Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. mai 2022 Nr. 77
Løgtingslóg um Heilsustýrið, sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 29. mai 2024 1)
§ 1 1) Heilsustýrið verður sett á stovn sum sjálvstøðugur stovnur undir landsstýrismanninum
1) Heilsustýrið verður sett á stovn sum sjálvstøðugur stovnur undir landsstýrismanninum. Uppgávur
§ 2 1) Heilsustýrið skal
1) Heilsustýrið skal: 1) Gera tilmæli til politiska myndugleikan um ráðlegging innan heilsuverkið. 2) Ráðgeva myndugleikum og stovnum í heilsufakligum spurningum. 3) Hava um hendi fólkaheilsuarbeiði, upplýsing, tiltøk innan fólkaheilsu sum heild, umsita og styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi partin av arbeiðinum við fólkaheilsu. 4) Umsita tær uppgávur, ið eru lagdar til Ílegusavnið sambært løgtingslóg um gransking í mannaílegum. 5) Veita borgarum og almenninginum kunning um heilsufaklig viðurskifti. 6) Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu. 7) Umsita tilbúgvingina í heilsuverkinum. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin tekur avgerð um, nær uppgávurnar í stk. 1 verða lagdar til Heilsustýrið og kann harumframt leggja aðrar uppgávur innan heilsuøkið til Heilsustýrið at umsita. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um Heilsustýrið og uppgávur tess. Hagtøl og skráir
§ 3 1) Heilsustýrið skal
1) Heilsustýrið skal: 1) Gera, skipa og menna hagtøl á heilsuøkinum, 2) gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum, og 3) skipa, umsita og menna heilsuskráir. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hagtøl, heilsufrágreiðingar, lýsingar, greiningar og heilsuskráir. Granskingargrundað myndugleikatænasta
§ 4 1) Heilsustýrið kann útvega sær hjálp frá heilsugranskarum og øðrum serfrøðingum fyri at veita…
1) Heilsustýrið kann útvega sær hjálp frá heilsugranskarum og øðrum serfrøðingum fyri at veita politiska myndugleikanum ráðgeving sambært hesi løgtingslóg. Stk. 2. 1) Heilsumálaráðið og Heilsustýrið gera avtalu um granskingargrundaða myndugleikatænastu, sambært stk. 1. Gildiskoma og fylgibroytingar
§ 5 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá…
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um Fólkaheilsuráð. Stk. 2. Í § 7, stk. 2, 1. pkt. í løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt, verður “Landsstýrismaðurin í heilsumálum” broytt til: “Fólkaheilsustýrið”. Stk. 3. Í § 9, stk. 5, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn verður “deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu” broytt til: “Sjúkrahúsverkið”. Í Tinganesi, 6. mai 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 90/2021 1) Broytt við § 29 í løgtingslóg nr. 59 frá 29. mai 2024.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(6)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
6 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.