Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. august 2002 Nr. 75
Kunngerð um broyting í kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið
(FHS-kunngerðin)
§ 1 Í kunngerð nr. 15 frá 14. februar 2000 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og…
Í kunngerð nr. 15 frá 14. februar 2000 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-kunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 117 frá 24. august 2001, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 2 verður orðið “grundlærugreinum” broytt til “almennum lærugreinum”. 2) Í § 4, stk. 1-2, § 6, stk. 1, § 11, stk. 2, § 12, stk. 1 og § 17, stk. 1 verður orðið “grundlærugreinir” broytt til: “almennar lærugreinir”. 3) Í § 4, stk. 3 verður orðið “grundlærugreinirnar” broytt til “almennu lærugreinirnar”. 4) Í § 4, stk. 4 verður orðið “Grundlærugreinaskipanin” broytt til “Skipanin av almennu lærugreinunum er henda:”. 5) Í § 4, stk 6 verður orðið “grundlærugreinina” broytt til “almennu lærugreinina”. 6) Í § 15, stk. 4 og 5 verður “15%” broytt til: “10%”. 7) Í § 15, stk. 6 verður “20%” broytt til: “15%”. 8) Í § 15, stk. 8 verður “ 15%” broytt til: “15% í einari lærugrein ella 10% samanlagt í øllum lærugreinum”. 9) Í § 17, stk 1 verður orðingin “,annaðhvørt munnliga ella skrivliga” strikað, og sum 2. plt. verður sett: “Ein skrivlig og ein munnlig próvtøka telur sum ein próvtøka hvør sær”. 10) § 17, stk. 2 verður strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, dagfesting 8. august 2002 Annlis Bjarkhamar (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.