Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. januar 2013 Nr. 10
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld innan eldrarøktina
§ 1 Í kunngerð nr. 151 frá 6. desember 2011 um gjøld innan eldrarøktina verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 151 frá 6. desember 2011 um gjøld innan eldrarøktina verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis: “Kunngerð um gjald fyri uppihald á ellis- og røktarheimum og á eldrasambýlum”. 2. Í § 2 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum í § 20, stk. 1-5 í løgtingslóg um almannapensjónir.” 3. Í § 3, stk. 2 verður “sum kemur aftaná mánaðin,” strikað. 4. Í § 3, stk. 4 verður “við endan av tí mánaði” broytt til: “fyri mánaðin”. 5. § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum Almannaverkið og pensjónistin um gjaldstreytirnar á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almannamálaráðið, 29. januar 2013 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.