Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. august 1985 Nr. 64

Reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari

§ 1 Eftir løgtingslóg um útgávu av skúlabókum nr. 36 frá 13. mai 1959 sum broytt við løgtingslóg nr.…

Eftir løgtingslóg um útgávu av skúlabókum nr. 36 frá 13. mai 1959 sum broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 24. oktober 1978, skipar landsskúlastjórin saman við Løgtingsins Skúlabókanevnd fyri og hevur ábyrgdina av útgávu av skúlabókum.

§ 2 Landsstýrið setir skúlabókanevndina við 5 limum og 5 tiltakslimum fyri 4 ár, soleiðis at 2 limir…

Landsstýrið setir skúlabókanevndina við 5 limum og 5 tiltakslimum fyri 4 ár, soleiðis at 2 limir og 2 tiltakslimir verða tilnevndir av landsstýrinum, 2 limir og 2 tiltakslimir verða tilnevndir av landsstýrinum eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og 1 limur og 1 tiltakslimur verða tilnevndir av landsstýrinum eftir tilmæli frá Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara. Landsstýrið tilnevnir formann og næstformann.

§ 3 Fyriskipanin og ábyrgdin av útgávuni av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari verður býtt…

Fyriskipanin og ábyrgdin av útgávuni av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari verður býtt millum landsskúlastjóran og skúlabókanevndina á henda hátt: 1) Landsskúlastjórin skipar fyri og hevur ábyrgdina av at útvega handrit til skúlabøkur og uppskot til annað undirvísingartilfar. 2) Skúlabókanevndin skipar fyri og hevur ábyrgdina av a) viðgerðini av innkomnum handritum til skúlabøkur og uppskotum til annað undirvísingartilfar, b) útgávuni av skúlabókum og øðrum undirvísingatilfari, og c) tí fíggjarligu fyrisitingini av Føroya Skúlabókagrunni, samanber § 4, 2. stk. 2. stk. Undir arbeiðinum, sum nevnt er í 1. stk., kunnu landsskúlastjórin og skúlabókanevndin eftir tørvi nýta sakkunnleikan hjá hvørjum øðrum.

§ 4 Skúlabókanevndin søkir á hvørjum ári í samráð við landsskúlastjóran um peningajáttan til útgávu…

Skúlabókanevndin søkir á hvørjum ári í samráð við landsskúlastjóran um peningajáttan til útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari á fíggjarløgtingslógini, og tann játtaði peningurin fer í grunn, sum verður nevndur Føroya Skúlabókagrunnur. 2. stk. Føroya Gjaldstova hevur kassan hjá og roknskaparførsluna viðvíkjandi Føroya Skúlabókagrunni um hendi undir ábyrgd skúlabókanevndarinnar, samanber § 3, 1. stk., pkt. 2 c). 3. stk. Eftir løgtingslóg nr. 36 frá 13. mai 1959, sum broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 24. oktober 1978, er landsstýrinum heimilað at taka neyðug lán til skúlabókaútgávu.

§ 5 Til at taka sær av arbeiði hjá skúlabókanevndini setir nevndin starvsfólk samsvarandi góðkendum…

Til at taka sær av arbeiði hjá skúlabókanevndini setir nevndin starvsfólk samsvarandi góðkendum lønarlagi.

§ 6 Roknskaparárið fyri Føroya Skúlabókagrunn er hitt sama sum landskassans

Roknskaparárið fyri Føroya Skúlabókagrunn er hitt sama sum landskassans. 2. stk. Skúlabókanevndin sendir á hvørjum ári innan 3 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað, um landsskúlastjóran Grannskoðaradeild landskassans roknskapin fyri Føroya Skúlabókagrunn fyri farna roknskaparárið. 3. stk. Grannskoðaradeild Landskassans sendir landsstýrinum roknskapin til góðkenningar, tá hann er grannskoðaður.

§ 7 Henda reglugerð kemur í gildi beinanvegin, og samstundis fer úr gildi reglugerð um útgávu av…

Henda reglugerð kemur í gildi beinanvegin, og samstundis fer úr gildi reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari nr. 112 frá 16. november 1984.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
útgávu av undirvísingarmiðlum · innanhýsis
Áður galdandi · 9. mai 2005

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙