Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
13. mars 2008 Nr. 8
Kunngerð um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið, sum broytt við kunngerð nr. 15 frá 30. apríl 2008
Kapittul 1 Kappingarráðið
Kapittul 2 Málsræði
Kapittul 3 Uppgávurnar hjá Kappingareftirlitinum
Kapittul 4 Málsræðið hjá formanninum
Kapittul 5 Fundir
Kapittul 6 Dagsskrá
Kapittul 7 Atkvøðureglur
Kapittul 8 Gerðabók
Kapittul 9 Ógegni
Kapittul 10 Tagnarskylda
Kapittul 11 Gildiskoma
Við heimild í § 20, stk. 4 í løgtingslóg nr. 35frá 3. mai 2007 um kapping verður ásett:
Kapittul 1
Kappingarráðið
Kapittul 1 Kappingarráðið
Kappingarráðið hevur ábyrgdina av tí yvirskipaðu umsitingini av kappingarlógini og reglum, gjørdar við heimild í lógini. Stk. 2. Kappingarráðið er, viðvíkjandi umsitingini av kappingarlógini, óheft av landsstýrismanninum í kappingarmálum.
Kappingarráðið er mannað við einum formanni og fýra limum. Formaðurin og limirnir verða tilnevndir av landsstýrismanninum í kappingarmálum fyri eitt 4-ára tíðarskeið. Stk. 2. Formaðurin og tveir av limunum í Kappingarráðnum skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum og brúkaraáhugamálum. Stk. 3. 1) Fyri formannin og hvønn av limunum verða tilnevnd varafólk. Stk. 4. Formaðurin kann mæla landsstýrismanninum í kappingarmálum til, at ein limur, sum hevur brotið tagnarskylduna, sbr. § 15, stk. 1 ella sum á grovan hátt hevur sett til viks sínar skyldur eftir hesi kunngerð, verður settur frá.
Ráðið skal hava kunnleika til alment og privat vinnuvirksemi, herundir løgfrøðilig, búskaparfrøðilig og fíggjarlig viðurskifti og brúkaraviðurskifti. Stk. 2. 1) Limirnir í Kappingarráðnum og varafólkini hjá teimum, verða tilnevnd við støði í teirra persónligu og fakligu førleikum. Hvør einstakur limur skal hava hollan kunnleika til eitt ella fleiri av teimum økjunum, sum eru nevnd í stk. 1. Stk. 3. Limirnir í Kappingarráðnum skulu vera óheftir í teirra arbeiði í ráðnum, og skulu sostatt vera ópartískir og umhugsnir, tá teir útinna hetta starv. Kapittul 2 Málsræði
Kapittul 2 Málsræði
Kappingarráðið ásetir reglur um: 1) Fráboðan av avtalum við atliti at frítøku frá forboðnum ímóti kappingaravmarkandi avtalum, herundir reglur um nýtslu av serligum fráboðanarskjølum, sbr. § 9, stk. 1, 2. pkt. í kappingarlógini. 2) Tað tilfar, ið skal vera tøkt til nýtslu í sambandi við eina avgerð eftir § 11, stk. 2, 1. pkt, ella stk. 5 í kappingarlógini, sbr. § 11, stk. 6, í kappingarlógini. 3) Fráboðan um almennan stuðul við atliti at váttan um ikki at geva boð sbrt. § 12, stk. 1 í kappingarlógini, sbr. § 12, stk. 6 í kappingarlógini. 4) Hvørjar upplýsingar skulu vera í eini fráboðan um samanlegging, sbrt. § 16, stk. 2, 2. pkt.
Kappingarráðið letur landsstýrismanninum í kappingarmálum ummæli í sambandi við áseting av nærri reglum um: 1) Útrokningina av umsetninginum eftir § 7, stk. 1 í kappingarlógini, herundir reglur um, at tey nevndu umsetningsmørkini skulu roknast út við støði í øðrum virðum fyri fíggjarfyritøkur, sbr. § 7, stk. 4 í lógini. 2) Frítøku frá forboðnum í § 6, stk. 1 í kappingarlógini fyri bólkar av avtalum, viðtøkur og samskipaða framferð, sum lúka treytirnar í § 8, stk. 1 í lógini, sbr. § 10, stk. 1 í lógini.
Kappingarráðið kann viðgera mál av sínum eintingum, eftir fráboðan, ella við støði í eini kæru. Stk. 2. Kappingarráðið tekur avgerð um at lata grundað ummæli til avvarðandi landsstýrismann og landsstýrismannin í kappingarmálum, har víst verður á møgulig skaðilig árin fyri kappingina, og har komið verður við uppskoti til, hvussu kappingin kann fremjast á tí viðkomandi økinum, sbr. § 2, stk. 5, 1. pkt í kappingarlógini. Stk. 3. Kappingarráðið tekur avgerð í málum av prinsipiellum ella serliga stórum týdningini. Stk. 4. Í avgerðunum hjá Kappingarráðnum eftir kappingarlógini skal tilskilast, hvørjir limir hava verið við í viðgerðini av málunum. Stk. 5. Avgerðirnar hjá Kappingarráðnum eftir kappingarlógini, avgerðin hjá viðkomandi myndugleika eftir § 2, stk. 4 og § 12, stk. 3, 1. pkt. í lógini, ummælið hjá Kappingarráðnum og svar frá myndugleikunum eftir § 2, stk. 5 í lógini, skulu almannakunngerast sbrt. § 19, stk. 2 í lógini. Kapittul 3 Uppgávurnar hjá Kappingareftirlitinum
Kapittul 3 Uppgávurnar hjá Kappingareftirlitinum
Skrivstovuarbeiðið hjá Kappingarráðnum verður gjørt av Kappingareftirlitinum. Stk. 2. Kappingareftirlitið leggur tey mál fyri Kappingarráðið, sum ráðnum sambært §§ 4-6 er álagt at viðgera og taka avgerð í, og mál sum Kappingareftirlitið annars metir eiga at verða løgd fyri ráðið. Stk. 3. Kappingareftirlitið ger, í teimum málum, sum eru nevnd í stk. 2, har partshoyring skal verða eftir fyrisitingarlógini, eitt grundað útkast til avgerð í málinum, sum verður sent til partshoyringar, áðrenn tað verður lagt fyri Kappingarráðið. Stk. 4. Kappingareftirlitið útinnur avgerðirnar hjá Kappingarráðnum, og hevur um hendi ta dagligu umsitingina av kappingarlógini. Eftirlitið tekur harumframt vegna ráðið avgerð í málum, sum ikki eru umfatað av §§ 4-6, í samsvari við vanliga siðvenju og vegleiðing hjá ráðnum. Stk. 5. Uppgávurnar og heimildirnar hjá Kappingareftirlitinum eru ásettar í kunngerð um virksemið hjá Kappingareftirlitinum. Kapittul 4 Málsræðið hjá formanninum
Kapittul 4 Málsræðið hjá formanninum
Formaðurin í Kappingarráðnum leggur til rættis og leiðir fundirnar í ráðnum, og hevur í tí sambandi m.a. myndugleika til: 1) at avgera, hvørjum varafólki boð skal sendast eftir, tá ein limur, sum er óheftur av vinnuligum áhugamálum og brúkara áhugamálum, ikki kann møta, 2) at áseta nær eitt munnligt innlegg skal vera og hvussu leingi tað skal vara, 3) at taka avgerðir annars viðvíkjandi mannagongdini í sambandi við at fyrireika og hava eitt munnligt innlegg, herundir at áseta freistir við tí virknaði, sum er nevndur í § 10, stk. 3, 1. pkt., 4) at steðga einum munnligum innleggi, tá innleggið viðvíkur ella vísir til viðurskifti, sum ongan týdning hava fyri avgerðina í málinum, 5) at gera niðurstøður í tingingunum í ráðnum, 6) at seta upp tey evni, ið atkvøðast skal um, 7) at taka avgerð um raðfylgjuna fyri atkvøðu um broytingaruppskot og 8) at gera broytingar í dagsskránni fyri ein fund. Stk. 2. Formaðurin tekur ta endaligu avgerðina eftir § 15, stk. 2 um vernd av upplýsingum. Stk. 3. Formaðurin kann, saman við deildarstjóranum á Kappingareftirlitinum, taka avgerð í málum, sum eru umfatað av § 9, stk. 1, og sum ikki kunnu bíða eftir einum ráðsfundi. Frágreiðing um slíkar avgerðir verður latin á tí næsta fundinum í ráðnum. Stk. 4. Formaðurin kann avgera, at skrivligt tilfar ikki verður býtt út fyrr enn á einum ráðsfundi og verður latið aftur, tá fundurin er lokin. Kapittul 5 Fundir
Kapittul 5 Fundir
Kappingarráðið hevur fund á teimum fundardøgum, sum ráðið hevur viðtikið, og annars so oftani, sum formaðurin metir, at tørvur er á at hava fund. Stk. 2. Kallað verður inn til fundar við eini freist upp á í minsta lagi 7 dagar, um ikki formaðurin tekur aðra avgerð vegna tað, at eitt mál hevur skund. Stk. 3. Við fundarinnkallingini skal fylgja ein dagsskrá, sum so vítt møguligt skal tilskila, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum, og hjálagt skal vera tað tilfar, sum er neyðugt til tess at viðgera málini, sbr. tó § 8, stk. 4. Stk. 4. Limir og varafólk, sum ikki kunnu møta til fundar, skulu boða Kappingareftirlitinum frá hesum skjótast gjørligt. Stk. 5. Deildarstjórin á Kappingareftirlitinum, og onnur starvsfólk á eftirlitinum eftir avgerð deildarstjórans, luttaka við ongum atkvøðurætti á fundunum hjá ráðnum. Stk. 6. Fundirnir í Kappingarráðnum eru ikki almennir.
Tann, ella tey, sum ein avgerð hjá Kappingarráðnum viðvíkur, hevur rætt at hava eitt stutt munnligt innlegg fyri ráðnum, áðrenn ráðið tekur avgerð í málinum. Innleggið má ikki vera longri enn 10 minuttir uttan so, at formaðurin ásetir annað, sbr. § 8, stk. 1, nr. 2. Tann, sum vil hava eitt munnligt innlegg, kann lata seg umboða ella stuðla av øðrum. Stk. 2. Tað skrivliga tilfarið í málinum kann yvirhøvur verða hildið at vera ráðnum kunnugt, og eitt munnligt innlegg skal tí einans viðvíkja eini eyka útdýping ella uppkláring av teimum veruligu og rættarligu umstøðunum í málinum. Sum framhald av tí munnliga innlegginum kunnu, við formansins loyvi, útdýpandi spurningar setast tí, sum hevur havt innleggið. Stk. 3. Tann, ella tey, sum ætlar sær at hava eitt munnligt innlegg, hevur skyldu til, áðrenn fundin, at senda Kappingareftirlitinum eitt skjal, har allar veruligar, eins væl og rættarligar, umstøður, sum fara at verða nýttar sum grundgeving á fundinum, eru tilskilaðar í einum yvirliti. Formaðurin ásetir nærri freist fyri hesum, sbr. § 8, stk. 1, nr. 3. Stk. 4. Um tann ella tey, sum ein avgerð hjá Kappingarráðnum viðvíkur, ikki heldur eina freist, ið formaðurin hevur ásett, sbr. § 8, stk. 1, nr. 3, ella annars boðar Kappingareftirlitinum frá, at viðkomandi ikki fær verið við á tí fundinum, har ráðið væntandi fer at taka avgerð í málinum, missir viðkomandi rættin at hava eitt stutt munnligt innlegg fyri ráðnum á fundinum. Viðkomandi skal tó í slíkum førum í staðin verða boðin at koma á fund við Kappingareftirlitið, áðrenn fundin í ráðnum. Eftirlitið kunnar ráðið um hendan fund. Stk. 5. Um tann ella tey, sum avgerðin hjá Kappingarráðnum viðvíkur, ikki møtir á fundinum, har ráðið væntandi fer at taka avgerð í málinum, hevur ráðið heimild at avgera málið á tí grundarlagi, sum fyriliggur. Stk. 6. Tann ella tey, sum avgerðin hjá Kappingarráðnum viðvíkur, hevur einans rætt at vera til staðar á fundi í ráðnum í sambandi við, at tað munnliga innleggið verður havt og í sambandi við møguligar spurningar tí viðvíkjandi, sbr. stk. 1 og 2. Kapittul 6 Dagsskrá
Kapittul 6 Dagsskrá
Føst punkt á dagsskránni fyri fundir í Kappingarráðnum eru hesi: 1) Formansins staðfesting av, um ráðið er lógliga innkallað, sbr. § 9, stk. 2 og viðtøkuført, sbr. § 12, stk. 1, umframt um tað eru limir, ið eru ógegnigir, sbr. § 14. 2) Frágreiðing frá leiðsluni á Kappingareftirlitinum um ta dagligu umsitingina av kappingarlógini vegna ráðið, sbr. § 7, stk. 4. Stk. 2. Harumframt kann Kappingarráðið biðja um, at mál, ið arbeitt verður við, og aðrir spurningar viðvíkjandi tulking av kappingarlógini verða viðgjørdir á einum ráðsfundi. Kapittul 7 Atkvøðureglur
Kapittul 7 Atkvøðureglur
Kappingarráðið er viðtøkuført, tá formaðurin, ella næstformaðurin, um formaðurin ikki er á fundi, og í minsta lagi 2 av hinum limunum, eru hjástaddir. Stk. 2. Kappingarráðið tekur avgerð við vanligum atkvøðumeiriluta. Í førum, har tað stendur á jøvnum millum atkvøðurnar, er atkvøðan hjá formanninum ella næstformanninum, um formaðurin ikki er á fundi, avgerandi. Kapittul 8 Gerðabók
Kapittul 8 Gerðabók
Fyri hvønn fund í Kappingarráðnum skrivar Kappingareftirlitið gerðabók, har tilskilað verður: 1) Hvørjir limir hava verið við í viðgerðini av málunum. 2) Avgerðin hjá Kappingarráðnum í teimum einstøku málunum. Um atkvøtt hevur verið, verður atkvøðutalið og atkvøðubýtið tilskilað. 3) Orsøkin hjá Kappingarráðnum fyri avgerðini, um so er, at orsøkin víkir frá tí grundaða útkastinum hjá Kappingareftirlitinum til avgerð í málinum, sbr. § 7, stk. 3. 4) Tær veruligu umstøðurnar, sum hava verið nýttar sum grundgeving í sambandi við eitt møguligt munnligt innlegg, um hesar eru av týdningi fyri avgerðina í málinum, og um tær, sum eitt undantak, ikki síggjast í skjølunum í málinum, herundir útkastið hjá Kappingareftirlitinum til avgerð í málinum ella skjalið, ið er nevnt í § 10, stk. 3. 5) Minnilutasjónarmið og orsøkirnar til hesi í tann mun tað er neyðugt. 6) Avgerðir um ógegni, sbr. § 14, stk. 3. Limur, sum er mettur at vera ógegnigur, kann krevja, at hansara mótmæli ímóti avgerðini hjá Kappingarráðnum viðvíkjandi ógegnisspurninginum verður skrivað í gerðabókina. Stk. 2. Limirnir í Kappingarráðnum og teirra varafólk skulu í seinasta lagi 14 dagar eftir ein fund hava sendandi eina útskrift av gerðabókini. Mótmæli og uppskot til rættingar til gerðabókina frá teimum limum, sum vóru á fundinum, verða skrivliga send Kappingareftirlitinum í seinasta lagi 7 dagar eftir, at nevndu limir hava móttikið gerðabókina. Stk. 3. Gerðabókin er ikki almenn. Tann, ið hevur havt eitt munnligt innlegg, hevur tó rætt til innlit í møguligar tilskilanir um veruligar umstøður, sum hava verið brúktar sum grundgeving, sbr. stk. 1, nr. 4. Kapittul 9 Ógegni
Kapittul 9 Ógegni
Ein limur í Kappingarráðnum kann ikki taka avgerð, vera við í eini avgerð, ella annars vera við í viðgerðini av einum máli, um so er, at limurin er ógegnigur eftir fyrisitingarlógini. Stk. 2. Ein limur, sum gerst kunnigur við umstøður, sum kunnu skapa iva um gegnið hjá viðkomandi, skal sum skjótast boða Kappingareftirlitinum frá hesum. Stk. 3. Kappingarráðið ger av, uttan at viðkomandi limur luttekur, um viðkomandi er ógegnigur. Kapittul 10 Tagnarskylda
Kapittul 10 Tagnarskylda
Limirnir í Kappingarráðnum og teirra varafólk hava tagnarskyldu eftir reglunum um tagnarskyldu í fyrisitingarlógini. Tagnarskyldan umfatar allar upplýsingar, sum ávísur limur ella varafólk hjá honum fær kunnleika til í sambandi við hansara arbeiði í Kappingarráðnum, herundir upplýsingar um búskaparlig og handilslig viðurskifti hjá fyritøkum, umframt aðrar upplýsingar av týdningi fyri fyritøkur. Stk. 2. Tá ein fyritøka letur upplýsingar um teknisk viðurskifti, herundir gransking, framleiðsluhættir og vørur, umframt rakstrar- og handilsloynidómar, kann tann, sum skal lata Kappingarráðnum upplýsingarnar, við heimild í § 19, stk. 5 í kappingarlógini, heita á ráðsformannin um, at nevndu upplýsingar, sum sbrt. § 19, stk. 4 ikki mugu útflýggjast ella almannakunngerast, heldur ikki verða latnar limum ráðsins. Formaður Kappingarráðsins tekur endaliga avgerð um, hvørt hesar upplýsingar kunnu latast limum Kappingarráðsins. Kapittul 11 Gildiskoma
Kapittul 11 Gildiskoma
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kunngerð nr. 141 frá 19. september 1997 um Kappingarráð fer samstundis úr gildi. Vinnumálaráðið, 13. mars 2008 Bjørt Samuelsen (sign.) landsstýriskvinna / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 15 frá 30. apríl 2008.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.