Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
18. mai 2006 Nr. 67
Kunngerð um eldrasambýli, sum seinast broytt við kunngerð nr. 153 frá 8. desember 2011
Við heimild í § 32, stk. 4 í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg” smbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005, verður ásett:
§ 1 Eldrasambýli eru bústovnar, ið hýsa fólkapensiónistum við ellisbrekum, ið hava tørv á starvsfólki…
Eldrasambýli eru bústovnar, ið hýsa fólkapensiónistum við ellisbrekum, ið hava tørv á starvsfólki at hjálpa teimum í dagligu tilveruni. Stk. 2. Í heilt serligum førum, kunnu eldrasambýli eisini hýsa røktarkrevjandi fyritíðarpensiónistum við likamligum breki.
§ 2 Eldrasambýli verða stovnsett av kommunum ella sjálvsognarstovnum, eftir góðkenning…
Eldrasambýli verða stovnsett av kommunum ella sjálvsognarstovnum, eftir góðkenning landsstýrismannsins. Stk. 2. Stovnsetarin av eldrasambýlinum eftir stk. 1, ger reglugerð fyri eldrasambýlið, ið skal góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 3 Avgerð um upptøku á eldrasambýli, verður tikin av eini upptøkunevnd við 5 limum
Avgerð um upptøku á eldrasambýli, verður tikin av eini upptøkunevnd við 5 limum. Stk. 2. Í upptøkunevndina verða hesi vald: 1) 1) Trý umboð við røktarfakligari útbúgving, tilnevnd av kommununi ella kommununum, 2) avvarðandi økisleiðari í Heimarøktini, og 3) ein kommunulækni, tilnevndur av landsstýrismanninum. Stk. 3. Upptøkunevndin skipar seg sjálv við formanni og skrivara. Stk. 4. Um limur í upptøkunevnd álvarsliga missrøkir hetta álitisstarvið, kann landsstýrismaðurin seta viðkomandi frá og taka stig til, at nýggjur limur verður valdur í upptøkunevndina.
§ 4 Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar
Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar. Stk. 2. Upptøkunevndin og Heimarøktin gera í felag upptøkutreytirnar til eldrasambýlið. Stk. 3. Starvsskipanin eftir stk. 1. og upptøkutreytirnar eftir stk. 2, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 5 Ein upptøkunevnd kann virka sum felags upptøkunevnd til fleiri eldrasambýli og til røktarheim
Ein upptøkunevnd kann virka sum felags upptøkunevnd til fleiri eldrasambýli og til røktarheim. Stk. 2. Felags upptøkunevndir, og starvsskipan teirra, skulu altíð góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 6 Landsstýrismaðurin kann gera av, at kærur um avgerðir hjá upptøkunevndini kunnu leggjast til eina…
Landsstýrismaðurin kann gera av, at kærur um avgerðir hjá upptøkunevndini kunnu leggjast til eina kærunevnd.
§ 7 Tá pensiónistar, sum ikki hava bústað í kommununi, koma á eldrasambýli at búgva, krevst ein…
Tá pensiónistar, sum ikki hava bústað í kommununi, koma á eldrasambýli at búgva, krevst ein váttan frá viðkomandi kommunu um at gjalda partvíst til raksturin. Stk. 2. Gjaldið sambært stk. 1 verður avtalað millum kommunurnar.
§ 8 2) (Strikað)
2) (Strikað).
§ 9 2) (Strikað)
2) (Strikað).
§ 10 Felagslutir, ið eru játtaðir sambýlinum sum heild, eru ogn hjá eldrasambýlinum, og ikki ogn hjá…
Felagslutir, ið eru játtaðir sambýlinum sum heild, eru ogn hjá eldrasambýlinum, og ikki ogn hjá tí einstaka búfólkinum.
§ 11 Heimarøktin letur starvsfólk til dag-, kvøld-, og náttarvakt og fyrisitur røktina á heiminum.…
Heimarøktin letur starvsfólk til dag-, kvøld-, og náttarvakt og fyrisitur røktina á heiminum. Kommunan rindar náttarvakt sambært rokning frá heimarøktini. Stk. 2. Heimarøkt á eldrasambýlum verður veitt sambært lóg fyri Føroyar um almenna forsorg og sambært løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
§ 12 Rakstrarútreiðslurnar av húsinum verða rindaðar av kommununi ið eigur húsini
Rakstrarútreiðslurnar av húsinum verða rindaðar av kommununi ið eigur húsini. Stk. 2. Eru fleiri kommunur saman um raksturin av húsunum, gera kommunurnar sjálvar ein býtislykil fyri rakstrarútreiðslurnar Stk. 3. Kommunan og heimarøktin avtala sínamillum nærri mannagongdir í sambandi við umsiting av dagliga húsarhaldinum, av uppihaldsgjaldinum í sambandi við umlætting og av uppihaldsgjaldinum hjá fastbúgvandi búfólkunum.
§ 13 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 71 frá 27. august 1998 um eldrasambýli, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 9. august 2005. Almanna- og heilsumálaráðið, 18. mai 2006 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Maria á Dul (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 71 frá 30. mai 2006. 2) Broytt við kunngerð nr. 153 frá 8. desember 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.