Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. mai 2005 Nr. 48

Løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Landsstýrismaðurin skipar fyri og hevur ábyrgdina av almennu útgávuni av undirvísingarmiðlum til…

Landsstýrismaðurin skipar fyri og hevur ábyrgdina av almennu útgávuni av undirvísingarmiðlum til undirvísingarverkið.

§ 2 Endamálið við útgávuni er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, sum málsliga, námsfrøðiliga…

Endamálið við útgávuni er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, sum málsliga, námsfrøðiliga og fakliga eru í samsvari við regluverk og lesiætlanir í undirvísingarverkinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir meginreglur fyri útgávuvirksemið.

§ 3 Almenna útgávan av undirvísingarmiðlum verður samskipað í stovni undir landinum

Almenna útgávan av undirvísingarmiðlum verður samskipað í stovni undir landinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áleggja stovninum aðrar uppgávur, sum natúrliga eru knýttar at útgávuvirkseminum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann veita forløgum og einstaklingum stuðul til handrit til skúlabøkur og aðrar undirvísingarmiðlar. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um stuðulsveitingina sbrt. stk. 3.

§ 4 Landsstýrismaðurin setir eina skúlabókanevnd, sum gevur stjóranum ráð um útgávu av…

Landsstýrismaðurin setir eina skúlabókanevnd, sum gevur stjóranum ráð um útgávu av undirvísingarmiðlum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir 5 limir og 5 tiltakslimir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin velur ein lim og ein tiltakslim, landsstýrismaðurin tilnevnir 2 limir og 2 tiltakslimir eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag, 1 lim og 1 tiltakslim eftir tilmæli frá yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og 1 lim og ein tiltakslim eftir tilmæli frá Lærarafelag Handilsskúlans og Føroya Tekniska Lærarafelag. Limurin sum landsstýrismaðurin velur, er formaður. Stk. 3. Stjórin er skrivari hjá skúlabókanevndini. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið hjá skúlabókanevndini.

§ 5 Landsstýrismaðurin setir og loysir stjóran úr starvi

Landsstýrismaðurin setir og loysir stjóran úr starvi. Stk. 2. Stjórin setir og loysir starvsfólk úr starvi. Stk. 3. Stjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgd av fyrisiting og rakstri stovnsins.

§ 6 Virksemið hjá stovninum verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu

Virksemið hjá stovninum verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu.

§ 7 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2005, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 36 frá…

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2005, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 36 frá 13. mai 1959 og kunngerð nr. 64 frá 22. august 1985 ”Reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari.” Tórshavn, 9. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jógvan á Lakjuni (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
at útvega undirvísingarmiðlar o.a. · innanhýsis
Galdandi · 15. mai 2014
Avtøkur
Reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari · innanhýsis
Áður galdandi · 22. august 1985
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙