Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. januar 2025 Nr. 6
Kunngerð um avtalur o.a. innan somu fyritøku ella samtak
Við heimild í § 4, stk. 2, í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping verður ásett:
§ 1 Avtalur, viðtøkur og samskipað framferð innan somu fyritøku ella samtak, fevna í hesi kunngerð um
Avtalur, viðtøkur og samskipað framferð innan somu fyritøku ella samtak, fevna í hesi kunngerð um: 1) loddrættar samtaksavtalur sambært § 2, treytað av, at dótturfyritøkurnar ikki hava nakað veruligt sjálvræði til at skipa teirra framferð á marknaðinum, 2) vatnrættar samtaksavtalur, sambært § 3, ella 3) innanhýsis avtalur í lutafeløgum, um hesar avtalur eru avmarkaðar til tað, ið er neyðugt til tess at tryggja ein nøktandi rakstur av lutafelagnum og varðveitslu av styrki í gjørdum avtalum, sambært § 4.
§ 2 Við loddrættar samtaksavtalur í hesi kunngerð er at skilja avtalur o.a., sum eru gjørdar millum…
Við loddrættar samtaksavtalur í hesi kunngerð er at skilja avtalur o.a., sum eru gjørdar millum fyritøkur, ið hava tað í § 6 í vinnufelagalógini ásetta tilknýtið. Stk. 2. Við veruligt sjálvræði, sambært § 1, nr. 1, er at skilja, at dótturfyritøkurnar ikki eru undir fyriskipanarrættinum hjá móðurfyritøkuni.
§ 3 Við vatnrættar samtaksavtalur í hesi kunngerð er at skilja avtalur o.a., gjørdar millum tvær ella…
Við vatnrættar samtaksavtalur í hesi kunngerð er at skilja avtalur o.a., gjørdar millum tvær ella fleiri fyritøkur, sum við skrivligari avtalu ella sambært áseting í viðtøkunum hjá fyritøkunum geva seg undir felags leiðslu, ella eru undir avgerandi ávirkan frá slíkari, við teirri fyritreyt, at: 1) felags leiðslan samskipar atferðina hjá luttakandi fyritøkunum á marknaðinum, 2) luttakandi fyritøkurnar eru varandi undirgivnar felags leiðsluni, og 3) ein skipan er gjørd um býti av handilsligum váða og fíggjarligum úrslitum.
§ 4 Við lutafyritøkur í hesi kunngerð er at skilja eindir, ið hava tað í § 4 í vinnufyritøkulógini…
Við lutafyritøkur í hesi kunngerð er at skilja eindir, ið hava tað í § 4 í vinnufyritøkulógini nevnda endamál. Stk. 2. Við innanhýsis avtalur, sambært § 1, nr. 3, er at skilja avtalur o.a., gjørdar millum lutafelagið og limir tess ella sínámillum avtalur o.a. hjá limunum, t.d. um sínámillum skuldarbinding hjá limunum, atkvøðu og umboðan í lutafelagnum, og sum ikki hava týðandi ávirkan á onnur, enn limirnar og lutafelagið. Stk. 3. Við nøktandi rakstur av lutafelagnum, sambært § 1, nr. 3, er at skilja vanlig gagnnýtsla av kapasitetinum hjá felagnum. Stk. 4. Við varðveitslu av styrki í gjørdum avtalum, sambært § 1, nr. 3, er at skilja skylda hjá limunum at lata síni áhugamál sum keyparar ella veitarar verða røkt gjøgnum lutafelagið í eitt avmarkað tíðarskeið. Um lutafelagið ikki hevur eina ráðandi støðu, er hetta tíðarskeið í mesta lagi tvey ár. Um lutafelagið hevur eina ráðandi støðu, skal tíðarskeiðið vera munandi styttri.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 10 frá 11. mars 2008 um avtalur v.m. innan somu fyritøku ella samtak, kunngerð nr. 7 frá 13. mars 2008 um virksemið hjá Kappingareftirlitinum og kunngerð nr. 8 frá 13. mars 2008 um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. januar 2025 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.