Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. november 2005 Nr. 117
Kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 37 frá 6. mai 2014
Kap. 1 Umráði v.m.
Kap. 2 Reiðskapur
Kap. 3 Veiða við línu
Kap. 4 Veiða við gørnum
Kap. 5 Veiða við troli
Kap. 6 Fráboðanarskylda
Kap. 7 Revsireglur og gildiskoma
Við heimild í § 9, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
Kap. 1
Umráði v.m.
§ 1 Henda kunngerð ásetir fiskileiðir, tíðarskeið og reiðskap hjá føroyskum fiskiførum, sum eru…
Henda kunngerð ásetir fiskileiðir, tíðarskeið og reiðskap hjá føroyskum fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum og fiska í føroyskum sjógvi. Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri smábátar, sum fiska til egið brúk. Minstamát
§ 2 1) Fiskur, ið ikki stendur mát sambært fylgiskjali 1, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á…
1) Fiskur, ið ikki stendur mát sambært fylgiskjali 1, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Veiðan av undirmátsfiski fyri hvønn túr, má ikki vera meira enn 5% av samlaðu vektini av veiðini fyri túrin. Veiðan av undirmátsmakreli kann tó vera uppí 10% av samlaðu vektini av veiðini fyri túrin. Kap. 2 Reiðskapur
§ 3 Einki fiskifar má nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 145 mm, tó undantikið í teimum førum,…
Einki fiskifar má nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 145 mm, tó undantikið í teimum førum, sum nevnd eru í §§ 14 - 19. Stk. 2. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir §§ 4 og 5 skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi. Stk. 3. Skovlváð, trol, snurriváð og líknandi net skulu, tá fiskifør eru stødd ella sigla á teimum í §§ 12, 13, 16 og 18 nevndu leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðum, har veiða við hesum reiðskapi ikki er loyvd, vera burturstúgvað á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir. Faststandandi og drívandi reiðskapur
§ 4 Allar boyur á faststandandi ella drívandi fiskireiðskapi, so sum lína, teinar (rúsur), gørn o.a.,…
Allar boyur á faststandandi ella drívandi fiskireiðskapi, so sum lína, teinar (rúsur), gørn o.a., skulu vera merktar við havnakenningarnummari-num hjá fiskifarinum. Stk. 2. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnakenningarnummari. Stk. 3. Er fiskifarið ikki skrásett, skulu boyurnar vera merktar við navni og bústaði hjá eigaranum. Bummtrol
§ 5 Veiða við bummtroli, skovlváð, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd
Veiða við bummtroli, skovlváð, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd. Tal av trolum
§ 6 Einki fiskifar má nýta meira enn eitt trol í senn
Einki fiskifar má nýta meira enn eitt trol í senn. Trolposin
§ 7 Tvørmátið á tráðnum í posanum, 8 teir aftastu metrarnir av trolinum, eigur ikki at fara upp um 8…
Tvørmátið á tráðnum í posanum, 8 teir aftastu metrarnir av trolinum, eigur ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan, millumstykkið, skal ikki vaksa í ummáti úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvir- og undirpartinum skulu vera eins. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvir- og undirpláturnar eru eins. Ummátið í forkanti á posanum má ikki vera víðari enn afturkantur á millumstykkinum. Loyvt er at sneiða 3 tær aftastu meskarnar í posanum inneftir. Stk. 2. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt: a) at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar, á undirsíðuna av trolposanum, fyri at minka um slit, b) at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið, og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis, at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk. Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka gjørðir (rundstroppar), tó er loyvt at hava eina gjørð (lyftistropp) í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Stk. 4. 2) Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi. Kap. 3 Veiða við línu
§ 8 Fiskifør, størri enn 90 tons, hava ikki loyvi at veiða við línu innan fyri 6 fjórðingar úr…
Fiskifør, størri enn 90 tons, hava ikki loyvi at veiða við línu innan fyri 6 fjórðingar úr grundlinjunum. Stk. 2. Fiskifør, millum 15 og 90 tons, sum hava egningarmaskinu, hava ikki loyvi at veiða við línu innan fyri linjur drignar millum hesi støð: a) 62°05,700 N 007°43,500 V b) 62°11,000 N 007°20,000 V d) 62°19,000 N 007°14,000 V e) 62°23,500 N 006°48,000 V f) 62°24,700 N 006°33,000 V g) 62°22,000 N 006°15,000 V h) 62°20,500 N 006°12,000 V i) 62°14,000 N 006°16,500 V j) 62°11,000 N 006°23,500 V k) 61°57,500 N 006°33,500 V l) 61°50,000 N 006°35,000 V m) 61°19,200 N 006°39,000 V n) 61°28,000 N 006°53,500 V o) 61°36,500 N 007°02,000 V p) 61°55,000 N 006°59,500 V r) 62°05,700 N 007°43,500 V Kap. 4 Veiða við gørnum Leiðir fyri tosk, hýsu og upsa
§ 9 Veiða við gørnum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd í teimum í stk. 2 og 3 nevndu…
Veiða við gørnum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd í teimum í stk. 2 og 3 nevndu tíðarskeiðum og leiðum. Stk. 2. Alt árið innan fyri 30 fjórðingar úr grundlinjunum. Stk. 3. Alt árið á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støð: a) 60°50,000 N 007°57,000 V b) 61°03,000 N 007°57,000 V d) 61°15,500 N 008°16,000 V e) 61°13,333 N 008°42,200 V f) 61°00,000 N 009°11,000 V g) 60°48,666 N 009°25,000 V h) 60°24,000 N 009°07,000 V i) 60°50,000 N 007°57,000 V Stk. 4. Frá forboðnum eru tó tey fiskifør undantikin, ið hava serloyvi til royndir, sum Fiskirannsóknarstovan skipar fyri. Leiðir fyri sild, reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi
§ 10 Á innaru landleiðini sambært § 4, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap er beinleiðis veiða…
Á innaru landleiðini sambært § 4, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap er beinleiðis veiða eftir sild, reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi loyvd við upp til 10 gørnum fyri hvørt fiskifar. Longdin á hvørjum garni má ikki fara upp um 30 favnar. Tó er ikki loyvt at seta gørn nærri landi enn 30 m mált frá hægstu fjøru. Við áarósa mugu gørn ikki setast nærri enn 100 m roknað frá ósamunnanum mált frá hægstu fjøru. Stk. 2. Einki fiskifar má nýta sildagørn, har meskurin í nøkrum parti av garninum fer upp um 70 mm. Stk. 3. Einki fiskifar má í veiði eftir reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi nýta gørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara ávikavist niður um 125 mm og upp um 135 mm. Kap. 5 Veiða við troli Leiðir fyri trol
§ 11 Veiða við troli er ikki loyvd í teimum í stk. 2 - 4 nevndu leiðum og tíðarskeiðum
Veiða við troli er ikki loyvd í teimum í stk. 2 - 4 nevndu leiðum og tíðarskeiðum. Stk. 2. Í øki M í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. juni, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 006°30,000 V og longdarstigið 006°00,000 V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44,000 N - 006°30,000 V og 62°37,000 N - 006°00,000 V. Stk. 3. 2) Í øki P alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 61°37,000 N 007°33,000 V b) 61°30,000 N 007°45,000 V d) 61°26,000 N 007°45,000 V e) 61°25,416 N 008°01,000 V f) 61°32,800 N 008°20,500 V g) 61°36,000 N 008°10,000 V h) 61°31,500 N 007°56,000 V i) 61°41,000 N 007°38,500 V j) 61°37,000 N 007°33,000 V Maskinorka
§ 12 Fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, og partrolarar, hava ikki loyvi at veiða við skovlváð,…
Fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, og partrolarar, hava ikki loyvi at veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti í teimum í stk. 2 og 3 nevndu tíðarskeiðum og leiðum. Stk. 2. Í øki R alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 61°36,000 N 008°10,000 V b) 61°31,500 N 007°56,000 V d) 61°41,000 N 007°38,500 V e) 61°44,800 N 007°43,300 V f) 61°36,000 N 008°10,000 V Stk. 3. Í øki S alt árið sunnan fyri Skeivabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 61°37,000 N 007°33,000 V b) 61°30,000 N 007°45,000 V d) 61°26,000 N 007°45,000 V e) 61°27,000 N 007°30,000 V f) 61°32,500 N 007°27,000 V g) 61°37,000 N 007°33,000 V Stødd á meskum
§ 13 Í beinleiðis veiði eftir upsa, blálongu, langasporli, stinglaksi, kongafiski og flatfiski er…
Í beinleiðis veiði eftir upsa, blálongu, langasporli, stinglaksi, kongafiski og flatfiski er loyvt trolarum at nýta mesk minni enn 145 mm. Uppsjóvartrol
§ 14 Beinleiðis veiða eftir toski, hýsu, upsa og kongafiski við uppsjóvartroli er ikki loyvd
Beinleiðis veiða eftir toski, hýsu, upsa og kongafiski við uppsjóvartroli er ikki loyvd. Upsi
§ 15 Í beinleiðis veiði eftir upsa er loyvt at nýta 135 mm í posanum, ið kann vera í mesta lagi 8 teir…
Í beinleiðis veiði eftir upsa er loyvt at nýta 135 mm í posanum, ið kann vera í mesta lagi 8 teir aftastu metrarnir. Beinleiðis veiða eftir upsa merkir, at meira enn 50% av vektini í hvørjum háli er upsi. Blálonga, langasporl og stinglaksur
§ 16 Í beinleiðis veiði eftir blálongu, langasporli og stinglaksi er loyvt at nýta 100 mm í posanum,…
Í beinleiðis veiði eftir blálongu, langasporli og stinglaksi er loyvt at nýta 100 mm í posanum, ið kann vera í mesta lagi 22 m til longdar og 135 mm í restini av trolinum á leiðum sunnan fyri 61°45,000 N og vestan fyri 009°00,000 V og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum staðfestingarnar 60°30,000 N 007°00,000 V og 60°00,000 N og 06°00,000 V. Stk. 2. Beinleiðis veiða eftir blálongu, langasporli og stinglaksi merkir, at meira enn 50% av vektini í hvørjum háli er blálonga, langasporl og stinglaksur. Ikki er loyvt at toga á dýpi grynri enn 500 m. Kongafiskur
§ 17 Í beinleiðis veiði eftir kongafiski er loyvt at nýta 135 mm í posanum og í restini av trolinum.…
Í beinleiðis veiði eftir kongafiski er loyvt at nýta 135 mm í posanum og í restini av trolinum. Beinleiðis veiða eftir kongafiski merkir, at meira enn 50% av vektini í hvørjum háli er kongafiskur. Flatfiskur
§ 18 Í beinleiðis veiði eftir flatfiski á teimum leiðum, sum eru settar út niðanfyri, er fiskiførum…
Í beinleiðis veiði eftir flatfiski á teimum leiðum, sum eru settar út niðanfyri, er fiskiførum við 500 HK maskinorku ella minni, og sum hava trolloyvi til hesa leið, loyvt at nýta trol, sum ikki í nøkrum parti hevur meskar, ið fara niður um 120 mm, og sum hevur innsetta rist við 40 mm millum rimarnar. Hevur trolið ein ovara posa í samband við ristina, skal meskavíddin í hesum minst vera 180 mm og vera gjørdur úr dupultum tráði 6 mm til tjúktar. Leiðirnar eru innan fyri linjur drignar millum hesi støð: a) Frá 1. juli til 1. september, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08,800 N 007°26,000 V) og innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 62°30,000 N 007°45,000 V 2) 62°30,000 N 007°30,000 V 3) 62°26,083 N 007°30,000 V b) Frá 1. juli til 1. september, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar úr grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30,000 V og norðan fyri breiddarstigið 62°25,000 N. d) Frá 1. juli til 1. september, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 06°30,000 V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44,000 N - 06°30,000 V og 62°37,000 N - 06°00,000 V. Stk. 2. Beinleiðis veiða eftir flatfiski merkir, at hjáveiða av toski og hýsu ikki fer upp um 35% av samlaðu vektini fyri hvønn túr. Stk. 3. Fiskifør, sum hava loyvi at fiska sambært undantaksreglunum eftir flatfiski, kunnu ikki á sama túri skifta millum vanligt trol og trol sambært undantaksreglunum, ella øvugt. Sild3) 2)
§ 19 3) 2) Tá sild verður veidd við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm
3) 2) Tá sild verður veidd við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm. Stk. 2. 3) 2) Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er loyvt at hava hjáveiði av hesum fiskasløgum í beinleiðis veiði eftir norðhavssild ella heystgýtandi sild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felags kvotuni hjá viðkomandi fiskiførum. Stk. 3. 3) 2) Hjá fiskiførum, sbrt. stk. 2, har kvotan av øðrum uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, kann hjáveiðan av hesum fiskasløgum í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild og heystgýtandi sild í mesta lagi vera 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping. Stk. 4. 3) 2) Í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild ella heystgýtandi sild kann samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meiri enn 2% av samlaðu vektini av veiðuni fyri hvørt hál. Hjáveiða av øðrum botnfiskasløgum er loyvd. Stk. 5. 3) 2) Skiparin hevur skyldu at boða VØRN frá, um íblandingin av øðrum uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, ella botnfiski er størri enn tey í stk. 3 og 4 ásettu hámørk. Kap. 6 Fráboðanarskylda
§ 20 Fiskifør, sum fiska sambært undantaksreglunum í §§ 14 - 18, skulu boða Fiskiveiðieftirlitinum…
Fiskifør, sum fiska sambært undantaksreglunum í §§ 14 - 18, skulu boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá ið tey byrja og enda henda fiskiskap.
§ 21 Um fiskifør, sum fiska sambært undantaksreglunum í §§ 15 - 17, hava størri enn 50% íbland av…
Um fiskifør, sum fiska sambært undantaksreglunum í §§ 15 - 17, hava størri enn 50% íbland av øðrum fiskasløgum, skal Fiskiveiðieftirlitið hava boð um hetta, og skal fiskiskapurin eftir hesum fiskasløgum steðga beinanvegin. Stk. 2. Loyvt er ikki at skifta aftur til meskar sambært undantaksreglunum í §§ 14 – 18 á sama túri. Kap. 7 Revsireglur og gildiskoma
§ 22 Brot á ásetingarnar í §§ 2-21 verða revsað eftir § 40, stk. 1, nr. 1, 5 og 6 í lógini um…
Brot á ásetingarnar í §§ 2-21 verða revsað eftir § 40, stk. 1, nr. 1, 5 og 6 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 23 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996. Fiskimálaráðið, 14. november 2005 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Fylgiskjal 1 cm Toskur (Gadus morhua) 40 Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) 37 Reyðsprøka (Pleuronectes platessa) 40 Lálla (Glyptocephalus cynoglossus) 28 Tunga (Microstomus kitt) 30 Kalvi (Hippoglossus hippoglossus) 45 Sild (Clupea harengus) 22 Glaskvoysa (Lepidorhobmus whifflagonis) 25 Laksur (Salmo salar) 60 Hvítingur (Merlangius merlangus) 30 Stórur kongafiskur (Sebastes marinus) 30 Trantkongafiskur (Sebastes mentella) 30 Blálonga (Molva dipterygia) 60 Longa (Molva molva) 60 Brosma (Brosme brosme) 40 Langasporl (Coryphaenoides rupestris) 40 Gulllaksur (Argentina silus) 28 Havtaska (Lophius piscatorius) 50 Upsi (Pollachius virens) 45 Svartkalvi (Rheinhardtius hippoglossoides) 35 Makrelur (Scomber Scombrus) 30 1) Broytt við kunngerð nr. 85 frá 9. juli 2010. 2) Broytt við kunngerð nr. 37 frá 6. mai 2014. 3) Broytt við kunngerð nr. 101 frá 15. juli 2011.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(5)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
5 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.