Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. august 2024 Nr. 86

Kunngerð um umsiting av PKU-kortskránni

Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Heilsustýrið verður ásett:

§ 1 Heilsustýrið skipar, umsitur og mennir PKU-kortskránna

Heilsustýrið skipar, umsitur og mennir PKU-kortskránna.

§ 2 Ein PKU-roynd, ella eina hælroynd, er ein kanning, sum verður bjóðað øllum nýføðingum, fyri at…

Ein PKU-roynd, ella eina hælroynd, er ein kanning, sum verður bjóðað øllum nýføðingum, fyri at kanna, um nýføðingurin hevur nakrar ávísar sjúkur, eitt nú Følling sjúkuna. Stk. 2. PKU-royndirnar verða goymdar í PKU-kortskránni hjá Heilsustýrinum.

§ 3 Landsstýrisfólkið velur eina nevnd, sum skal taka avgerð um, hvørt ein granskingarverkætlan kann…

Landsstýrisfólkið velur eina nevnd, sum skal taka avgerð um, hvørt ein granskingarverkætlan kann fáa loyvi at granska í PKU-kortskránni. Stk. 2. Landsstýrisfólkið velur fýra limir í nevndina. Tvey umboð verða vald fyri Heilsustýrið, undir hesum stjórin í Heilsustýrinum; ein kliniskur varastjóri innan Sjúkrahúsverkið og eitt umboð fyri Heilsugranskingareindina innan Sjúkrahúsverkið við granskingarkunnleika og granskingarroyndum. Stk. 3. Stjórin í Heilsustýrinum er forfólk í nevndini. Stk. 4. Limirnir í nevndini verða valdir sambært § 8 í javnstøðulógini. Stk. 5. Nevndin verður tilnevnd fjórða hvørt ár. Limirnir í nevndini verða sitandi, til nýggir limir eru tilnevndir.

§ 4 Umsóknir um loyvi til gransking í PKU-kortskránni verða sendar til Heilsustýrið

Umsóknir um loyvi til gransking í PKU-kortskránni verða sendar til Heilsustýrið. Stk. 2. Áðrenn loyvi verður givið til gransking í PKU-kortskránni, skal Vísindasiðseminevndin hava góðkent granskingarverkætlanina.

§ 5 Fyri at fáa atgongd til gransking í PKU-kortskránni, skal ein granskingarverkætlan verða mett at…

Fyri at fáa atgongd til gransking í PKU-kortskránni, skal ein granskingarverkætlan verða mett at hava munandi samfelagsligum týdning, umframt at koma við einum týðandi íkasti til føroyska heilsugransking, sum kann koma føroyska fólkinum til gagns. PKU-kortini skulu harumframt vera mett at vera neyðug fyri at kunna uppfylla endamálið við verkætlanini.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 13. august 2024 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
Heilsustýrið, sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 29. mai 2024 · innanhýsis
Galdandi · 6. mai 2022

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙