Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. mai 2014 Nr. 37

Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum

§ 1 Í kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum…

Í kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 85 frá 9. juli 2010 og kunngerð nr. 101 frá 15. juli 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 7 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi.” 2. Í § 11 verður stk. 3 strikað. Stk. 4 verður eftir hetta stk. 3. 3. Yvirskriftin yvir § 19 verður orðað soleiðis: “Sild” 4. § 19 verður orðað soleiðis: “§ 19. Tá sild verður veidd við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm. Stk. 2. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er loyvt at hava hjáveiði av hesum fiskasløgum í beinleiðis veiði eftir norðhavssild ella heystgýtandi sild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felags kvotuni hjá viðkomandi fiskiførum. Stk. 3. Hjá fiskiførum, sbrt. stk. 2, har kvotan av øðrum uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, kann hjáveiðan av hesum fiskasløgum í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild og heystgýtandi sild í mesta lagi vera 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping. Stk. 4. Í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild ella heystgýtandi sild kann samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meiri enn 2% av samlaðu vektini av veiðuni fyri hvørt hál. Hjáveiða av øðrum botnfiskasløgum er loyvd. Stk. 5. Skiparin hevur skyldu at boða VØRN frá, um íblandingin av øðrum uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, ella botnfiski er størri enn tey í stk. 3 og 4 ásettu hámørk.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 6. mai 2014 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙