Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
19. september 1997 Nr. 141
Kunngerð um kappingarráð
Við heimild í § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping verður fyrisett:
§ 1 Formaður ráðsins fyrireikar mál sum verða løgd fyri ráðið
Formaður ráðsins fyrireikar mál sum verða løgd fyri ráðið. Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur eitt embætisfólk fyri Vinnumálastýrið, sum verður tilnevnt ráðnum. Tilnevnda embætisfólkið luttekur á fundum við talurætti, tó uttan atkvøðurætti. Stk. 3. Dagliga virksemi ráðsins verður fyrisitið av einari skrivstovu.
§ 2 Formaður ráðsins stjórnar og leggur fundirnar til rættis
Formaður ráðsins stjórnar og leggur fundirnar til rættis.
§ 3 Kappingarráðið hevur fund á teimum av ráðnum samtyktu fundardøgunum, og annars so ofta formaðurin…
Kappingarráðið hevur fund á teimum av ráðnum samtyktu fundardøgunum, og annars so ofta formaðurin heldur orsøk vera fyri tí, ella tá stjórin á skrivstovu ráðsins ella tveir av limum ráðsins krevja tað. Formaðurin boðar til fundar. Stk. 2. Saman við fundarboðum skal fylgja ein fundarskrá, sum tilskilar tey mál, ið koma til viðgerðar saman við tørvandi tilfari, ið lýsir málini. Stk. 3. Stjórin fyri skrivstovu ráðsins ella varamaður, hava sæti á fundum kappingarráðsins við talurætti, tó uttan atkvøðurætt.
§ 4 Á fundum ráðsins verða prinsipiell mál viðgjørd og annars mál av avgerandi týdningi. Hevur eitt…
Á fundum ráðsins verða prinsipiell mál viðgjørd og annars mál av avgerandi týdningi. Hevur eitt mál bráskund, og ráðið ikki fær komið saman, tekur formaðurin avgerð ráðsins vegna. Frágreiðing um tíllíkar avgerðir verða givnar á næstkomandi ráðsfundi. Stk. 2. Í samband við dagliga virksemi ráðsins kann skrivstova tess, uttan at leggja málið fyri kappingarráðið, taka avgerð í ítøkuligum málum samsvarandi fastari siðvenju ella eftir stevnumiðum ásett av kappingarráðnum. Stk. 3. Stjórin á skrivstovu ráðsins, limir ráðsins ella tilnevnda embætisfólkið kunnu krevja, at eitt mál verður lagt fyri kappingarráðið. Stk. 4. Á fundum ráðsins greiður stjórin frá arbeiði skrivstovunnar.
§ 5 Ráðið er viðtøkuført, tá ið minst 3 limir eru tilstaðar
Ráðið er viðtøkuført, tá ið minst 3 limir eru tilstaðar. Stk. 2. Avgerðir ráðsins verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Í fall at tað stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
§ 6 Berst limi frá at luttaka á fundi, boðar formaðurin varalimi hansara til fundar
Berst limi frá at luttaka á fundi, boðar formaðurin varalimi hansara til fundar.
§ 7 Fundarfrágreiðing skal gerast frá fundum ráðsins. Frágreiðingin skal rúma tiknar avgerðir, har…
Fundarfrágreiðing skal gerast frá fundum ráðsins. Frágreiðingin skal rúma tiknar avgerðir, har tilskilað verða tey viðurskifti og sjónarmið, sum hava verið avgerandi fyri avgerð ráðsins. Um avgerð er tikin við atkvøðumeiriluta, verður hetta at tilskilað í fundarfrágreiðingini. Fundarfrágreiðingin verður undirskrivað av formanni ráðsins og goymd saman við fundartilfarinum á skrivstovu ráðsins.
§ 8 Henda kunngerð fær gildi frá 1. september 1997
Henda kunngerð fær gildi frá 1. september 1997.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.