Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. desember 2011 Nr. 151

Kunngerð um gjald fyri uppihald á ellis- og røktarheimum og á eldrasambýlum, sum broytt við kunngerð nr. 10 frá 29. januar 20131)

Við heimild í § 32, stk. 1 og 4 í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg” sbrt. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2011, verður ásett:

§ 1 Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli, skal rinda eitt…

Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli, skal rinda eitt mánaðarligt gjald fyri vistarhaldið, ið fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, felags útreiðslur o.t. Stk. 2. Á eldrasambýlunum verður gjaldið kravt inn av kommununum, og á ellis- og røktarheimum krevur landið gjaldið inn. Stk. 3. Á røktarheimi og sambýlum í Sandoynni krevur landið gjaldið inn.

§ 2 Allir pensjónistar rinda fyri tænastuna á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.…

Allir pensjónistar rinda fyri tænastuna á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum. Gjaldið fevnir m.a. um røkt og praktiska hjálp. Stk. 2. Gjaldið er treytað av inntøkuni hjá pensjónistinum og verður rindað til landið. Stk. 3. 1) Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum í § 20, stk. 1-5 í løgtingslóg um almannapensjónir.

§ 3 Gjald sambært §§ 1 og 2 verður rindað, áðrenn 1. í tí mánaði, goldið verður fyri

Gjald sambært §§ 1 og 2 verður rindað, áðrenn 1. í tí mánaði, goldið verður fyri. Stk. 2. 1) Goldið verður fyrstu ferð við endan av tí mánaði, flutt verður inn. Stk. 3. Um pensjónistur ynskir at innrætta býlið á serligan hátt, kann krevjast, at hann rindar eykaútreiðslur, ið standast av at seta býlið aftur í uppruna stand. Stk. 4. 1) Gjald sambært §§ 1 og 2 verður rindað seinastu ferð fyri mánaðin, flutt verður út ella pensjónistur andast.

§ 4 Pensjónistur kann vera til umlætting á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli í mesta lagi í…

Pensjónistur kann vera til umlætting á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli í mesta lagi í 90 dagar í einum ári. Stk. 2. Eitt samdøgursgjald verður rindað fyri vistarhaldið undir umlættingini frá fyrsta degi. Stk. 3. Goldið verður eina ferð um mánaðin fyri umlætting, sum er veitt mánaðin fyri.

§ 5 1) Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum Almannaverkið og pensjónistin um…

1) Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum Almannaverkið og pensjónistin um gjaldstreytirnar á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.

§ 6 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri gjøld innan…

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri gjøld innan eldrarøkt frá og við januar 2012. Almannamálaráðið, 6. desember 2011 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 10 frá 29. januar 2013.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um gjøld innan eldrarøktina · innanhýsis
Áður galdandi · 29. januar 2013

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙