Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. mars 2008 Nr. 10
Kunngerð um avtalur v.m. innan somu fyritøku ella samtak
Við heimild í § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping verður ásett:
§ 1 Ásetingarnar í kapitli 2 í kappingarlógini eru ikki galdandi fyri kappingaravmarkandi avtalur,…
Ásetingarnar í kapitli 2 í kappingarlógini eru ikki galdandi fyri kappingaravmarkandi avtalur, viðtøkur og samskipaða framferð innan fyri somu fyritøku ella samtak.
§ 2 Avtalur, viðtøkur og samskipað framferð innan somu fyritøku ella samtak fevna í hesi kunngerð um
Avtalur, viðtøkur og samskipað framferð innan somu fyritøku ella samtak fevna í hesi kunngerð um: 1) vertikalar samtaksavtalur, sbr. § 3, treytað av, at dótturfyritøkurnar ikki hava nakað veruligt sjálvræði til at skipa teirra framferð á marknaðinum, 2) horisontalar samtaksavtalur, sbr. § 4, ella 3) innanhýsis avtalur í lutafeløgum, um hesar avtalur eru avmarkaðar til tað, ið er neyðugt til tess at tryggja ein nøktandi rakstur av lutafelagnum og varðveitslu av styrki í gjørdum avtalum, sbr. § 5.
§ 3 Við “vertikalar samtaksavtalur” í hesi kunngerð er at skilja avtalur v.m., sum eru gjørdar millum…
Við “vertikalar samtaksavtalur” í hesi kunngerð er at skilja avtalur v.m., sum eru gjørdar millum fyritøkur, ið hava tað í § 2 í partafelagslógini ásetta tilknýtið. Stk. 2. Við ”veruligt sjálvræði”, sbr. § 2, stk. 1, nr. 1 er at skilja, at dótturfyritøkurnar ikki eru undir fyriskipanarrættinum hjá móðurfyritøkuni.
§ 4 Við “horisontalar samtaksavtalur” í hesi kunngerð er at skilja avtalur v.m., gjørdar millum tvær…
Við “horisontalar samtaksavtalur” í hesi kunngerð er at skilja avtalur v.m., gjørdar millum tvær ella fleiri fyritøkur, sum við skrivligari avtalu ella sambært áseting í viðtøkunum hjá fyritøkunum geva seg undir felags leiðslu, ella eru undir avgerandi ávirkan frá slíkari, við teirri fyritreyt, at: 1) felags leiðslan samskipar atferðina hjá luttakandi fyritøkunum á marknaðinum, 2) luttakandi fyritøkurnar eru varandi undirgivnar ta felags leiðsluna, og 3) ein skipan er gjørd um býti av handilsligum váða og fíggjarligum úrslitum.
§ 5 Við “lutafyritøkur” í hesi kunngerð er at skilja eindir, ið hava tað í § 4 í lóg um ávísar…
Við “lutafyritøkur” í hesi kunngerð er at skilja eindir, ið hava tað í § 4 í lóg um ávísar vinnurekandi fyritøkur nevnda endamál. Stk. 2. Við ”innanhýsis avtalur”, sbr. § 2, nr. 3, er at skilja avtalur v.m., gjørdar millum lutafelagið og limir tess ella sínámillum avtalur v.m. hjá limunum, t.d. um sínámillum skuldarbinding hjá limunum, atkvøðu og umboðan í lutafelagnum, og sum ikki hava týðandi ávirkan á onnur, enn limirnar og lutafelagið. Stk. 3. Við ”nøktandi rakstur av lutafelagnum”, sbr. § 2, nr. 3, er at skilja vanlig gagnnýtsla av kapasitetinum hjá felagnum. Stk. 4. Við ”varðveitslu av styrki í gjørdum avtalum”, sbr. § 2, nr. 3 er at skilja skylda hjá limunum at lata síni áhugamál sum keyparar ella veitarar verða røkt gjøgnum lutafelagið í eitt avmarkað tíðarskeið. Um lutafelagið ikki hevur eina ráðandi støðu, er hetta tíðarskeið í mesta lagi tvey ár. Um lutafelagið hevur eina ráðandi støðu, skal tíðarskeiðið vera munandi styttri.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 11. mars 2008 Bjørt Samuelsen (sign.) landsstýriskvinna / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.