Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. mars 2008 Nr. 7

Kunngerð um virksemið hjá Kappingareftirlitinum

Kapittul 1 Kappingareftirlitið

Kapittul 2 Málsræði

Kapittul 3 Avgerðir

Kapittul 4 Fráboðanir

Kapittul 5 Upplýsingar

Kapittul 6 Eftirlitskanningar

Kapittul 7 Gildiskoma

Við heimild í § 20, stk. 4 í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping verður ásett:

Kapittul 1

Kappingareftirlitið

Kapittul 1 Kappingareftirlitið

Kappingareftirlitið er skrivstova hjá Kappingarráðnum og hevur ábyrgdina av umsitingini av Kappingarlógini og reglum, gjørdar við heimild í lógini. Stk. 2. Kappingareftirlitið er, viðvíkjandi umsitingini av kappingarlógini, og sum skrivstova hjá Kappingarráðnum, óheft av landsstýrismanninum í kappingarmálum. Kapittul 2 Málsræði

Kapittul 2 Málsræði

Kappingareftirlitið leggur tey mál fyri Kappingarráðið, sum ráðnum, eftir §§ 4-6 í kunngerð um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið, er álagt at viðgera og taka avgerð í og mál, sum Kappingareftirlitið annars metir eiga at verða løgd fyri ráðið. Stk. 2. Kappingareftirlitið útinnur avgerðirnar hjá Kappingarráðnum og kunnar ráðið um dagligu umsitingina av kappingarlógini.

Kappingareftirlitið tekur vegna Kappingarráðið avgerð í málum, sum ikki eru umfatað av § 2, stk. 1, í samsvari við siðvenju og vegleiðing hjá ráðnum. Harumframt tekur Kappingareftirlitið vegna Kappingarráðið avgerðir, sum skulu brúkast í fyrireikingini av málum, sum eru umfatað av § 2, stk. 1. Stk. 2. Deildarstjórin á Kappingareftirlitinum kann harafturat, saman við formanninum í Kappingarráðum, taka avgerð í málum, sum ikki kunnu bíða til ráðsfundur verður. Stk. 3. Deildarstjórin á Kappingareftirlitinum letur Kappingarráðnum eina frágreiðing um avgerðir hjá Kappingareftirlitinum, tiknar eftir stk. 1 og 2, á næsta fundi í ráðnum.

Kappingareftirlitið almannakunnger avgerðir v.m., sum sambært § 19, stk. 2 í kappingarlógini skulu almannakunngerast. Harafturat kann Kappingareftirlitið, sbrt. § 19, stk. 3 í kappingarlógini, almannakunngera aðrar upplýsingar um umsitingina av kappingarlógini og um virksemi í tí sambandi, umframt frágreiðingar um kappingarviðurskifti sum heild.

Tá kært verður um avgerðir hjá Kappingarráðnum, ger Kappingareftirlitið skrivlig innlegg til kæruviðgerðina og leggur til rættis eina møguliga munnliga málsevnisumrøðu.

Deildarstjórin á Kappingareftirlitinum ger av, um heitast skal á ákærumyndugleikan um at reisa ákæru fyri brot á kappingarlógina. Somuleiðis ger deildarstjórin tilmæli um sektarstødd, sbr. § 31 í kappingarlógini. Kapittul 3 Avgerðir

Kapittul 3 Avgerðir

Avgerðirnar hjá Kappingarráðnum skulu fráboðast skrivliga og innihalda upplýsingar um tey viðurskifti og sjónarmið, sum hava verið avgerandi fyri avgerðina. Stk. 2. Við avgerðum, sum kunnu kærast, skal fylgja ein kæruvegleiðing við tilskilan av kærumyndugleika og upplýsingum um mannagongd, tá kært verður, herundir ein møgulig tíðarfreist. Kapittul 4 Fráboðanir

Kapittul 4 Fráboðanir

Fráboðanir og áheitanir sambært §§ 9, 11, 12 og 14 í kappingarlógini verða latnar Kappingareftirlitinum. Kapittul 5 Upplýsingar

Kapittul 5 Upplýsingar

Kappingareftirlitið kann vegna Kappingarráðið, sbr. § 24 í kappingarlógini, krevja at fáa útflýggjaðar allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, onnur handilsskjøl og elektroniskt goymdar upplýsingar, sum Kappingareftirlitið metir eru neyðugar fyri virksemið hjá ráðnum ella fyri at avgera, um ávís viðurskifti eru umfatað av kappingarlógini. Kapittul 6 Eftirlitskanningar

Kapittul 6 Eftirlitskanningar

Kappingareftirlitið ger eftirlitskanningar í fyritøkum eftir § 25 í kappingarlógini. Kapittul 7 Gildiskoma

Kapittul 7 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Reglur frá 14. november 2001 fyri virksemið hjá Kappingarskrivstovuni fara samstundis úr gildi. Vinnumálaráðið, 13. mars 2008 Bjørt Samuelsen (sign.) landsstýriskvinna / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
avtalur o.a. innan somu fyritøku ella samtak · innanhýsis
Galdandi · 23. januar 2025

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙