Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. januar 2003 Nr. 7

Kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni, sum seinast broytt við kunngerð nr. 152 frá 8. desember 2011

Við heimild í § 2, stk. 2 og § 3 í løgtingslóg nr. 111 frá 20. desember 2002 um eldrarøkt í Sandoynni verður fyrisett:

§ 1 1) Tá ein fólkapensjónistur fær uppihald á røktarheimi ella sambýli í Sandoynni, rindar hann fyri…

1) Tá ein fólkapensjónistur fær uppihald á røktarheimi ella sambýli í Sandoynni, rindar hann fyri vistarhald og tænastur sambært ásetingunum í kunngerð um gjøld innan eldrarøktina.

§ 2 2) 3) 1) (Strikað)

2) 3) 1) (Strikað).

§ 3 Avgerð um upptøku verður tikin av upptøkunevndini, sum skal taka umsøkjarar úr Sandoynni fram um…

Avgerð um upptøku verður tikin av upptøkunevndini, sum skal taka umsøkjarar úr Sandoynni fram um aðrar umsøkjarar. Stk. 2. 2) Í upptøkunevndina verða hesi vald: 1) Leiðarin fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið er formaður, 2) ein kommunulækni, tilnevndur av landsstýrismanninum, og 3) eitt umboð, tilnevnt av Heimarøktini.. Stk. 3. 2) Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar, og orðar upptøkutreytir til eldrabúpláss í Sandoynni. Stk. 4. 2) Starvsskipanin og upptøkutreytirnar eftir stk. 3, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 4 Sambært § 4 í lógini kann kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni fyri…

Sambært § 4 í lógini kann kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið viðvíkja stakpersónum, innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum. Freistin verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 5 Eindin á Sandi verður nýtt til røktarheim, meðan eindirnar í Skálavík og í Skopun verða nýttar…

Eindin á Sandi verður nýtt til røktarheim, meðan eindirnar í Skálavík og í Skopun verða nýttar til eldrasambýlir.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 167 frá 29. desember 1997 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni úr gildi. Almannaráðið, 27. januar 2003 Páll á Reynatúgvu (sign.) landsstýrismaður / Aibritt á Plógv (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 152 frá 8. desember 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012.” 2) Broytt við kunngerð nr. 68 frá 18. mai 2006. 3) Broytt við kunngerð nr. 97 frá 9. august 2005.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni · innanhýsis
Áður galdandi · 8. desember 2011
Broytingar
broyting í kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni · innanhýsis
Áður galdandi · 18. mai 2006
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙