Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. mai 2003 Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997 um sjúkratrygd til fiskimenn verður gjørd henda broyting
Í løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997 um sjúkratrygd til fiskimenn verður gjørd henda broyting:
§ 1 , stk. 1 verður orðað soleiðis
, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna í sambandi við sjúku ella skaða, verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, sum eru undir skipanini við minstuløn. Somuleiðis verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, ið virka sum eygleiðarar umborð.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Persónar, ið hava latið inn umsókn, áðrenn lógin kemur í gildi, eru eisini fevndir av ásetingini í § 1. Tórshavn, 6. mai 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 47/2002
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.