Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. desember 2009 Nr. 153
Kunngerð um broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
§ 1 Í kunngerð nr. 84 frá 17. august 2006 um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum verður § 7, stk. 3…
Í kunngerð nr. 84 frá 17. august 2006 um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum verður § 7, stk. 3 orðað soleiðis: ”Stk. 3. Avgerðir, ið nevndin hevur tikið, kunnu kærast til kærunevndina í almanna- og heilsumálum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 3. desember 2009 Aksel Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.