Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. desember 2012 Nr. 117
Kunngerð um broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
§ 1 Í kunngerð nr. 84 frá 17. august 2006 um Visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum, sum broytt við…
Í kunngerð nr. 84 frá 17. august 2006 um Visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum, sum broytt við kunngerð nr. 153 frá 3. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1, nr. 5 verður strikað. Nr. 6 og 7 verða eftir hetta nr. 5 og 6. 2) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Visitasjónsnevndin er sett saman av: 1) varastjóranum á Landssjúkrahúsinum við læknafakligari útbúgving, 2) leiðaranum á Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum, 3) einum yvirlækna á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, 4) einum yvirlækna á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, 5) einum yvirlækna á Klaksvíkar sjúkrahúsi, 6) einum yvirlækna á Suðuroyar sjúkrahúsi, 7) einum sjúkrarøktarfrøðingi frá einum av sjúkrahúsunum og 8) einum persóni frá Heilsumálaráðnum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 4. desember 2012 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Jóanis Erik Køtlum (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.