Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. apríl 2010 Nr. 34
Kunngerð um broyting í kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið
(FHS-kunngerðin)
§ 1 Í kunngerð nr. 15 frá 14. februar 2000 um støðisútbúgving innan fyristingar-, handils- og…
Í kunngerð nr. 15 frá 14. februar 2000 um støðisútbúgving innan fyristingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum seinast broytt við kunngerð nr. 75 frá 8. august 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4, stk 3, verður “samanhangandi grund-“ broytt til “D-“, og síðsta punktum verður strikað. 2) Í § 4, stk. 4, verður í ovasta teigi í talvuni “Grundstigi” broytt til “D-stigi”. 3) Í § 8, stk. 1, nr. 3 verður “Kunningartøkni á C-stigi” broytt til “KST C, bert sjálvstøðug lærugrein hjá sjálvlesandi og stakgreinalesandi”. 4) § 12, stk. 4 verður strikað. 5) Í § 15, stk. 1 verður “eisini um hann skal til próvtøku eftir serligum treytum, sbrt. §16, stk. 4. strikað, og punktum verður sett eftir skrivligt avrik.” 6) § 15, stk 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinunum, fær næmingurin fyrru ávaring. Fyrsta fráveruuppgerðin fer fram beint undan heystfrítíðini. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.“ 7) § 15, stk. 5, 6 og 7 verða strikað og í staðin verður sett inn: “Stk. 5. Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina sbrt. stk. 4 til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar.Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, so fráveran framvegis er meiri enn 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella meiri enn 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinum, kann næmingurin ikki halda fram í útbúgvingini. Hann kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum. Stk. 6. Stakgreinalesandi eru eisini fevnd av ásetingunum um møtiskyldu. Stk. 7. Skúlastjórin sær til, at næmingarnir í teimum einstøku flokkunum/bólkunum fáa í minsta lagi 90% av tí í § 4, stk. 4 ásetta tímatalinum. Skúlastjórin skipar fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu pultstímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um pultstímatal. Stk.8. Skúlastjórin kann í heilt serligum føri loyva næmingi, ið hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði, at fara til próvtøku eftir vanligum treytum, hóast ásetingarnar í stk. 4 og stk. 5. Mentamálaráðið skal hava fráboðan.” 8) Aftaná § 15 verður sett: “§ 15 a. Næmingarnir skulu fylgja skilhaldsreglum skúlans. Skúlastjórin sær til, at næmingarnir við skúlaársbyrjan verða kunnaðir um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar. Stk. 2. Skúlastjórin kann burturvísa næmingí úr skúlanum, um næmingur groft brýtur skilhaldsreglur skúlans. Næmingur, sum verður burturvístur, kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.” 9) § 16, stk. 4 verður strikað, og í stk. 5, sum hereftir verður stk. 4, verður síðsta punktum strikað.” 10) § 17, stk. 2 og stk. 3 verður strikað, og í stk. 4, sum hereftir verður stk. 2, verður síðsta punktum strikað.
§ 2 Henda kunngerð fær gildi frá 1. august 2010. Tó fær § 1, nr. 1, 2, 3 og 4 virkna frá 1. august 2009
Henda kunngerð fær gildi frá 1. august 2010. Tó fær § 1, nr. 1, 2, 3 og 4 virkna frá 1. august 2009. Mentamálaráðið, 23. apríl 2010 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýriskvinna / Leivur Harryson (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.