Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. desember 1997 Nr. 167

Kunngerð um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt við kunngerð nr. 4 frá 30. januar 2002

Við heimild í § 3, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni verður fyrisett:

§ 1 Tá ein fólkapensiónistur fær uppihald á røktarheiminum ella í einum sambýli í Sandoynni, verður…

Tá ein fólkapensiónistur fær uppihald á røktarheiminum ella í einum sambýli í Sandoynni, verður fólkapensiónin framhaldandi útgoldin pensiónistinum. Stk. 2. Hjálpar- og røktarviðbót fella burtur við endan av tí mánaði, ið kemur aftan á tann mánaðin, sum flutt verður inn.

§ 2 Búfólk rinda fyri uppihald (húsaleigu, olju, el, mat, vask, reingerð, o.t.) og til felags útreiðslur

Búfólk rinda fyri uppihald (húsaleigu, olju, el, mat, vask, reingerð, o.t.) og til felags útreiðslur. Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheiminum/eldrasambýlinum, verður gjaldið niðursett til kr. 2.100,00. Stk. 3. Fastbúgvandi búfólk, ið fara í feriu í meira enn 3 dagar, fær góðskrivað kr. 50,00 um dagin frá 4. degi at rokna. Stk. 4. Einki depositum verður goldið við innflytan. Um eitt búfólk ynskir at innrætta býlið á ein serligan hátt, kann tó krevjast, at búfólkið rindar depositum fyri møguligar eykaútreiðslur í sambandi við broytan av býlinum aftur til uppruna stand. Stk. 5. Búfólkið rindar fyri býlið frá fyrsta í mánaðinum aftaná innflutt verður. Stk. 6. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum. Stk. 7. Pensiónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er kr. 75,00 um samdøgrið frá fyrsta degi.

§ 3 Avgerð um upptøku, verður tikin av upptøkunevndini, sum skal taka umsøkjarar úr Sandoynni fram um…

Avgerð um upptøku, verður tikin av upptøkunevndini, sum skal taka umsøkjarar úr Sandoynni fram um aðrar umsøkjarar. Stk. 2. Í upptøkunevndini verða hesi vald: 1. Leiðarin fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið er formaður. 2. Ein kommunulækni úr Sandoynni. 3. Eitt umboð, tilnevnt av Heimarøktini. Stk. 3. Almannastovan tilnevnir kommunulæknan, sum skal verða í upptøkunevndini.

§ 4 Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni fyri eldrarøktina í Sandoynni,…

Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum. Freistin verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 5 1) Landskassin rindar nettorakstrarútreiðslurnar av royndarskipanini

1) Landskassin rindar nettorakstrarútreiðslurnar av royndarskipanini.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1998

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1998. 1) Broytt við kunngerð nr. 4 frá 30. januar 2002, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2000. Stk. 2. Frá 1. januar 2002 verður § 5 orðað soleiðis: § 5. Landskassin rindar nettorakstrarútreiðslurnar av royndarskipanini.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni · innanhýsis
Áður galdandi · 30. januar 2002

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙