Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. august 2005 Nr. 97
Kunngerð um broyting í kunngerð um eldrasambýli og broyting í kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni
§ 1 Í kunngerð nr. 71 frá 27. august 1998 um eldrasambýli verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 71 frá 27. august 1998 um eldrasambýli verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.” 2) Í § 7 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”
§ 2 Í kunngerð nr. 7 frá 27. januar 2003 um eldrarøkt í Sandoynni verður § 2, stk. 7 orðað soleiðis
Í kunngerð nr. 7 frá 27. januar 2003 um eldrarøkt í Sandoynni verður § 2, stk. 7 orðað soleiðis: “Stk. 7. Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið, 9. august 2005 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Aibritt á Plógv (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.