Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. august 1998 Nr. 71

Kunngerð um eldrasambýli, sum broytt við kungerð nr. 97 frá 9. august 2005

Kapittul 1 Felags reglur

Kapittul 2 Eldrasambýlir hjá landinum

Kapittul 3 Eldrasambýlir hjá kommununum

Kapittul 4 Gildiskoma

Við heimild í § 32, stk. 4 í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg” smbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 30. desember 1997, verður fyrisett:

Kapittul 1

Felags reglur

Kapittul 1 Felags reglur

Eldrasambýli eru í hesum føri sambýli, ið hýsa fólkapensiónistum við ellisbrekum, ið hava tørv á starvsfólki at hjálpa teimum í dagligu tilveruni. Stk. 2. Í serligum førum kann undantak gerast frá stk. 1, ið loyvir avlamispensiónisti upptøku.

Heimarøkt verður veitt í eldrasambýlunum sambært lóg fyri Føroyar um almenna forsorg og sambært løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna. Kapittul 2 Eldrasambýlir hjá landinum

Kapittul 2 Eldrasambýlir hjá landinum

Búfólk rinda fyri húsaleigu, olju, el, mat og til felags útreiðslur. Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheimi/eldrasambýli, verður gjaldið niðursett til kr. 2.100,00. Stk. 3. Fastbúgvandi búfólk, ið fara í feriu í meira enn 3 dagar, fáa góðskrivað kr. 50,00 um dagin frá 4. degi at rokna.

Einki depositum verður goldið við innflytan. Um eitt búfólk ynskir at innrætta býlið á ein serligan hátt, kann tó krevjast, at búfólkið rindar depositum fyri møguligar eykaútreiðslur, í sambandi við broytan av býlinum aftur til uppruna stand. Stk. 2. Búfólkið rindar fyri býlið frá fyrsta í mánaðinum aftaná innflutt verður. Stk. 3. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum. Stk. 4. 1) Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum..

Felagslutir, ið eru játtaðir sambýlinum sum heild, eru ogn hjá eldrasambýlinum og ikki ogn hjá tí einstaka búfólkinum.

Avgerð um upptøku, verður tikin av eini upptøkunevnd. Stk. 2. Í upptøkunevndini verða hesi vald: 1. Økisleiðarin í Heimarøktini, ið er formaður. 2. Ein kommunulækni. 3. Eitt umboð, tilnevnt av Ellis- og røktarheiminum. Har einki røktarheim er í økinum, skal lokala heimasjúkrasysturin veljast. Stk. 3. Almanna- og heilsumálastýrið tilnevnir kommunulæknan, sum skal verða í upptøkunevndini. Kapittul 3 Eldrasambýlir hjá kommununum

Kapittul 3 Eldrasambýlir hjá kommununum

Búfólk rinda fyri húsaleigu, olju, el, mat og til felags útreiðslur. Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk í mesta lagi kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheimi/eldrasambýli, verður gjaldið í mesta lagi kr. 2.100,00. Stk. 3. Einki depositum verður goldið við innflytan. Um eitt búfólk ynskir at innrætta býlið á ein serligan hátt, kann tó krevjast, at búfólkið rindar depositum fyri møguligar eykaútreiðslur, í sambandi við broytan av býlinum aftur til uppruna stand. Stk. 4. Búfólkið rindar fyri býlið frá fyrsta í mánaðinum aftaná innflutt verður. Stk. 5. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum. Stk. 6. 1) Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.

Avgerð um upptøku, verður tikin av eini upptøkunevnd. Stk. 2. Í upptøkunevndini verða hesi vald: 1. Eitt umboð, tilnevnt av kommununi/kommununum, ið er formaður. 2. Ein kommunulækni. 3. Eitt umboð, tilnevnt av Ellis- og røktarheiminum. Har einki røktarheim er í økinum, skal lokala heimasjúkrasysturin veljast. 4. Økisleiðarin í Heimarøktini Stk. 3. Almanna- og heilsumálastýrið tilnevnir kommunulæknan, sum skal verða í upptøkunevndini.

Tá pensiónistar, sum ikki hava bústað í kommununi, koma á heimið at búgva, krevst ein váttan frá viðkomandi kommunu um at gjalda partvíst til raksturin. Stk. 2. Gjald sambært stk. 1 verður avtalað millum kommunurnar. Kapittul 4 Gildiskoma

Kapittul 4 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 134 frá 4. desember 1996 um eldrasambýli. 1) Broytt við kunngerð nr. 97 frá 9. august 2005.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
eldrasambýli, sum seinast broytt við kunngerð nr. 153 frá 8. desember 2011 · innanhýsis
Áður galdandi · 18. mai 2006

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙