Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. juli 2011 Nr. 101
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1 Í kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum…
Í kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 85 frá 9. juli 2010, verður § 19 orðað soleiðis: “Sild og gulllaksur
§ 19 Tá sild ella gulllaksur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm
Tá sild ella gulllaksur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm. Stk. 2. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er loyvt at hava hjáveiði av hesum fiskasløgum í beinleiðis veiði eftir norðhavssild ella heystgýtandi sild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felags kvotuni hjá viðkomandi fiskiførum. Stk. 3. Hjá fiskiførum, sbrt. stk. 2, har kvotan av øðrum uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, kann hjáveiðan av hesum fiskasløgum í beinleiðis veiði eftir norðhavssild og heystgýtandi sild í mesta lagi vera 5% av samlaðu vektini av veiðini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping. Stk. 4. Í beinleiðis veiði eftir norðhavssild, heystgýtandi sild ella gulllaksi má samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meiri enn 2% av samlaðu vektini av veiðini fyri hvørt hál. Hjáveiða av øðrum botnfiskasløgum er loyvd. Stk. 5. Skiparin hevur skyldu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, um íblandingin av øðrum uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, ella botnfiski er størri enn tey í stk. 3 og 4 ásettu hámørk.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 15. juli 2011 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.