Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Røktarheim er bústaður, ið hýsir fólkapensjónisti við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hevur…§ 2Røktarheim verður stovnsett av landinum ella av kommunu eftir góðkenning landstýrismansins§ 3Røktarheim, ið verður tikið í nýtslu eftir 1. september 2013, skal§ 4Eldrasambýli er bústaður, ið hýsir fólkapensjónisti við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum…§ 5Eldrasambýli verða stovnsett av kommunu ella kommunum eftir góðkenning landsstýrismansins§ 6Almannaverkið fyrisitur tænastuna á eldrasambýlinum§ 7Eigarin rindar rakstrarútreiðslurnar av húsinum§ 8Valdar verða 6 upptøkunevndir, sum virka sum felags upptøkunevndir fyri bæði eldrasambýli og…§ 91) Upptøkunevndin tekur avgerð um upptøku og umlætting á røktarheimi, ellisheimi, heimi fyri…§ 101) (Strikað)§ 11Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar§ 121) Umsóknir verða sendar økisskrivstovuni í tí øki, har borgarin býr. Í øki 1 verða umsóknir…§ 13Fyrsta rætt til upptøku á røktarheimi og eldrasambýli hava fastbúgvandi í kommununi, har heimið…§ 14Flytur pensjónistur, sum ikki hevur bústað í kommununi, inn á eldrasambýli ella røktarheim, skal…§ 15Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli, skal rinda eitt…§ 16Allir pensjónistar gjalda fyri tænastuna á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.…§ 17Gjald sambært §§ 15 og 16 verður rindað, áðrenn tann 1. í tí mánaðinum, sum goldið verður fyri§ 18Pensjónistur kann vera til umlætting á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli í mesta lagi í…§ 19Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum Almannaverkið og pensjónistin um…§ 20Røktarheim og sambýli, sum bjóða heimabúgvandi pensjónistum fyribyrgjandi tænastur sambært § 21,…§ 21Røktarheim og sambýli kunnu bjóða pensjónistum, sum ikki búgva á heiminum fyribyrgjandi tænastur,…§ 22Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt brúkararáð, sum hevur til endamáls at…§ 23Felagslutir, ið eru játtaðir heiminum sum heild, eru ogn hjá heiminum, og ikki ogn hjá tí…§ 24Avgerðir um upptøku ella gjald sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og…§ 25Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2013

Lógtekstur

5. juli 2013 Nr. 99

Kunngerð um røktarheim og eldrasambýli, sum broytt við kunngerð nr. 122 frá 29. oktober 2013

Við heimild í § 32, stk. 1 og 4 í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um lóg fyri Føroyar um almenna forsorg, sum broytt við lov nr. 1075 frá 23. desember 1992, lov nr. 393 frá 20. mai 1992 og løgtingslóg nr. 76 frá 23. mai 1997, verður ásett:

Røktarheim

§ 1 Røktarheim er bústaður, ið hýsir fólkapensjónisti við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hevur…

Røktarheim er bústaður, ið hýsir fólkapensjónisti við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hevur tørv á røkt alt samdøgrið. Stk. 2. Sum røktarheim verður roknað: 1) Røktarheim, 2) ellisheim, og 3) heim fyri minnisveik. Stk. 3. Í serligum føri kann røktarheim eisini hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn fólkpensjónisti.

§ 2 Røktarheim verður stovnsett av landinum ella av kommunu eftir góðkenning landstýrismansins

Røktarheim verður stovnsett av landinum ella av kommunu eftir góðkenning landstýrismansins. Stk. 2. Stovnsetari ger reglugerð fyri heimið, ið landsstýrismaðurin skal góðkenna. Stk. 3. Reglugerðir fyri røktarheim, sum eru góðkendar áðrenn 1. september 2013, skulu áðrenn 1. januar 2014 verða soleiðis broyttar, at tær eru í tráð við ásetingarnar í hesi kungerð.

§ 3 Røktarheim, ið verður tikið í nýtslu eftir 1. september 2013, skal

Røktarheim, ið verður tikið í nýtslu eftir 1. september 2013, skal: 1) Í minsta lagi hava pláss fyri 20 búfólkum. 2) Hava eina stødd á bygninginum, sum í minsta lagi er 75 m² (brutto) fyri hvørt búfólk. 3) Hava eina stødd á búrúmunum hjá íbúgvunum, sum í minsta lagi er 22 m² (brutto) til støddar. Til búrúmið skal hoyra bað og vesi, sum tilsamans í minsta lagi er 4,5 m² (bruto) til støddar. 4) Hava nøktandi høli til fysioterapi og ergoterapi. Eldrasambýli

§ 4 Eldrasambýli er bústaður, ið hýsir fólkapensjónisti við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum…

Eldrasambýli er bústaður, ið hýsir fólkapensjónisti við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hevur tørv á hjálp til tað dagliga. Stk. 2. Í serligum føri kann eldrasambýlið eisini hýsa røktarkrevjandi fólka- og fyritíðarpensjónisti.

§ 5 Eldrasambýli verða stovnsett av kommunu ella kommunum eftir góðkenning landsstýrismansins

Eldrasambýli verða stovnsett av kommunu ella kommunum eftir góðkenning landsstýrismansins. Stk. 2. Stovnsetarin ger reglugerð fyri heimið, ið skal góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 6 Almannaverkið fyrisitur tænastuna á eldrasambýlinum

Almannaverkið fyrisitur tænastuna á eldrasambýlinum.

§ 7 Eigarin rindar rakstrarútreiðslurnar av húsinum

Eigarin rindar rakstrarútreiðslurnar av húsinum. Stk. 2. Eru fleiri kommunur saman um raksturin av húsinum, gera kommunurnar sjálvar ein býtislykil fyri rakstrarútreiðslurnar. Upptøka o.a.

§ 8 Valdar verða 6 upptøkunevndir, sum virka sum felags upptøkunevndir fyri bæði eldrasambýli og…

Valdar verða 6 upptøkunevndir, sum virka sum felags upptøkunevndir fyri bæði eldrasambýli og ellis- og røktarheim innan ávísu økini. Stk. 2. Økini eftir stk. 1 eru: 1) Øki 1: Tórshavnar kommuna. 2) Øki 2: Sørvágs kommuna, Vága kommuna, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Eiðis kommuna og Sunda kommuna. 3) Øki 3: Eysturoyggin, undantikið Sunda kommunu og Eiðis kommunu. 4) Øki 4: Norðoyggjar. 5) Øki 5: Suðuroyggin. 6) Øki 6: Sandoy. Stk. 3. Til upptøku á ellis- og røktarheimi er Eiðis kommuna tó partur av øki 3.

§ 9 1) Upptøkunevndin tekur avgerð um upptøku og umlætting á røktarheimi, ellisheimi, heimi fyri…

1) Upptøkunevndin tekur avgerð um upptøku og umlætting á røktarheimi, ellisheimi, heimi fyri minnisveik og eldrasambýli. Stk. 2. 1) Í upptøkunevndina verða hesi vald fyri 4 ár: 1) Avvarðandi økisleiðari í Almannaverkinum. 2) Visitator í økinum. 3) Røktarheimsleiðarar í økinum. 4) Upp til fýra umboð kunnu verða tilnevnd av kommununum í upptøkuøkinum í felag. Umboðini skulu hava røktarfakliga ella aðra hóskandi útbúgving. Eisini kunnu umboðini hava drúgvar starvsroyndir á eldraøkinum. Stk. 3. 1) Økisleiðarin er formaður í upptøkunevndini. Upptøkunevndin útnevnir næstformann. Almannaverkið veitir skrivara til upptøkunevndina. Skrivarin hevur ikki atkvøðurætt. Stk. 4. Upptøkunevndin er viðtøkufør, tá ið minst helmingurin av nevndarlimunum er møttur. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi. Stk. 5. 1) Í bráfeingis málum kann nevndarformaðurin taka avgerð um upptøku til umlætting. Upptøkunevndin verður síðani kunnað um avgerðina. Stk. 6. 1) Almannaverkið hevur ábyrgd av at skipa upptøkunevndina. Stk. 7. 1) Ásetingarnar í stk. 3 og stk. 6 eru ikki galdandi fyri øki 1, har nevndin skipar seg sjálv við formanni og skrivara.

§ 10 1) (Strikað)

1) (Strikað).

§ 11 Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar

Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar.

§ 12 1) Umsóknir verða sendar økisskrivstovuni í tí øki, har borgarin býr. Í øki 1 verða umsóknir…

1) Umsóknir verða sendar økisskrivstovuni í tí øki, har borgarin býr. Í øki 1 verða umsóknir sendar kommununi. Stk. 2. Visitator ger eina skrivliga tørvsmeting av røktartørvinum hjá viðkomandi umsøkjara.

§ 13 Fyrsta rætt til upptøku á røktarheimi og eldrasambýli hava fastbúgvandi í kommununi, har heimið…

Fyrsta rætt til upptøku á røktarheimi og eldrasambýli hava fastbúgvandi í kommununi, har heimið liggur. Stk. 2. Eru fleiri kommunur ánarar av einum røktarheimi ella sambýli, hava fastbúgvandi úr ánarakommunum fyrsta rætt til upptøku. Stk. 3. Fólk, sum eru fastbúgvandi í aðrari kommunu í upptøkuøkinum, kunnu fáa umlætting ella búpláss, um pláss er tøkt, og tey annars lúka upptøkutreytirnar. Stk. 4. Í heilt serligum førum kunnu fólk, sum ikki eru fastbúgvandi í upptøkuøkinum, fáa umlætting ella búpláss, um pláss er tøkt, og tey annars lúka upptøkutreytirnar.

§ 14 Flytur pensjónistur, sum ikki hevur bústað í kommununi, inn á eldrasambýli ella røktarheim, skal…

Flytur pensjónistur, sum ikki hevur bústað í kommununi, inn á eldrasambýli ella røktarheim, skal avvarðandi kommuna skrivliga vátta at gjalda partvíst til útreiðslurnar av húsinum. Stk. 2. Gjaldið sambært stk. 1 verður avtalað millum kommunurnar. Um kommunurnar ikki semjast um gjaldið, verður hetta ásett av landsstýrismanninum. Gjald

§ 15 Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli, skal rinda eitt…

Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli, skal rinda eitt mánaðarligt gjald fyri vistarhaldi, ið fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, felags útreiðslur o.t. Stk. 2. Á eldrasambýlunum verður gjaldið kravt inn av kommununum, og á ellis- og røktarheimum krevur landið gjaldið inn. Stk. 3. Á røktarheimi og sambýlum í Sandoynni krevur landið gjaldið inn.

§ 16 Allir pensjónistar gjalda fyri tænastuna á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.…

Allir pensjónistar gjalda fyri tænastuna á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum. Gjaldið fevnir m.a. um røkt og praktiska hjálp. Stk. 2. Gjaldið er treytað av inntøkuni hjá pensjónistinum og verður rindað til landið. Stk. 3. Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum í § 20, stk. 1-5 í løgtingslóg um almannapensjónir.

§ 17 Gjald sambært §§ 15 og 16 verður rindað, áðrenn tann 1. í tí mánaðinum, sum goldið verður fyri

Gjald sambært §§ 15 og 16 verður rindað, áðrenn tann 1. í tí mánaðinum, sum goldið verður fyri. Stk. 2. Goldið verður fyrstu ferð við endan av tí mánaði, flutt verður inn. Stk. 3. Um pensjónistur ynskir at innrætta býlið á serligan hátt, verður skrivlig avtala gjørd millum heimið og pensjónistin, áðrenn broytingar verða framdar í býlinum. Stk. 4. Gjald sambært §§ 15 og 16 verður goldið seinastu ferð fyri mánaðin, sum flutt verður út ella pensjónistur andast.

§ 18 Pensjónistur kann vera til umlætting á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli í mesta lagi í…

Pensjónistur kann vera til umlætting á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli í mesta lagi í 90 dagar í einum álmanakkaári. Stk. 2. Eitt samdøgursgjald verður goldið fyri vistarhaldið undir umlættingini frá fyrsta degi. Stk. 3. 1) Goldið verður eina ferð um mánaðin fyri umlætting, sum er veitt mánaðin fyri. Stk. 4. 1) Á eldrasambýlum fellir gjaldið til kommunurnar, og á ellis- og røktarheimum fellir gjaldið til landið.

§ 19 Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum Almannaverkið og pensjónistin um…

Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum Almannaverkið og pensjónistin um gjaldstreytirnar á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.

§ 20 Røktarheim og sambýli, sum bjóða heimabúgvandi pensjónistum fyribyrgjandi tænastur sambært § 21,…

Røktarheim og sambýli, sum bjóða heimabúgvandi pensjónistum fyribyrgjandi tænastur sambært § 21, kunnu krevja gjald fyri hesa tænastu. Aðrar tænastur

§ 21 Røktarheim og sambýli kunnu bjóða pensjónistum, sum ikki búgva á heiminum fyribyrgjandi tænastur,…

Røktarheim og sambýli kunnu bjóða pensjónistum, sum ikki búgva á heiminum fyribyrgjandi tænastur, ið kunnu stimbra pensjónistunum likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónistar kunnu verða búgvandi heima sum longst. Stk. 2. Fyribyrgjandi tænastur eru m.a. ergoterapi, fysioterapi, dagtilboð, mattænastu, umlætting o.s.f. Stk. 3. 1) Umsóknir um fyribyrgjandi tænastur verða sendar avvarðandi økisskrivstovu. Í øki 1 verða umsóknir sendar kommununi. Felags reglur

§ 22 Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt brúkararáð, sum hevur til endamáls at…

Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt brúkararáð, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi, heimið og kommunurnar. Stk. 2. Brúkararáðið kann ráðgeva leiðsluni á heiminum. Stk. 3. Brúkararáðið kann skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meira virknan bæði á stovninum og í lokala felagslívinum. Stk. 4. Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi hjá búfólkunum, einum starvsfólki og einum umboði fyri kommununa. Stk. 5. Brúkararáðið skipar seg sjálvt, og ger innanhýsis starvsskipan.

§ 23 Felagslutir, ið eru játtaðir heiminum sum heild, eru ogn hjá heiminum, og ikki ogn hjá tí…

Felagslutir, ið eru játtaðir heiminum sum heild, eru ogn hjá heiminum, og ikki ogn hjá tí einstaka búfólkinum.

§ 24 Avgerðir um upptøku ella gjald sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og…

Avgerðir um upptøku ella gjald sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 25 Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2013

Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2013. Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 67 frá 18. mai 2006 um eldrasambýli og kunngerð nr. 151 frá 6. desember 2011 um gjald fyri uppihald á ellis- og røktarheimi og á eldrasambýlum. Almannamálaráðið, 5. juli 2013 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 122 frá 29. oktober 2013.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld innan eldrarøktina, sum broytt við kunngerð nr. 10 frá 29. januar 2013 · innanhýsis
Áður galdandi · 6. desember 2011
Avtøkur
eldrasambýli, sum seinast broytt við kunngerð nr. 153 frá 8. desember 2011 · innanhýsis
Áður galdandi · 18. mai 2006
Broytingar
broyting í kunngerð um røktarheim og eldrasambýli · innanhýsis
Áður galdandi · 29. oktober 2013
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙