Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
19. mai 2004 Nr. 30
Løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Øki og endamál lógarinnar
§ 1 Fiskimenn, ið eru undir skipanini við minstuløn umborð á føroyskt skrásettum fiskiskipum, hava…
Fiskimenn, ið eru undir skipanini við minstuløn umborð á føroyskt skrásettum fiskiskipum, hava rætt at fáa útgoldið sjúkratrygd í sambandi við sjúku, skaða ella deyða, ið er íkomin umborð ella í sambandi við arbeiðið umborð. Stk. 2. Henda lóg fevnir eisini um persónar, sum virka sum eygleiðarar umborð á føroyskt skrásettum fiskiskipum. Rætturin til sjúkratrygd
§ 2 Áðrenn sjúkratrygd kann veitast, skal fiskimaður útvega sær læknaváttan og váttan frá skiparanum…
Áðrenn sjúkratrygd kann veitast, skal fiskimaður útvega sær læknaváttan og váttan frá skiparanum á skipinum, har tilburðurin fór fram. Læknaváttanin skal innihalda upplýsingar um, nær fiskimaðurin varð óarbeiðsførur, og hvussu leingi hann fer at vera óarbeiðsførur. Váttanin frá skiparanum skal innihalda upplýsingar um, at tilburðurin hendi, meðan fiskimaðurin var umborð, sbr. § 1, stk. 1. Stk. 2. Doyr fiskimaður umborð ella eftir, at hann er farin sjúkur ella skaddur í land, sbr. § 1, stk. 1, fær eftirsitandi hjúnafelagi ella maki, eftir umsókn, sjúkratrygd sbrt. § 2, stk. 3. Stk. 3. Hjúnafelagi ella maki, ið livdi saman við tí deyða í 2 ár ella meira, áðrenn hann doyði, hevur rætt til sjúkratrygd, og er sjúkratrygdin tá í mesta lagi samsvarandi upphæddini í § 3, stk. 3. Stk. 4. Umsøkjarin ber kostnaðin av læknaváttanini sambært § 2, stk. 1. Veitingarupphædd og –tíðarskeið
§ 3 Sjúkratrygdin um dagin er 60% av 8 vanligum tímalønum sambært sáttmála millum Føroya…
Sjúkratrygdin um dagin er 60% av 8 vanligum tímalønum sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Stk. 2. Sjúkratrygd verður veitt frá 1. degi eftir, at fiskimaður er komin í land sjúkur ella skaddur, og steðgar, tá hann aftur er arbeiðsførur, sbr. § 3, stk. 3. Verður farið í vinnu, áðrenn hann er mettur arbeiðsførur, heldur veitingin uppat frá hesum degi. Stk. 3. Sjúkratrygd kann verða veitt upp til 75 samfeldar dagar, og í mesta lagi 180 dagar tilsamans í einum álmanakkaári. Stk. 4. Av sjúkratrygdini verður veitt frítíðarløn, sum fer til viðkomandi løntakarafelag. Tíðarfreistir
§ 4 Umsókn um sjúkratrygd við váttanum, sbrt. § 2, stk. 1, skal latast avvarðandi myndugleika í…
Umsókn um sjúkratrygd við váttanum, sbrt. § 2, stk. 1, skal latast avvarðandi myndugleika í seinasta lagi 60 dagar eftir, at umsøkjarin er komin í land. Stk. 2. Umsókn móttikin seinni enn 60 dagar eftir, at umsøkjarin er komin í land, verður víst aftur. Stk. 3. Umsøkjari má hava verið hjá lækna í seinasta lagi 14 dagar eftir, at hann er komin sjúkur ella skaddur í land, annars verður umsóknin víst aftur. Stk. 4. Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at umsóknin verður latin inn rættstundis. Umsitingarligar heimildir
§ 5 Fiskimálaráðið hevur heimild at útvega neyðugar upplýsingar til fyrisiting av hesi lóg, og…
Fiskimálaráðið hevur heimild at útvega neyðugar upplýsingar til fyrisiting av hesi lóg, og avvarðandi stovnar, læknar, vinnufeløg ella einstaklingar hava skyldu at útflýggja neyðugt próvtilfar í sambandi við útinningina av hesum stuðulsreglum. Gildiskoma
§ 6 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 6. mai 2003. Tórshavn, 19. mai 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 64/2003
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.