Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. mai 2005 Nr. 61
Løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna
(Tubbakslógin)
Kapittul 1 Almennar reglur
Kapittul 2 Aldursmark, støð o.a.
Kapittul 3 Søla og lýsing av tubbaksvørum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Almennar reglur
Kapittul 1 Almennar reglur
Endamálið við hesi lóg er at tryggja øllum rættin til eitt roykfrítt umhvørvi og at seta í verk tiltøk, sum minka um skaðarnar, ið standast av tubbaksnýtslu.
Í hesi lóg er tubbaksvøra at skilja sum vøra, ið inniheldur evni úr tubbaksplantuni, og sum er ætlað at roykja, tyggja, snúsa ella súgva. Stk. 2. Fevnd av lógini er eisini tubbaksvøra, sum er genetiskt umskapað. Stk. 3. Undantikin er apoteksvøra við nikotininnihaldi, um vøran er ætlað at hjálpa roykjarum at leggja av. Kapittul 2 Aldursmark, støð o.a.
Kapittul 2 Aldursmark, støð o.a.
Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar yngri enn 18 ár. Stk. 2. Er ivi um aldur á keyparanum, kann søla bert fara fram, um keyparin skjalprógvar aldur sín.
Ikki er loyvt at roykja á almennum stovnum og virkjum. Stk. 2. Loyvi er at hava serlig roykirúm. Stk. 3. Landsstýrismaðurin skal áseta reglur um roykirúm sbr. stk. 2. Kapittul 3 Søla og lýsing av tubbaksvørum
Kapittul 3 Søla og lýsing av tubbaksvørum
Beinleiðis ella óbeinleiðis lýsing við tubbaksvørum í bløðum, tíðarritum, bókum, útvarpi, sjónvarpi, biohallum, á alnetinum, skeltum, spjøldrum o.ø. er ikki loyvd. Stk. 2. Tubbaksvørur mugu ikki vera lutur í lýsingum fyri øðrum vørum ella tænastum. Stk. 3. Undantiknar forboðnum eftir stk. 1 og 2 eru lýsingar í prentaðum dagbløðum og øðrum ritum, innflutt til Føroya, sum ikki eru skrivað ella prentað í Føroyum, uttan so at endamálið við tíðarritinum er at lýsa við tubbaksvørum í Føroyum. Stk. 4. Undantiknar forboðnum eru eisini lýsingar í prentaðum ritum, sum bert verða send til sølufólk, har lýsingin er ein partur av vanligu upplýsingini til sølufólk. Stk. 5. Undantikin er tubbaksvøra, tá hon verður brúkt í ítøkiligum upplýsingar- og ávaringartiltøkum móti royking.
Har sum søla av tubbaksvørum fer fram, eiga hesar ikki at liggja á sølufremjandi støðum í sølubúðunum. Stk. 2. Loyvt er ikki at selja tubbaksvørur í sjálvtøkum.
Tað er bert loyvt at selja tubbaksvørur í óupplatnum pakkum. Stk. 2. Ikki er loyvt at selja tubbaksvørur, um hesar ikki eru merktar samsvarandi reglum, ið landsstýrismaðurin hevur ásett. Í reglunum verður m.a. ásett innihaldið av tjøruevni, nikotini, kolsúrevni og upplýst um vandan, ið stendst av tubbaksnýtslu. Stk. 3. Eftir tilmæli frá Fyribyrgingar-ráðnum ásetur landsstýrismaðurin nærri reglur um hámarkið fyri tey í stk 2. nevndu evni.
Brot á ásetingarnar í §§ 3, 5, 6 og 7, stk. 1 og 2 í hesi lóg verða sektað við bót ella hefti. Brot á ásetingina í § 4 verður sektað sambært § 21 í tænastumannalógini. Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna. Tórshavn, 17. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 81/2004
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.