Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. juli 2010 Nr. 85
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1 Í kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum…
Í kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum verða gjørdar hesa broytingar: 1) § 2, 2. og 3. pkt. verða orðað soleiðis: “Veiðan av undirmátsfiski fyri hvønn túr, má ikki vera meira enn 5% av samlaðu vektini av veiðini fyri túrin. Veiðan av undirmátsmakreli kann tó vera uppí 10% av samlaðu vektini av veiðini fyri túrin.” 2) § 19 verður orðað soleiðis: “Sild og gulllaksur
§ 19 Tá sild ella gulllaksur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm
Tá sild ella gulllaksur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm. Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir sild ella gulllaksi má samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meiri enn 2% av samlaðu veiðini fyri hvørt hál. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum er loyvd.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 9. juli 2010 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.