Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. mai 2006 Nr. 68
Kunngerð um broyting í kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni
§ 1 Í kunngerð nr. 7 frá 27. januar 2003 um eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá…
Í kunngerð nr. 7 frá 27. januar 2003 um eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 9. august 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheimi ella eldrasambýli, verður gjaldið í mesta lagi kr. 2.100,00. Frá 1. januar 2007 verður gjaldið javnað í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.” 2) § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Búfólkið rindar fyri býlið frá fyrsta í mánaðinum aftaná at flutt verður inn. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum.” 3) § 2, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Gjaldið eftir stk. 2, verður goldið áðrenn 1. í tí mánaði goldið verður fyri.” 4) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Í upptøkunevndina verða hesi vald: 1) Leiðarin fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið er formaður, 2) ein kommunulækni, tilnevndur av landsstýrismanninum, og 3) eitt umboð, tilnevnt av Heimarøktini.” 5) § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar, og orðar upptøkutreytir til eldrabúpláss í Sandoynni.” 6) Í § 3 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Starvsskipanin og upptøkutreytirnar eftir stk. 3, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið 18. mai 2006 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Maria á Dul (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.