Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
24. apríl 1998 Nr. 52
Kunngerð um próvtøku aftan á lokið støðisár á grundútbúgvingini innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið
Kapittul 1 Innskriving til próvtøku
Kapittul 2 Skipan av próvtøku
Kapittul 3 Alment um próvtøkurnar
Kapittul 4 Tær skrivligu próvtøkurnar
Kapittul 5 Tær munnligu og verkligu próvtøkurnar
Kapittul 6 Próvtalsgeving
Kapittul 7 Frágreiðing um úrslitið av próvtøkunum
Kapittul 8 Prógv
Kapittul 9 Ábyrgd
Kapittul 10 Gildiskoma
Við heimild í § 3, stk. 1 í løgtingslóg nr. 49 frá 5. mai 1987 um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum broytt við § 9 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing, verður fyrisett:
Kapittul 1
Innskriving til próvtøku
Kapittul 1 Innskriving til próvtøku
Próvtøka verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið). Stk. 2. Um krøvini til próvtøkurnar og próvtøkuskipanirnar í teimum einstøku lærugreinunum galda reglurnar í lesiætlanum og reglur, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið ásetir.
Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Undirvísingar- og mentamálastýrinum frá, hvørjir næmingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Undirvísingar- og mentamálastýrið ger. Skúlin skal boða Undirvísingar- og mentamálastýrinum frá alt fyri eitt, um broyting hjá tí einstaka næminginum fer fram seinni. Stk. 2. Næmingur, sum ikki lýkur krøvini um møtiskyldu, herundir at lata inn alt kravt, skrivligt avrik, sleppur ikki til próvtøku eftir vanligum reglum. Stk. 3. Fyri sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum reglum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum. Næmingur, sum fer til próvtøku eftir serligum reglum, skal til próvtøku í øllum lærugreinum. Stk. 4. Eingin næmingur kann innskriva seg til próvtøku í einari lærugrein á sama stigi meira enn 3 ferðir. Kapittul 2 Skipan av próvtøku
Kapittul 2 Skipan av próvtøku
Hvør næmingur skal til próvtøku í 4 kravdum lærugreinum. Undirvísingar- og mentamálastýrið ger við lutakasti av, hvørjum lærugreinum einstaki næmingurin skal til próvtøku í. Næmingurin kann ikki fara til bæði munnliga og skrivliga próvtøku í somu lærugrein sama próvtøkuskeið.
Hvør næmingur skal til próvtøku í 1 av sínum vallærugreinum. Undirvísingar- og mentamálastýrið ger við lutakasti av, hvørjari vallærugrein einstaki næmingurin skal til próvtøku í. Næmingurin kann ikki fara til bæði munnliga og skrivliga próvtøku í somu lærugrein sama próvtøkuskeið.
Um undirvísingin í einari lærugrein hevur verið skipað á ymsum torleikastigum, er høvuðsreglan tann, at próvtøkan skal laga seg eftir hægsta stigi, sum næmingurin hevur fingið undirvísing í.
Undirvísingar- og mentamálastýrið tilnevnir próvdómarar og ásetir, nær tær skrivligu og munnligu próvtøkurnar verða hildnar. Próvtøkutalvurnar verða sendar skúlanum í seinasta lagi 15. apríl. Próvtøkutalvurnar eru tá loyniligar, og bert skúlastjórin ella ein av honum heimilaður persónur hevur loyvi at kanna tær. Stk. 2. Próvtøkutalvurnar mugu ikki kunngerast fyrr enn seinasta undirvísingardag. Stk. 3. Hvør próvtakari kann bert fara til eina próvtøku um dagin.
Næmingur, ið er innskrivaður til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, men sum vegna sjúku heilt ella lutvíst hevur verið forðaður at farið til próvtøku, kann innskriva seg til sjúkrapróvtøku í teimum lærugreinum, hann vegna sjúku varð forðaður at fara til próvtøku í. Til innskrivingina skal nýtast eitt oyðublað, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið ger. Stk. 2. Undirvísingar- og mentamálastýrið kann, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, loyva næmingi, ið er innskrivaður til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, men sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki ella bert lutvíst hevur verið til próvtøku, at fara til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðinum. Stk. 3. Næmingur kann fara til endurpróvtøku í einari lærugrein, um hann hevur fingið 8 ella meira í ársmeti og 00 ella 03 til próvtøkuna, ella um hann hevur fingið 00 ella 03 í ársmeti, og lærugreinin ikki varð úttikin til próvtøkuna. Endurpróvtøkan verður hildin í sjúkrapróvtøkuskeiðinum, smb. § 1, stk. 1. Stk. 4. Næmingur, sum ynskir at fara til endurpróvtøku ávikavist eftir stk. 1, 2 ella 3, skal skrivliga boða skúlastjóranum frá hesum í seinasta lagi 25. juni.
Próvtøkurnar í sjúkrapróvtøkuskeiðinum verða hildnar eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri próvtøkurnar í vanliga próvtøkutíðarskeiðinum, tó soleiðis at Undirvísingar- og mentamálastýrið skal hava fráboðan um næmingar, ið skulu til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðinum, í seinasta lagi 27. juni, smb. § 2, stk. 1. Kapittul 3 Alment um próvtøkurnar
Kapittul 3 Alment um próvtøkurnar
Undirvísingar- og mentamálastýrið ásetir reglur um, hvussu próvtøkurnar verða framdar og um loyvdar hjálparmiðlar.
Ein lærari kann ikki verða próvdómari á somu skúladeild, har hann starvast sum lærari.
Próvtølini verða skrivað á ein av Undirvísingar- og mentamálastýrinum góðkendan próvtalslista, ið lærari og próvdómari skriva undir eftir lokna próvtøku. Um semja ikki er um at áseta eitt felags próvtal, verða próvtølini hjá próvdómara og lærara skrivað á próvtalslistan hvør sær. Tað liggur á próvdómara at handa ella í innskrivaðum brævi at senda skúlanum próvtalslistan. Stk. 2. Skúlastjórin ella ein av honum heimilaður persónur, skrivar tey endaligu próvtølini inn í eina góðkenda próvbók. Er ikki semja um eitt próvtal, verður hetta ásett av skúlastjóranum sambært reglum í § 24. Stk. 3. Skúlin skal varðveita próvtalslistarnar í minsta lagi 1 ár. Kapittul 4 Tær skrivligu próvtøkurnar
Kapittul 4 Tær skrivligu próvtøkurnar
Undirvísingar- og mentamálastýrið ger uppgávurnar til tær skrivligu próvtøkurnar og sendir skúlanum tær í seinasta lagi 4 dagar undan próvtøkudegnum. Stk. 2. Tað neyðuga talið av uppgávum, t.e. í minsta lagi 6 meira enn talið á próvtakarum, verður lagt í ein brævbjálva, sum verður latin aftur við segli. Á brævbjálvanum skal standa: Navn skúlans, próvtøkuskeið, uppgávuslag, tal á uppgávum, próvtøkudagur, klokkutíð fyri byrjan, próvtøkulongd og loyvdir hjálparmiðlar. Brævbjálvarnir við uppgávunum verða sendir skúlanum í innskrivaðum brævi ella latnir skúlastjóranum móti kvittan. Stk. 3. Skúlastjórin skal beinanvegin eftir móttøku av uppgávunum vissa seg um, at upplýsingarnar á brævbjálvunum við uppgávunum samsvara við tey neyðugu uppgávusløgini og tað neyðuga talið á uppgávum. Um okkurt ikki samsvarar, skal skúlastjórin alt fyri eitt boða Undirvísingar- og mentamálastýrinum frá hesum. Stk. 4. Eingin persónur á skúlanum má lata brævbjálvar við uppgávum upp, áðrenn próvtøkan í avvarðandi lærugrein byrjar.
Ein skrivlig próvtøka er byrjað, tá ið útflýggjan av uppgávunum er byrjað.
Einki eintak av einari próvtøkuuppgávu má takast úr próvtøkuhølinum, áðrenn próvtøkan er lokin.
Um so er, at ein próvtakari verður ov seinur til eina skrivliga próvtøku, verður hann roknaður sum ikki komin og hevur ikki rætt til at taka lut í próvtøkuni. Skúlastjórin ella ein av honum heimilaður persónur kann tó loyva honum at fara til próvtøkuna, um hann metir tað ógjørligt, at próvtakarin hevur fingið upplýsingar um uppgávuna, og um skúlastjórin metir seinkanina vera nóg væl grundgivna. Skúlastjórin skal alt fyri eitt lata Undirvísingar- og mentamálastýrinum eina skrivliga frágreiðing um próvtakaran saman við sínum tilmæli. Stk. 2. Próvtakari, sum verður tikin í óreiðiliga at útvega sær ella veita øðrum próvtakara hjálp at svara einari skrivligari uppgávu, ella sum roynir tað herundir at hava við sær ikki loyvdar hjálparmiðlar, skal av skúlastjóranum ella einum av honum heimilaðum persóni burturvísast frá próvtøkuni. Burturvísingin skal beinanvegin skrivliga fráboðast Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Stk. 3. Er illgruni um, meðan próvtøkan fer fram, ella tá ið svar verður próvdømt, at ein próvtakari óreiðiliga hevur útvegað sær ella veitt øðrum hjálp, skal Undirvísingar- og mentamálastýrið beinanvegin hava skrivliga fráboðan um hetta. Verður illgrunin staðfestur, tekur Undirvísingar- og mentamálastýrið avgerð um burturvísing frá próvtøku, og eitt møguligt próvtal fyri nevndu próvtøku dettur burtur. Stk. 4. Burturvísing frá próvtøku smb. stk. 2 og 3 fevnir eisini um írestandi próvtøkur í sama próvtøkuskeiði og ber eisini í sær burturvísing frá møguligari framhaldandi undirvísing. Stk. 5. Próvtakari kann um skúlastjóran kæra avgerð um burturvísing eftir stk. 2 - 4 til landsstýrismannin innan 7 dagar eftir, at avgerðin um burturvísing er tikin. Um próvtakari ikki er myndugur, kann kæran eisini sendast av tí, sum hevur foreldramyndugleikan. Stk. 6. Kæran verður send skúlastjóranum skrivliga, og sendir hann hana víðari til landsstýrismannin saman við einum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent landsstýrismanninum, skal skúlastjórin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast landsstýrismanninum. Stk. 7. Landsstýrismaðurin ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, sum kært hevur. Avgerðin hjá landsstýrismanninum er endalig.
Ein próvdómari og lærarin í lærugreinini døma skrivligu uppgávusvarini. Stk. 2. Próvdómarin ger fyrst sína døming og síðan lærarin. Aftaná fer samráðing fram um dømingina. Próvdómarin tekur stig til hesa samráðing. Er semja um dømingina, skrivar próvdómarin próvtalið á próvtalslistan í teigin “próvtøl”. Verða partarnir ikki samdir um eitt próvtal, skrivar próvdómarin, smb. § 24, á próvtalslistan í teigin “viðmerkingar” próvtalið hjá læraranum og próvtalið hjá próvdómaranum, og einki verður skrivað í teigin “próvtal”. Próvdómarin - og lærarin um hann er hjástaddur - undirskrivar síðan próvtalslistan, og próvdómarin handar hann ella sendir hann í innskrivaðum brævi til skúlan í seinasta lagi dagin eftir, at próvdømingin er liðug. Skúlastjórin sær til, at lærarin undirskrivar próvtalslistan, um hann ikki longu hevur gjørt tað. Lærarin sendir uppgávurnar í innskrivaðum brævi til skúlan ella handar skúlanum tær í seinasta lagi 2 dagar eftir, at próvdømingin er liðug. Stk. 3. Próvtakari kann fáa eitt avrit av sínum uppgávusvari, tá ið hann hevur fingið prógvið útflýggjað. Øll uppgávusvar skulu varðveitast á skúlanum í eitt ár. Kapittul 5 Tær munnligu og verkligu próvtøkurnar
Kapittul 5 Tær munnligu og verkligu próvtøkurnar
Skúlastjórin sendir Undirvísingar- og mentamálastýrinum lesipensum og próvtøkupensum til góðkenningar áðrenn 1. mars. Innsending og góðkenning fara fram sambært ásetingum hjá Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Avrit av lesipensum og próvtøkupensum verður latið næmingunum. Undirvísingar- og mentamálastýrið ger oyðubløð og leiðbeiningar til lesi- og próvtøkupensum.
Lærarin í lærugreinini ger spurningar til tær munnligu próvtøkurnar og uppgávurnar til tær verkligu próvtøkurnar, og virkar hann sum próvhoyrari. Stk. 2. Munnligu próvtøkuspurningarnir skulu verða fjølbroyttir og hóskandi í vavi, og teir skulu fevna um alt próvtøkupensum. Talið á próvtøkuspurningum skal verða 25% fleiri enn próvtakaratalið, tó í minsta lagi 20 spurningar, og eingin próvtøkuspurningur má koma fyri meira enn eina ferð í sama flokki/bólki. Einstaki spurningurin skal verða orðaður á slíkan hátt, at fleiri tættir í lærugreinini kunnu takast við í próvhoyringini. Spurningarnir og próvtøkupensum í lærugreinini verða um skúlastjóran send próvdómaranum í seinasta lagi 4 dagar undan próvtøkudegnum. Beint áðrenn próvtøkan byrjar, samráðast próvdómari og lærari um spurningarnar, og próvdómaranum er loyvt at strika einstakar spurningar, sum lærarin hevur gjørt. Stk. 3. Í serligum føri, tá talið á próvtakarum er sera lágt, t.d. til sjúkrapróvtøku, kann verða vikið frá ásetingini í stk. 2 um talið av próvtøkuspurningum. Talið á próvtøkuspurningunum skal tó altíð verða soleiðis, at tann einstaki próvtakarin skal hava í minsta lagi 4 spurningar at velja ímillum, og talið av próvtøkuspurningum skal eisini lúka ásetingina um 25% fleiri enn próvtakaratalið. Stk. 4. Verður vikið frá ásetingini í stk. 2, smb. stk. 3, skal skrivlig góðkenning fáast til vega frá skúlastjóranum.
Skúlin sær til, at neyðugt tilfar er til taks undir teimum munnligu og verkligu próvtøkunum.
Ein munnlig próvtøka byrjar, tá ið próvtakari hevur drigið próvtøkuspurningin.
Próvtakarin fær próvtøkuspurning við at velja millum seðlar, sum skulu verða óglærir og einsháttaðir. Einstaki próvtakarin skal í minsta lagi hava 4 seðlar at velja ímillum. Próvtøkuspurningurin verður latin próvtakaranum skrivliga. Stk. 2. Tær munnligu próvtøkurnar eru almennar. Stk. 3. Ljóð- ella myndaupptøka undir próvtøkuni er ikki loyvd. Stk. 4. Um fyrireikingartíð er til eina munnliga próvtøku, skulu próvtakararnir vera undir umsjón í fyrireikingartíðini, um so er, at fleiri enn ein próvtakari fyrireikar seg í sama høli. Stk. 5. Munnliga próvtøkan fer fram sum ein av próvhoyraranum leidd samtala. Tað er tó loyvt próvdómaranum, um læraran, at seta próvtakaranum einstakar spurningar. Heldur próvdómarin at próvhoyringin ikki er í lagi, er honum loyvt millum tvær próvhoyringar í einrúmi at mæla læraranum til at broyta próvhoyringarhátt. Heldur próvdómarin framvegis, at próvhoyringin ikki er í lagi, sendir hann um skúlastjóran Undirvísingar- og mentamálastýrinum eina skrivliga frágreiðing um próvhoyringina. Stk. 6. Próvdøming fer fram eftir hvørja próvhoyring. Stk. 7. Bert próvhoyrari og próvdómari mugu vera til steðar, tá ið próvdømingin fer fram. Próvdómarin sigur sína døming fyrst. Kapittul 6 Próvtalsgeving
Kapittul 6 Próvtalsgeving
Øll meting/døming av næmingum/próvtakarum verður framd sambært hesum próvtalsstiga (13-stiganum): 13-11-10-9-8-7-6-5-03-00. Stk. 2. Niðanfyri er allýsing av teimum einstøku próvtølunum: 13 verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik. 11 verður givið fyri sjálvstøðugt og avbera gott avrik. 10 verður givið fyri avbera gott, men av handahógvi merkt avrik. 9 verður givið fyri gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal. 8 verður givið fyri miðalgott avrik. 7 verður givið fyri toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal. 6 verður givið fyri avrik, sum akkurát kann verða góðtikið. 5 verður givið fyri ivasamt avrik, sum er ikki nøktandi. 03 verður givið fyri sera ivasamt, ófullfíggjað avrik, ið er ikki nøktandi. 00 verður givið fyri út av lagi ringt avrik.
Allir næmingarnir skulu hava ársmet í øllum lærugreinum, sum próvtøka kann verða hildin í. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari próvtøku, skal ársmet gevast í báðum førum. Stk. 2. Ársmet er meting lærarans av fakligu støðu næmingsins við undirvísingarlok. Ársmetini skulu skrivast í próvbók í seinasta lagi 8 dagar undan seinasta undirvísingardegi. Stk. 3. Í skrivligu lærugreinunum skulu í minsta lagi tvær skrivligar støðuroyndir vera í árinum. Hesar støðuroyndir skulu í torleika vera ájavnar við endaligu próvtøkurnar. Listi við støðumeti skal undirskrivast av faklæraranum og latast skúlanum sum skjótast eftir lokna støðuroynd sambært reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi í 1 ár.
Til skrivligu og munnligu próvtøkurnar geva próvdómari og lærari hvør sítt próvtal, smb. §§ 11 og 16. Um próvdómari og lærari ikki gerast samdir undir samráðing um próvtalið, verður próvtalið tað tal á próvtalsstiganum, sum liggur næst miðaltalinum. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey tøl á próvtalsstiganum, verður tað hækkað til tað fyrsta hægra talið á próvtalsstiganum, um tað er próvdómarin, ið hevur givið tað hægra próvtalið, men hevur próvdómarin givið tað lægra próvtalið, verður próvtalið tað fyrsta lægra talið á próvtalsstiganum. Próvtølini 00 og 13 kunnu tó bert verða givin, um bæði lærari og próvdómari eru samdir um tað. Kapittul 7 Frágreiðing um úrslitið av próvtøkunum
Kapittul 7 Frágreiðing um úrslitið av próvtøkunum
Alt fyri eitt, sum próvtøkurnar eru loknar, sendir skúlastjórin Undirvísingar- og mentamálastýrinum hagtøl próvtøkuni viðvíkjandi á oyðubløðum, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið ger. Kapittul 8 Prógv
Kapittul 8 Prógv
Prógvið verður skrivað á eitt serligt oyðublað, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur góðkent.
Um næmingur ikki skal til próvtøku í eini lærugrein, verður ársmetið sett á prógvið, og telur ársmetið sum eitt próvtal, og skal hetta greitt tilskilast. Skal næmingur til próvtøku í einari ávísari lærugrein, verða ársmetið og próvtalið skrivað á prógvið. Eitt miðaltal við einum desimali verður roknað av ávikavist ársmetunum og próvtølunum og sett í prógvið. Eitt nýtt miðaltal við einum desimali verður roknað sum miðaltal av báðum áðurnevndu miðaltølum og verður sett í prógvið sum “próvtøkuúrslit”. Stk. 2. Serstøk skrivlig og munnlig ársmet/próvtøl verða givin í lærugreinum, sum hava bæði ein skrivligan og munnligan tátt, og telja ársmetini/próvtølini hvørt sær. Stk. 3. Hjá næmingum, sum hava verið til endurpróvtøku ávikavist próvtøku sambært § 7, stk. 3 er hægsta próvtalið galdandi. Stk. 4. Sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum reglum, fáa ikki ársmet, og próvtøkuúrslitið er tað sama sum miðaltalið av próvtølunum. Kapittul 9 Ábyrgd
Kapittul 9 Ábyrgd
Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at próvtøkurnar fara fram í samsvari við reglurnar í hesari kunngerð og við tær reglur, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið ásetir. Kapittul 10 Gildiskoma
Kapittul 10 Gildiskoma
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.