatal 2. árið á C-stigi” verður broytt til:” 175”. Stk. 5. Pultstímatalið fevnir ikki um tíðarskeiðið, tá ið skrivligar royndir í sambandi við eftirmeting fara fram. Stk. 6. 1) Skúlin kann eftir góðkenning frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum býta almennu lærugreinina samfelagslæra/fiskivinna undirvísingarliga og/ella próvtøkuliga í tvær lærugreinir. Stk. 7. Fyri næmingum, sum hava eyðsæddan tørv á tí í seinna støðisárinum, kann skúlin annaðhvørt skipa fyri undirvísing og próvtøku á C-stigi í staðin fyri á B-stigi ella í hendingaføri lata næmingin fylgja undirvísingini á B-stigi og fara til próvtøku á C-stigi. Stk. 8. Fyri teir næmingar, sum halda fram í hægri handilsútbúgvingini, skal valið av øðrum fremmandamálum og/ella støddfrøði laga seg eftir krøvunum í hesi útbúgving. Stk. 9. Undirvísing í seinna støðisárinum fer fram eftir góðkenning frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Vallærugreinir eru lærugreinir, sum skulu stuðla uppundir at nøkta serligan áhuga og útbúgvingarynski hjá næminginum. Stk. 2. Allir næmingar í støðisútbúgvingini skulu hava minst eina vallærugrein um árið. Stk. 3. Vallærugreinirnar eru: 1) Støddfrøði og onnur fremmandamál enn enskt. 2) Økislærugreinir, sum skúlin bjóðar út, og sum ikki eru við í teimum føstu evnisskeiðunum, ið næmingurin fær, sbr. § 7, stk. 4. 3) Handilsfak, sbr. § 7, stk. 1, sum skúlin bjóðar út. 4) Aðrar lærugreinir, ið nøkta áhugamál og tørv næmingsins, sum viðkomandi skúli ella annar skúli bjóðar út. Stk. 4. Tilboð skúlans til næmingarnar at taka økislærugreinir, handilsfak og aðrar lærugreinir sum vallærugrein, skal vera háttað soleiðis, at tey eru fastur liður í undirvísingarætlanini í viðkomandi skúlaári og soleiðis, at næmingurin fær undirvísing í minsta lagi 105 pultstímar í vallærugreinum.

1) Økislærugreinir eru lærugreinir, ið á fleiri stigum skulu rúmka um almennar lærugreinir og samanbinda tær fyri at røkka førleikakrøvunum, sum ásett eru í meginreglum fyri innihaldinum í útbúgvingini, sbr. fylgiskjali 1 til hesa kunngerð. Økislærugreinir eru samstundis lærugreinir, ið geva næminginum serligan førleika, ella sum hansara hugur stendur til, ella sum eru neyðugar við atliti at framtíðini, herímillum fyri at fáa yrkisførleika ella førleika til framhaldslestur. Stk. 2. Økislærugreinirnar eiga í ein ávísan mun at verða framdar sum partur av undirvísingini í føstu evnisskeiðunum, men kunnu annars vera fastur partur í tímatalvum skúlans yvir styttri ella longri tíðarskeið. Stk. 3. Vegleiðandi økislærugreinaskipanin er henda: Vegleiðandi pultstímatal á 1. ári Vegleiðandi pultstímatal á 2. ári Sálarfrøði og tænasta Handilsskapur Logistikkur Visuel marknaðarførsla (dekoratión) Ferðavinna Fyrisiting og málsviðgerð Almenn umsiting Mál og mentan KT-amboð Grafisk framløga Fígging Umhvørvi og tilfeingi Ígongdsetari Formlist Sølulýsing Aling ella fiskaframleiðsla Oljuvinna 35/70 35/70 35 35/70/105 35/70/105 35/70 35/70/105 35 35 35/70 35/70 35 35/70/105 35/70/105 35/70 35/70 35/70 35/70 35 35 35/70 35/70/105 35 35 35 35 Stk. 4. Høvuðsevnini í økislærugreinunum er nevnd í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð og neyvlýst í lesiætlanunum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann góðkenna nýggjar økislærugreinir og onnur evni. Treytin fyri góðkenning er, at førleikamál, evni og tímatal eru lýst. Stk. 5. Skúlin skal í árligu undirvísingarætlanini bjóða næmingunum í minsta lagi 4 økislærugreinir at velja ímillum í fyrra støðisárinum, og í minsta lagi 6 økislærugreinir í seinna støðisárinum. Stk. 6. Næmingur kann bert hava somu økislærugrein eina ferð á sama stigi.

Handilsfak er felagsheiti fyri undirvísingartímar, sum skúlin setir av í árligu undirvísingarætlanini til serlig tiltøk og serliga undirvísing. Avsetingin kann verða gjørd sum einstakir dagar ella einstakir tímar, sum røkka yvir eitt styttri ella longri tíðarskeið. Dømi um handilsfak eru: Ungt virki, SIMU-virksemi, serlig telduforrit, teldu-koyrikort, persónlig viðurskifti, virkisvitjan, lestrarferð, tvørfaklig mállæra ella undirvísing í øðrum tvørfakligum evnum, fyrilestrar, biografvitjanir, vitjanir á listarskála og á sølustevnum. Stk. 2. Føst evnisskeið eru minst 70-pultstíma samanhangandi skeið í tíð og evni (tema), ið verða løgd inn sum fastur partur í árligu undirvísingarætlanini. Endamálið er, at næmingurin lærir at samstarva um loysn av einari ítøkiligari uppgávu, ið skal vera so fjølbroytt og tvørfaklig, sum til ber. Dømi um evni eru í fylgiskjali 3 til hesa kunngerð. Stk. 3. Evnini (temuni) eiga at verða vald soleiðis, at økislærugreinir kunnu verða partur av evninum. Føstu evnisskeiðini kunnu eisini fevna um handilsfak, t.d. “Ungt virki”. Stk. 4. Fasta evnisskeiðaundirvísingin eigur hjá tí einstaka næminginum at fevna um í minsta lagi 70 pultstímar í fyrra støðisárinum og í minsta lagi 210 tímar í seinna støðisárinum. Stk. 5. Føstu evnisskeiðini skulu leggjast til rættis eftir reglunum í serstøkum skjali, smbr. fylgiskjal 3 til hesa kunngerð.

Sum grundarlag undir eini framhaldandi yrkisútbúgving fyri næmingum við serligum forkunnleikum, sbr. § 2, stk. 1, nr. 3, eru minstukrøvini fyri lokna støðisútbúgving hesi: 1) Virkisbúskapur á C-stigi 2) Marknaðarførsla á C-stigi 3) 2 KST C, bert sjálvstøðug lærugrein hjá sjálvlesandi og stakgreinalesandi 4) Ein vallærugrein, har valt verður ímillum vinnulívsrætt á C-stigi og altjóða búskap, virkisbúskap, marknaðarførslu og kunningartøkni á B-stigi ella økislærugreinir við í minsta lag 105 tímum samanlagt. Stk. 2. Undirvísingin verður løgd til rættis sum stakgreinaundirvísing. Skúlin kann, um fíggjarlig fyritreyt er fyri tí, seta flokkar á stovn sum dag- ella kvøldundirvísing, um næmingagrundarlagið er nóg stórt, og um tímatalið fyri lærugreinirnar verður skert við í minsta lagi einum fimtingi. Stk. 3. Farið verður til próvtøku eftir reglunum í kapitli 5. Stk. 4. Skúlin ásetir lærugreinagjald, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið góðkennir, fyri undirvísing eftir hesi grein.

Skúlin kann skipa fyri stakgreinalestri, sjálvlestri og fjarlestri, sbr. § 4, stk. 4 og 5, í lógini. Stk. 2. Skúlin kann skipa fyri serligum flokkum til stakgreinalestur í lærugreinum, sum hoyra undir § 2, stk. 1, nr. 1 og 2, um næmingagrundarlagið er nóg stórt, og um tímatalið fyri lærugreinirnar verður skert við í minsta lagi einum fimtingi. Stk. 3. Skúlin eigur at geva fjarbúgvum møguleika at taka stakgreinalestur sum fjarlestur, um skúlin hevur møguleika til tess. Stk. 4. Farið verður til próvtøku eftir reglunum í kapitli 5. Stk. 5. Skúlin ásetir lærugreinagjald, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið góðkennir, fyri undirvísing eftir hesi grein.

Skúlin kann við loyvi landsstýrismansins skipa fyri styttri vinnuligum framhaldsskeiðum eftir lokna støðisútbúgving, annaðhvørt sum 1) partur av einari yrkisútbúgving, sbr. § 4, stk. 2, í lógini, ella 2) sum skeið, ið vinnuni tørvar, sbr. § 4, stk. 3, í lógini. Stk. 2. Skúlin ásetir gjald, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið góðkennir, fyri undirvísing eftir hesi grein.

Skúlin skal, í góðari tíð áðrenn undirvísingin byrjar, lýsa undirvísingina eftir hesi kunngerð í árligu undirvísingarætlanini. Stk. 2. 1) Tann einstaki skúlin ger av, hvussu hann í árligu undirvísingarætlanini býtir skúlagongdina sundur ímillum almennar lærugreinir, vallærugreinir og yrkislærugreinir, herímillum økislærugreinir, handilsfak og evnisskeið. Stk. 3. Skúlin ger av, í hvønn mun lærugreinir verða lisnar saman í smærri ella størri blokkum, treytað av at undirvísingarmálini verða rokkin, sbr. § 2, stk 2. Stk. 4. Árliga pultstímatalið hjá tí einstaka næminginum liggur vanliga um 1200 tímar. Sbr. tó ásetingarnar um tímatal í §§ 4 - 6.Umleið 3 vikur verða settar av til próvtøku og umleið 37 vikur verða nýttar til undirvísing.

1) Almennar lærugreinir, vallærugreinir og økislærugreinir skulu hava hvør sína lesiætlan, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger. Stk. 2. Undirvísing í lærugreinum hjá øðrum skúlum verður framd eftir lesiætlanum hjá hesum skúlum. Stk. 3. Skúlin skal so langt til ber fremja undirvísingina 1) við samstarvi millum lærararnar um undirvísing og millum lærugreinir 2) við at nýta kunningartøkni í mest møguligan mun, har tað er natúrligt 3) soleiðis at styrkt verður í øllum lærugreinum um skrivligar og munnligar málbúnar, og 4) soleiðis at endamálini viðvíkjandi fakligari breidd, lestrarførleika, yrkisførleika, førleikununum í § 1, stk. 2, persónsmenning og samfelagsfatan í mest møguligan mun verða rokkin í hvørjari lærugrein sær og sum heild. Stk. 4. 2) (Strikað).

Undirvísingin skal javnan eftirmetast til innanhýsis nýtslu, soleiðis at næmingar og lærarar fáa kunnleika um úrslitið av undirvísingini. Harumframt skal fakliga støðið hjá tí einstaka næminginum eftirmetast til uttanhýsis nýtslu. Hetta verður gjørt við støðumeti og ársmeti.

Ársmet verða givin við skúlaárslok í øllum grund- og vallærugreinum, sum næmingurin hevur havt í minsta lagi 105 pultstímar í, og skrivað í próvtøkubók, í seinasta lagi 7 dagar áðrenn próvtøkuætlanin fyri tær munnligu próvtøkurnar verður almannakunngjørd. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari próvtøku, skal ársmet gevast í báðum førum. Tó skulu stakgreinalesandi, sjálvlesandi og tey, ið fara upp eftir serligum treytum, ikki hava ársmet. Stk. 2. Ársmet er meting lærarans av fakligu støðu næmingsins við undirvísingarlok. Miðskeiðis í skúlaskeiðinum skal næmingurin hava støðumet í viðkomandi lærugreinum. Støðumetið er meting lærarans um støðu næmingsins miðskeiðis í skúlaárinum. Listi við støðumeti skal undirskrivast av læraranum og latast skúlanum sbr. reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi 1 ár. Stk. 3. Í teimum lærugreinum, har næmingurin ikki fer til próvtøku, verður ársmetið sett í teigin ”Flutt ársmet” í próvtøkubókini. Kapittul 4 Næmingaskyldur

Kapittul 4 Næmingaskyldur

2) Næmingur hevur skyldu at fylgja undirvísingini og at lata inn skrivlig avrik. Stk. 2. Næmingarnir skulu kunnast um møtiskylduna og um skyldu at lata inn skrivlig avrik. Somuleiðis skulu næmingarnir kunnast um avleiðingarnar av, um hesar skyldur ikki verða hildnar. Stk. 3. Skúlin sær til, at fráveran regluliga verður skrásett og gjørd upp. Fráveran hjá tí einstaka næminginum verður gjørd upp fyri hvørt undirvísingarár sær. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður somuleiðis skrásett. Stk. 4. 1) 2) Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinunum, fær næmingurin fyrru ávaring. Fyrsta fráveruuppgerðin fer fram beint undan heystfrítíðini. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Stk. 5. 1) 2) Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina sbrt. stk. 4 til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar.Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, so fráveran framvegis er meiri enn 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella meiri enn 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinum, kann næmingurin ikki halda fram í útbúgvingini. Hann kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum. Stk. 6. 1) 2) Stakgreinalesandi eru eisini fevnd av ásetingunum um møtiskyldu. Stk. 7. 2) Skúlastjórin sær til, at næmingarnir í teimum einstøku flokkunum/bólkunum fáa í minsta lagi 90% av tí í § 4, stk. 4 ásetta tímatalinum. Skúlastjórin skipar fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu pultstímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um pultstímatal.. Stk. 8. 1) Um næmingurin framhaldandi av vansketni ikki lýkur møtiskylduna, og fráveran er oman fyri 15% í einari lærugrein ella 10% samanlagt í øllum lærugreinum, kann skúlastjórin gera av, at næmingurin verður vístur burtur frá undirvísingini. Stk. 8. 2) Skúlastjórin kann í heilt serligum føri loyva næmingi, ið hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði, at fara til próvtøku eftir vanligum treytum, hóast ásetingarnar í stk. 4 og stk. 5. Mentamálaráðið skal hava fráboðan.

2) Næmingarnir skulu fylgja skilhaldsreglum skúlans. Skúlastjórin sær til, at næmingarnir við skúlaársbyrjan verða kunnaðir um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar. Stk. 2. Skúlastjórin kann burturvísa næmingí úr skúlanum, um næmingur groft brýtur skilhaldsreglur skúlans. Næmingur, sum verður burturvístur, kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum. Kapittul 5 Próvtøka Innskriving til próvtøku

Kapittul 5 Próvtøka

Próvtøka verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið). Stk. 2. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásettir í lesiætlanum og reglum, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið ásetir. Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Undirvísingar- og Mentamálastýrinum frá, hvørjir næmingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger. Skúlin skal boða Undirvísingar- og Mentamálastýrinum frá broytingum skjótast til ber. Stk. 4. 2) Eingin næmingur kann innskriva seg til próvtøku í einari lærugrein á sama stigi meira enn 2 ferðir. Skipan av próvtøku

1) Undirvísingar- og Mentamálastýrið tekur út millum allar almennar lærugreinir og vallærugreinir, sum næmingurin hevur fingið minst 105 pultstímar í, 4 lærugreinir hvørt árið, sum næmingurin skal til próvtøku í. Ein skrivlig og ein munnlig próvtøka telur sum ein próvtøka hvør sær. Stk. 2. 2) Hvør próvtakari kann bert fara til eina próvtøku um dagin.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið ásetir nær tær skrivligu og munnligu próvtøkurnar verða hildnar. Próvtøkutalvurnar verða sendar skúlanum í seinasta lagi 15. apríl. Próvtøkutalvurnar eru tá loyniligar, og bert skúlastjórin ella ein av honum heimilaður persónur hevur loyvi at kanna tær. Stk. 2. Próvtøkutalvurnar mugu ikki kunngerast fyrr enn seinasta undirvísingardag.

Næmingur, ið er innskrivaður til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, men sum vegna sjúku heilt ella lutvíst hevur verið forðaður at fara til próvtøku, kann innskriva seg til sjúkrapróvtøku í teimum lærugreinum, hann vegna sjúku varð forðaður at fara til próvtøku í. Til innskrivingina skal nýtast oyðublað, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið letur gera. Stk. 2. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, loyva næmingi, ið er innskrivaður til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, men sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki ella bert lutvíst hevur verið til próvtøku, at fara til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðinum. Stk. 3. Næmingur, sum ynskir at fara til endurpróvtøku eftir ávikavist stk. 1 ella 2, skal skrivliga boða skúlanum frá hesum í seinasta lagi 25. juni. Stk. 4. Próvtøkur í sjúkrapróvtøkuskeiðinum verða hildnar eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri próvtøkur í vanliga próvtøkutíðarskeiðinum, tó soleiðis at Undirvísingar- og Mentamálastýrið skal hava fráboðan um næmingar, ið skulu til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðinum, í seinasta lagi 27. juni, sbr. § 16, stk. 3. Prógv

Næmingar, sum hava staðið FHS-útbúgvingina, fáa útflýggjað prógv. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger skjal hesum viðvíkjandi. Stk. 2. Í prógvinum skal standa: 1) Øll ársmet, sum telja við til FHS-próvtøkuna. 2) Próvtølini, herundir flutt ársmet. Tá ið talan er um flutt ársmet, skal hetta greitt tilskilast. 3) Um ein lærugrein bæði hevur ein skrivligan og ein munnligan tátt, verða ársmet, ávikavíst próvtøl, tilskilað fyri hvønn tátt sær. Stk. 3. Eitt miðaltal verður við einum desimali roknað út av ársmetunum í lærugreinum, sum telja við til FHS-próvtøkuna. Stk. 4. Eitt miðaltal verður við einum desimali roknað út av próvtølunum í lærugreinum, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í, og av teimum fluttu ársmetunum. Stk. 5. Endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað út sum eitt miðaltal við einum desimali av ársmetunum, smbr. stk. 3, og av próvtølunum og teimum fluttu ársmetunum, smbr. stk. 4. Stk. 6. Á prógvinum verða tær økislærugreinir tilskilaðar, sum næmingurin hevur havt, burtursæð frá tí síðstu, sum næmingurin fer til próvtøku í, smbr. § 17, stk. 3. Stk. 7. Á prógvinum verða tilskilað tey handilsfak, sum næmingurin hevur havt.

Næmingar, sum fara til próvtøku sum sjálvlesandi, fáa ikki ársmet og eiheldur flutt ársmet.

Stakgreinalesandi, sum hevur verið til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum, fær skjalváttan frá skúlanum við frásøgn um próvtal/tøl. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger skjal hesum viðvíkjandi. Stk. 2. Næmingar kunnu frá skúlanum fáa skjalváttan fyri próvtøkur, sum ikki verða roknaðar við í próvtøkuúrslitinum. Kapittul 6 Kærur

Kapittul 6 Kærur

Næmingur kann kæra avgerð skúlastjórans, sbrt. hesi kunngerð, herundir avgerð um burturvísing og onnur agatiltøk, til Undirvísingar- og Mentamálastýrið innan 7 dagar eftir, at næmingurin er kunnaður um avgerðina. Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndugur, verður kæran eisini send tí, sum hevur foreldramyndugleikan. Stk. 3. Kæran verður send skúlastjóranum skrivliga, og sendir hann hana víðari til Undirvísingar- og Mentamálastýrið saman við einum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, skal skúlastjórin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan eina viku at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, sum hevur kært. Kapittul 7 Aðrar ásetingar

Kapittul 7 Aðrar ásetingar

Skúlaárið er 199 dagar, íroknað próvtøkuskeiðið.

Skúlin ásetir gjald fyri stakgreinalesandi, sjálvlesandi og fjarlesandi, sum verður mett eftir kostnaðinum, ið skúlin hevur av hesum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið skal góðkenna gjøldini. Stk. 2. Skúlin ásetir gjøld fyri ljóstøku, sum verður mett eftir kostnaðinum, skúlin hevur av hesum. Kapittul 8 Gildiskoma

Kapittul 8 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer kunngerð nr. 52 frá 24. apríl 1998 um próvtøku aftan á lokið støðisár á grundútbúgvingini innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið úr gildi. Stk. 3. Reglurnar í kunngerðini, sbr. stk. 2, eru tó galdandi fyri næmingar, sum byrjaðu útbúgvingina innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið áðrenn 1. august 1999. FHS-kunngerðin Fylgiskjal 1 Oktober 1999 FØRLEIKAØKI Í FHS-ÚTBÚGVINGINI Skjalið fevnir um málini fyri førleikaøkini, sbr. § 3, stk. 2, í løgtingslóg um støðisútbúgvingar innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar). Persónligan førleika Endamálið er at fremja persónliga menning, sjálvstøði, ábyrgdarkenslu, evni at samstarva og hug at læra. Næmingurin skal í verki sannroyna, at arbeiðstilgongdir krevja yrkisligar, sosialar og persónligar førleikar. Málini verða greinað í 1) Sosialar førleikar 2) Persónligar førleikar Samfelagsligan førleika Endamálið er, at næmingurin ognar sær vitan um samfelagsbygnað, funktiónir og grundleggjandi virði fyri at fremja evni og vilja hansara at taka lut í einum demokratiskum samfelagslívi bæði í persóns- og samfelagsviðurskiftum. Næmingurin skal ogna sær breiða vitan bæði um almen og privat virki og læra at skilja sín egna leiklut og møguleikar at ávirka. Málini verða greinað í 1) Einstaklingur og samfelag 2) Einstaklingur og vinnulív Búskaparligan førleika Endamálið er, at næmingurin ognar sær vitan um vanligastu hugtøkini og spurningarnar í húsarhalds-, vinnu-, samfelags- og altjóða búskapi og hvussu hesir hanga saman. Næmingurin skal eisini duga at nýta grundleggjandi roknskaparligar reglur og arbeiðshættir í sambandi við búskaparliga og fyrisitingarliga stýring. Málini verða greinað í 1) Húsarhaldsbúskap 2) Virkisbúskap 3) Yrkisøkisbúskap 4) Samfelagsbúskap 5) Altjóða búskap 6) Samanhang millum búskaparøkini Fyriskipanarligan førleika Endamálið er, at næmingurin ognar sær grundleggjandi vitan um bygnaðir, tilgongdir og serliga mentan, sum mest vanliga koma fyri á virkjum, og hvussu hesi hanga saman sínamillum og við búskaparligu stýringina, fyrisitingina, leiðsluna, samstarvið innanvirkja og umhvørvið. Næmingurin skal uppliva virki í verki og í høvuðsheitum kunna greina tey fyriskipanarliga. Málini verða greinað í 1) Umskapanartilgongd 2) Leiðsla og fyrisiting 3) Umhvørvi 4) Samstarv Samskiftisligar og kunningartøkniligar førleikar Endamálið er, at næmingurin ognar sær vitan um týdningin av kunningarviðgerð og samskifti í virkinum og í sambandinum við samfelagið uttanfyri. Næmingurin skal kunna loysa munnligar og skrivligar samskiftis- og kunningaruppgávur í virkinum við málsligum og analytiskum førleikum og hóskandi tøkniligum amboðum. Málini verða greinað í: 1) Málnýtslu 2) Skrivligt samskifti 3) Munnligt samskifti 4) KT og KT-amboð Altjóða og mentanarligar førleikar Endamálið er, at næmingurin ognar sær málsligan og mentanarligan førleika at kunna virka í og skoða altjóða viðurskifti. Næmingurin skal ogna sær vitan um mentanarlig virði og vinnu- og samfelagsviðurskifti í viðkomandi máløki. Málini verða greinað í: 1) Fremmandamál og mentanarfatan 2) Mentanar- og handilssambond 3) Tøknilig innlæringaramboð Handilsligar og tænastuligar førleikar Endamálið er, at næmingurin ognar sær vitan um sølu av vørum og tænastum og um mátar at meta marknaðargrundarlagið, marknaðarstýring og marknaðarførslu. Við støði í endamálinum við virkinum og marknaðarmøguleikunum skal næmingurin kunna nýta tey ávirkingarparametur, sum eru grundarlag undir vali av strategium og atferðum í sølu og marknaðarførslu. Næmingurin skal eisini skilja týdningin av hugtakinum tænasta fyri virkið og samfelagið og kunna nýta hesa vitan í sølu og tænastuveiting. Málini verða greinað í: 1) Týdning av handli og tænastu í heimligum og altjóða høpi 2) Handilsskap 3) Marknaðarkunnleika og marknaðarførslustrategi 4) Logistikk 5) Tænastu Móðurmálsligan og mentanarligan førleika Endamálið er, at næmingurin ognar sær vitan um føroyskt mál og mentan við serligum atliti til føroyska vinnulívið við tí fyri eygað, at hann í øllum lutum natúrliga nýtir gott føroyskt mál og mentan sum upprunastøði. Málini verða greinað í: 1) Føroyskt mál 2) Føroysk mentan 3) Skrivligt samskifti við serligum atliti til vinnulívið 4) Munnligt samskifti við serligum atliti til vinnulívið 5) KT og KT-amboð Fylgiskjal 2 Oktober 1999 FHS-kunngerðin VEGLEIÐANDI INNIHALD Í ØKISLÆRUGREINUM Sálarfrøði og tænasta Atferð hjá viðskiftafólki Sølupsykologi Samband og samrøða Persónligur framkoma Samrøðuformar Ósemjuloysn Handilsskapur Virkisins hugsjónargrundarlag, sermerkjan og konsept Kundagrundarlag og kundastreymur Keyp og framferð í samsvar við sermerki virkisins og kundarnar Vørustreymar í mun til prís og góðsku Góðska og góðskustýring Logistikkur Teori og praksis Vøru-, peninga- og kunningarstreymar Logistikkur og virkissermerki Keyp, goymsluformar og søla Visuell marknaðarførsla (dekoratión) Vørulýsing Prýðing Konsept og visuell sermerkjan Gongubreytasøla Skelting Handilsspegil og kundastreymur Fyrisiting og málsviðgerð Val av arbeiðsgongdum Málsstýring Fyriskipan Arbeiðsplanlegging Almenn umsiting Arbeiðsuppgávur og arbeiðshættir í almennari umsiting Umsitingarmeginreglur Viðskiftabólkar hjá umsitingini Tænasta í almennari umsiting Mál og mentan Landalýsingar Mentan Samfeløg Mál Átrúnaður KT-amboð Val av standardamboðum Operativskipanir Brúkaravegleiðingar Dátuflytingar Grafisk nýtaramót Samskipan Grafisk framløga Prentmyndir (typugrafi) Kunnleiki til skráir Uppseting Grafisk nýtaramót Fígging Langleiga Fíggjanarkeldur, fremmanda- og eginpeningur Ársroknskapur, umhvørvisroknskapur og siðfrøðiligur roknskapur Vinnufelagsformar Kapitalkostnaður Vandi og avhyljing Umhvørvi og tilfeingi Tilvitska um umhvørvið Innara umhvørvið Uttara umhvørvið Umhvørvisroknskapur Ígongdsetari Lívshættir Hugskotagrundarlag og orðing av hugskoti Fyrireiking Vøra – framleiðsla Fíggjanarsløg og -møguleikar Formlist Formur og funksjón Stílur, móti og status Fagurfrøði og uppfatan Litir og tilfar Ergonomiur Tøkni Umhvørvisviðurskifti Sølulýsing Lýsingarformar Lýsingar”boðskapurin” Brúkarin og sølulýsingar Fyrireikan Miðlaval Eftirlit Aling og fiskaframleiðsla Lívfrøðiligir møguleikar fyri aling Alingarvirksemið – framleiðslutíðin Goymsluviðurskifti í aling og fígging Søluviðurskifti – JIT (just in time) Góðskustýring – HACCP-innaneftirlit Oljuvinna Jarðfrøði, tilfeingi og framleiðsla Umhvørvið Uppstreymvirksemi Vinnumøguleikar Útbúgving Samfelagsbúskaparligur týdningur Økislærugreinirnar verða neyvlýstar í lesiætlanunum. FHS-kunngerðin Fylgiskjal 3 Oktober 1999 VEGLEIÐANDI REGLUR UM FØST EVNISSKEIÐ Teir lærarar, sum skulu standa fyri fremjingini av einum evnisskeiði, leggja gjølliga ætlan í góðari tíð frammanundan. Ætlanin verður lýst skrivliga og skal í minsta lagi fevna um: 1) Heiti 2) Grundgeving 3) Endamál 4) Mál fyri nøktan av a) Fakmálum (samanhang við fastar lærugreinir) b) Førleikamálum 5) Skipan av undirvísingini 6) Innihaldið í undirvísingini 7) Skipan av lærarum 8) Tíðarætlan 9) Høli og útgerð 10) Eftirmeting av a) Næmingunum b) Lærarunum og samstarvi teirra c) Skeiðinum 11) Møgulig próvøkuverkætlan Dømi um evnisskeið: Tú og umheimurin Tíðindablað Eitt virki (t.d. at stovna) Sølustevna Mentanartiltak Uttanlandaferð Nærumhvørvið Privatøkonomi Persónlig menning Kundar virkisins Virkisspæl Allar økislærugreinir 1) Broytt við kunngerð nr. 75 frá 8. august 2002. 2) Broytt við kunngerð nr. 34 frá 23. apríl 2010, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð fær gildið frá 1. august 2010. Tó fær § 1. nr. 1, 2, 3 og 4 virkna frá 1. august 2009.” 3) Broytt við kunngerð nr. 117 frá 24. august 2001.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙