Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mai 2000 Nr. 55
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna verða gjørdar…
Í løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5, stk. 2, verður “tubbaksráðnum, jbr. § 6,” broytt til: “Fyribyrgingarráðnum”. 2) § 6 verður strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000. Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í lógini úr gildi. Tórshavn, 10. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.