Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. mai 1997 Nr. 72

Løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 6. mai 2003

§ 1 1) Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna í sambandi við sjúku ella skaða, verður…

1) Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna í sambandi við sjúku ella skaða, verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, sum eru undir skipanini við minstuløn. Somuleiðis verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, ið virka sum eygleiðarar umborð. Stk. 2. Fiskimanni verður veitt sjúkratrygd sambært stk. 1, hóast ásetingarnar í § 1 í lovbekentgørelse nr. 102 af 02.03.1988 om dagpenge ved sygdom eller fødsel“, sum broytt við lóg nr. 393 frá 22.06.1993.

§ 2 Sjúkratrygdin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella 1/30 av hesi upphædd um dagin, sum kann veitast…

Sjúkratrygdin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella 1/30 av hesi upphædd um dagin, sum kann veitast persóni í mesta lagi í 2½mánað.

§ 3 Sjúkratrygd verður veitt persóni, sum fer sjúkur ella skaddur í land av fiskifari smb. § 1 og…

Sjúkratrygd verður veitt persóni, sum fer sjúkur ella skaddur í land av fiskifari smb. § 1 og kann vísa fram læknaváttan og váttan frá skipara ella bátsformanni á tí fiskifari viðkomandi er vorðin sjúkur ella skaddur umborð á. Læknaváttanin verður rindað av skipanini við sjúkratrygd til fiskimenn. Stk. 2. Doyr fiskimaður, meðan hann lýkur treytirnar í § 1, stk. 1, fær eftirsitandi hjúnafelagi ta trygd, sum fiskimaðurin átti í upp til 2½ mánaða.

§ 4 Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 6. mai 2003, har § 2 er soljóðandi: “Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk 2. Persónar, ið hava latið inn umsókn, áðrenn lógin kemur í gildi, eru eisini fevndir av ásetingini í § 1.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
sjúkratrygd til fiskimenn · innanhýsis
Áður galdandi · 19. mai 2004
Broytingar
broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn · innanhýsis
Áður galdandi · 6. mai 2003

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙