Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. oktober 2013 Nr. 122

Kunngerð um broyting í kunngerð um røktarheim og eldrasambýli

§ 1 Í kunngerð nr. 99 frá 5. juli 2013 um røktarheim og eldrasambýli verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 99 frá 5. juli 2013 um røktarheim og eldrasambýli verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 9, stk. 1 verður aftaná “avgerð um upptøku" sett: “og umlætting”. 2. § 9, stk. 2 og 3 verða orðaði soleiðis: “Stk. 2. Í upptøkunevndina verða hesi vald fyri 4 ár: 1) Avvarðandi økisleiðari í Almannaverkinum. 2) Visitator í økinum. 3) Røktarheimsleiðarar í økinum. 4) Upp til fýra umboð kunnu verða tilnevnd av kommununum í upptøkuøkinum í felag. Umboðini skulu hava røktarfakliga ella aðra hóskandi útbúgving. Eisini kunnu umboðini hava drúgvar starvsroyndir á eldraøkinum. Stk. 3. Økisleiðarin er formaður í upptøkunevndini. Upptøkunevndin útnevnir næstformann. Almannaverkið veitir skrivara til upptøkunevndina. Skrivarin hevur ikki atkvøðurætt.” 3. Aftaná § 9, stk. 4 verða sum stk. 5-7 sett: “Stk. 5. Í bráfeingis málum kann nevndarformaðurin taka avgerð um upptøku til umlætting. Upptøkunevndin verður síðani kunnað um avgerðina. Stk. 6. Almannaverkið hevur ábyrgd av at skipa upptøkunevndina. Stk. 7. Ásetingarnar í stk. 3 og stk. 6 eru ikki galdandi fyri øki 1, har nevndin skipar seg sjálv við formanni og skrivara.” 4. § 10 verður strikað. 5. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 12. Umsóknir verða sendar økisskrivstovuni í tí øki, har borgarin býr. Í øki 1 verða umsóknir sendar kommununi.” 6. Í § 18, stk. 3 verður seinasta pkt. strikað. 7. Aftaná § 18, stk. 3 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Á eldrasambýlum fellir gjaldið til kommunurnar, og á ellis- og røktarheimum fellir gjaldið til landið.” 8. Í § 21, stk. 3 verður sum 2. pkt. sett: “Í øki 1 verða umsóknir sendar kommununi.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almannamálaráðið, 29. oktober 2013 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Johnhard Klettheyggj (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙