Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. oktober 1984 Nr. 94
Løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 10. mai 2000
§ 1 Endamálið við hesi lóg er at seta í verk tiltøk, sum minka skulu um skaðarnar, elvdir eller kunnu…
Endamálið við hesi lóg er at seta í verk tiltøk, sum minka skulu um skaðarnar, elvdir eller kunnu elvast av tubbaksnýtslu.
§ 2 Í hesi lóg er tubbaksvøra at skilja sum
Í hesi lóg er tubbaksvøra at skilja sum: a) vøra, framleidd úr tubakki ella vøra, sum hevur í sær tubbak, b) vøra, sum nýtt verður sum tubbakk, men ikki er framleidd úr tubbakki, c) vøra, sum hevur samband við tubbaksnýtsluna, so sum sigarettpappírsbøkur, sigarettballarar, pípur, munnstykkir o.t.
§ 3 Lýsing við tubbaksvørum er ikki loyvd
Lýsing við tubbaksvørum er ikki loyvd. 2. stk. Tubbaksvørur mugu ikki vera lutur í lýsingum fyri øðrum vørum ella tænastum. 3. stk. Landsstýrið kann við kunngerð gera undantak frá 1. stk. og 2. stk.
§ 4 Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar undir 15 ár
Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar undir 15 ár.
§ 5 1) Ikki er loyvt at selja tubbaksvørur, um hesar ikki eru merktar samsvarandi reglum, ið…
1) Ikki er loyvt at selja tubbaksvørur, um hesar ikki eru merktar samsvarandi reglum, ið landsstýrið fyrisetir í kunngerð, um innihald av tjøruevni, nikotini, kolsúrevni o.a.t., og um vandan, ið stendst av tubbaksnýtslu. Eisini kann landsstýrið avgera, at tubbaksvørur, sum verða innfluttar til sølu, skulu verða merktar samsvarandi hesi kunngerð, og at hesar, tá tær verða innfluttar, skulu hava eina váttan frá útlendska sølumanninum um merking. 2. stk.2) Eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum, fyrisetir landsstýrið í kunngerð hámarkið fyri tey í 1. stk. nevndu evni, og er ikki loyvt at selja tubbaksvørur sum innihalda meiri enn hámarkið sett fyri evnini.
§ 6 2) (Strikað)
2) (Strikað)
§ 7 Brot á § 3, 1. og 2. stk., § 4 og § 5, 1. og 2. stk. verða sektað við bót
Brot á § 3, 1. og 2. stk., § 4 og § 5, 1. og 2. stk. verða sektað við bót.
§ 8 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi beinanvegin § 5, 1. stk. kemur tó í gildi, tá landsstýrið…
1) Henda løgtingslóg kemur í gildi beinanvegin § 5, 1. stk. kemur tó í gildi, tá landsstýrið fyrisetir hetta í kunngerð. 1) § 5 í lógini er sett í gidli við kunngerð nr. 7 frá 6. mars 1985. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 10. mai 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000. Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í lógini úr gildi.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.