Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. august 2006 Nr. 84

Kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 10 frá 6. februar 2023

Við heimild í § 10, stk. 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:

§ 1 1) 2) Landsstýrismaðurin velur eina visitasjónsnevnd, ið hevur til uppgávu, innan fyri teir…

1) 2) Landsstýrismaðurin velur eina visitasjónsnevnd, ið hevur til uppgávu, innan fyri teir karmar, ið eru ásettir av landsstýrinum, at: 1) gera og dagføra leiðreglur viðvíkjandi ávísing av sjúklingum uttanlands, 2) viðgera ítøkilig visitasjónsmál um ávísing til kanning og viðgerð á viðgerðarstovnum uttanlands. Stk. 2. Einans yvirlæknar kunnu leggja ítøkilig visitasjónsmál fyri nevndina.

§ 2 Visitasjónsnevndin verður tilnevnd eftir hvørt løgtingsval. Limirnir í nevndini verða sitandi í…

Visitasjónsnevndin verður tilnevnd eftir hvørt løgtingsval. Limirnir í nevndini verða sitandi í ráðnum, til limir eru tilnevndir av nýggjum. Stk. 2. 1) 3) Visitasjónsnevndin er sett saman av: 1) varastjóranum í sjúkrahúsverkinum við læknafakligari bakgrund, 2) leiðaranum á Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum, 3) einum yvirlækna á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, 4) einum yvirlækna á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, 5) einum yvirlækna á Klaksvíkar sjúkrahúsi, 6) einum yvirlækna á Suðuroyar sjúkrahúsi, og 7) einum sjúkrarøktarfrøðingi frá einum av sjúkrahúsunum. Stk. 3. Limirnir kunnu ikki lata seg umboða av øðrum. Stk. 4 Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum er formaður í nevndini. Næstformaður verður valdur av nevndini. Um formaðurin hevur forfall, røkir næstformaðurin uppgávurnar hjá formanninum.

§ 3 Visitasjónsnevndin tekur sínar avgerðir við vanligum atkvøðumeiriluta. Um talan er um…

Visitasjónsnevndin tekur sínar avgerðir við vanligum atkvøðumeiriluta. Um talan er um atkvøðujavna, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi. Stk. 2. Nevndin er viðtøkufør, tá tað í minsta lagi eru fýra limir til staðar. Formaðurin ella næstformaðurin skal vera ein av limunum, fyri at nevndin er viðtøkufør. Stk. 3. Limirnir í nevndini eru fevndir av reglunum um ógegni í fyrisitingarlógini.

§ 4 Nevndin heldur fund einaferð um mánaðin, tó kann formaðurin kalla inn til eyka fundir ella avlýsa…

Nevndin heldur fund einaferð um mánaðin, tó kann formaðurin kalla inn til eyka fundir ella avlýsa fundir. Stk. 2. 2) Fundir skulu fráboðast í seinasta lagi 7 dagar frammanundan. Til fundirnar skal vera ein dagsskrá, sum í minsta lagi skal fevna um hesi mál: 1) Góðkenning av fundarfrásøgn frá seinasta fundi. 2) Góðkenning av dagsskrá. 3) Kunning um nýtslu á sjúkrahúsum uttanfyri Føroyar. 4) Viðgerð av leiðreglum fyri ávísingum uttanlands. 5) Viðgerð av ítøkiligum visitasjónsmálum. 6) Ymiskt. Stk. 3. 2) 3) (Strikað).

§ 5 Fundir í visitasjónsnevndini eru ikki almennir. Um serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann…

Fundir í visitasjónsnevndini eru ikki almennir. Um serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann formaðurin biðja um serkøna hjálp fyri at fáa eina meting til at nýta í viðgerðini av einum máli.

§ 6 3) Eftir fundirnar í visitasjónsnevndini skal fundarfrásøgn gerast, ið lýsir viðgerðina av…

3) Eftir fundirnar í visitasjónsnevndini skal fundarfrásøgn gerast, ið lýsir viðgerðina av hvørjum einstøkum máli á dagsskránni. Avgerðirnar hjá nevndini í ítøkiligum persónsmálum verða endurgivnar navnleysar í fundarfrásøgnini. Frágreiðingar frá fundunum í nevndini skulu sendast til limirnar í nevndini og sjúkrahúsleiðslurnar. Tá ið avgerðir hava fyrisitingarligt árin á virksemið hjá Sjúklingahotellinum Tórshavn, skulu tær fráboðast hotellinum.

§ 7 Avgerðir hjá nevndini í ítøkiligum persónsmálum verða kunngjørdar skrivliga til tann ávísandi læknan

Avgerðir hjá nevndini í ítøkiligum persónsmálum verða kunngjørdar skrivliga til tann ávísandi læknan. Stk. 2. Koma nýggjar og týðandi upplýsingar fram í einum máli, har avgerð er tikin av nevndini, kann nevndin taka málið upp til nýggja viðgerð. Stk. 3 4) 3) 5) Avgerðir, ið nevndin hevur tikið, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið, 17. august 2006 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 117 frá 4. desember 2012. 2) Broytt við kunngerð nr. 141 frá 18. desember 2013. 3) Broytt við kunngerð nr. 141 frá 29. september 2020. 4) Broytt við kunngerð nr. 153 frá 3. desember 2009. 5) Broytt við kunngerð nr. 10 frá 6. februar 2023.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum · innanhýsis
Galdandi · 6. februar 2023
Broytingar
broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum · innanhýsis
Galdandi · 29. september 2020
Broytingar
broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum · innanhýsis
Galdandi · 18. desember 2013
Broytingar
broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum · innanhýsis
Galdandi · 4. desember 2012
Broytingar
broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum · innanhýsis
Galdandi · 3. desember 2009
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙