Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. september 2020 Nr. 141
Kunngerð um broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
(Øll ábyrgd av visitasjónsnevndini leggjast til Sjúkrahúsverkið)
§ 1 Í kunngerð nr. 84 frá 17. august 2006 um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum, sum broytt við…
Í kunngerð nr. 84 frá 17. august 2006 um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum, sum broytt við kunngerð nr. 153 frá 3. desember 2009, kunngerð nr. 117 frá 4. desember 2012 og kunngerð nr. 141 frá 18. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Visitasjónsnevndin er sett saman av: 1) varastjóranum í sjúkrahúsverkinum við læknafakligari bakgrund, 2) leiðaranum á Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum, 3) einum yvirlækna á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, 4) einum yvirlækna á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, 5) einum yvirlækna á Klaksvíkar sjúkrahúsi, 6) einum yvirlækna á Suðuroyar sjúkrahúsi, og 7) einum sjúkrarøktarfrøðingi frá einum av sjúkrahúsunum.” 2. § 4, stk. 3 verður strikað. 3. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Eftir fundirnar í visitasjónsnevndini skal fundarfrásøgn gerast, ið lýsir viðgerðina av hvørjum einstøkum máli á dagsskránni. Avgerðirnar hjá nevndini í ítøkiligum persónsmálum verða endurgivnar navnleysar í fundarfrásøgnini. Frágreiðingar frá fundunum í nevndini skulu sendast til limirnar í nevndini og sjúkrahúsleiðslurnar. Tá ið avgerðir hava fyrisitingarligt árin á virksemið hjá Sjúklingahotellinum Tórshavn, skulu tær fráboðast hotellinum.” 4. Í § 7, stk. 3 verður “kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 29. september 2020 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.