Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. september 2023 Nr. 103
Kunngerð um krabbameinsskrá, sum broytt við kunngerð nr. 74 frá 20. juni 2024
1) Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Heilsustýrið verður ásett:
§ 1 1) Heilsustýrið skipar, umsitur og mennur Krabbameinsskráseting Føroya
1) Heilsustýrið skipar, umsitur og mennur Krabbameinsskráseting Føroya.
§ 2 Læknar hava skyldu at boða frá til krabbameinsskránna navn, P-tal og postnummar hjá sjúklinginum,…
Læknar hava skyldu at boða frá til krabbameinsskránna navn, P-tal og postnummar hjá sjúklinginum, fyrsta læknaliga samband, diagnosu sambært skjali 1, slag av viðgerð og aðrar upplýsingar. Stk. 2. Einans tøkar upplýsingar skulu fráboðast. Stk. 3. 1) Vegleiðing sambært stk. 1 er á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum. Stk. 4. Læknar hava skyldu at boða frá í krabbameinsskránni, hóast teir møguliga eisini skulu boða frá í øðrum skráum.
§ 3 Læknar hava skyldu at boða frá í sambandi við
Læknar hava skyldu at boða frá í sambandi við: 1) Allar nýggjar diagnosur av krabbameinssjúku o.ø. 2) Tilburðir av fleiri krabbameinssjúkum hjá sama persóni. Hvør krabbameinstilburður skal fráboðast serskilt, um hann er at skilja sum ein nýggjur primerur krabbameinstilburður. 3) Endurskoðan av diagnosu frá fyrr av, ið var fevnd av fráboðanarskylduni. 4) Staðfesting av, at krabbameinssjúka, ið fyrr hevur verið fráboðað, ikki hevur verið til staðar. 5) Progressión av prækankrøsum broytingum ella carcinoma in situ, undir hesum skifti til invasivt krabbamein.
§ 4 Læknar, ið hava skyldu at boða frá, eru
Læknar, ið hava skyldu at boða frá, eru: 1) Ábyrgdarhavandi yvirlækni á sjúkrahúsdeild, ið av fyrstan tíð diagnostiserar, hevur eftirlit við ella viðger kliniskar ella mikroskopiskar fráboðanarskyldigar sjúklingatilburðir, uttan mun til um tilburðurin fyrr er fráboðaður. Tó skal ikki fráboðast á onkologiskari ella radiologiskari deild, tá sjúklingurin hevur verið ella verður fráboðaður av kliniskari deild. 2) Serlæknar í almennum medisini, ið av fyrstan tíð diagnostisera, viðgera ella hava eftirlit við fráboðanarskyldugum tilburðum uttan ávísing og eftirfylgjandi kontakt við sjúkrahús ella privatstarvandi serlækna. 3) Privatstarvandi serlæknar, ið av fyrstan tíð diagnostisera, viðgera ella hava eftirlit við fráboðanarskyldugum tilburðum uttan ávísing og eftirfylgjandi kontakt við sjúkrahús. 4) Ábyrgdarhavandi lækni fyri sjúklingaviðgerðini í privatari klinikk, ið av fyrstan tíð diagnostiserar, viðger ella hevur eftirlit við fráboðanarskyldugum tilburðum, uttan mun til um tilburðurin fyrr er fráboðaður. 5) Útinnandi yvirlækni á sjúkrahúsdeildum, tá líkkanningin vísir ein skrásetingarskyldigan krabbameinstilburð, ið ikki fyrr er kendur og fráboðaður av klinisku sjúkrahúsdeildini.
§ 5 1) Heilsustýrið kann í sambandi við eftirlit við, um fráboðanir og upplýsingar, sambært § 2, stk.…
1) Heilsustýrið kann í sambandi við eftirlit við, um fráboðanir og upplýsingar, sambært § 2, stk. 1 og § 3 eru rættar, viðgera: 1) Upplýsingar sambært § 2, stk. 1 og § 3. 2) Upplýsingar frá THS, t.e. talgildu heilsuskipanini. 3) Skrá um patologisvar hjá føroyskum sjúklingum. 4) Skrá um deyðsorsakir frá Landslæknanum. 5) Heilsuskráir frá donskum myndugleikum.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 21. september 2023 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Turid Arge (sign.) Skjal 1 Fráboðanarskyldigar krabbameinssjúkur o.a. DB21* HIV sjúka við neoplastiskari sjúku DC00*-DC14* Krabbamein í varrum, munnholu og svølgi DC15*-DC26* Krabbamein í maga-tarm leiðini DC30*-DC39* Krabbamein í andingargøgnum og bringurúminum DC40*-DC41* Krabbamein í beinagrind og liðbróski DC43*-DC44* Illkynjað Melanom og annan húðkrabba DC45*-DC49* Krabbamein í Mesothel og bindivevnaði DC50* Bróstkrabbi DC51*-DC58* Krabbamein í kvinnuligum kynsgøgnunum DC60*-DC63* Krabbamein í mannligum kynsgøgnunum DC64*-DC68* Krabbamein í landrásini DC69*-DC72* Krabbamein í eyga, heila og ørðum pørtum av miðnervalagnum DC73*-DC75* Krabbamein í skjaldkertli og ørðum endokrinum kertlum DC76*-DC80* Krabbamein við illa skilmarkaðum ella ikki nágreinaðum staðbindingum DC81*-DC96* Krabbamein í lymfu og blóðskapandi vevnaði DD05* Carcinoma in situ í bróstinum DD06* Carcinoma in situ í lívmóðirhálsi DD09. 0 Carcinoma in situ í landblørðuni DD09. 1* Carcinoma in situ í onnur ikki nágreinaðum landgøgnum DD095 Non-invasiv papillærur svullur (Ta) í landblørðuni DD096* Non-invasiv papillærur svullur (Ta) aðrastaðni í landrásini DD301-DD309 Góðkynjaður svullur í landrásini (uttan nýrasvullur) DD32* Góðkynjaður svullur í heilaserkjum DD33* Góðkynjaður svullur í heila og miðnervalagnum DD35. 2 Neoplasma benignum glandulae pituitariae DD35. 3 Neoplasma benignum ductus craniopharyngei DD35. 4 Neoplasma benignum corporis pinealis DD37*-DD48* Svullur av óvissum ella ókendum slag DN871 - DN879 Kyknubroytingar í lívmóðurhálsrovuni (dysplasi) DO01* Mola *) Ásetur allar diagnosur í bólkinum 1) Broytt við kunngerð nr. 74 frá 20. juni 2024.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.