Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. mai 2014 Nr. 53

Løgtingslóg um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Landsstýrismaðurin skipar fyri og hevur ábyrgdina av at útvega undirvísingarmiðlar o.a

Landsstýrismaðurin skipar fyri og hevur ábyrgdina av at útvega undirvísingarmiðlar o.a.

§ 2 Endamálið við lógini er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar í sambandi við læring og menning

Endamálið við lógini er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar í sambandi við læring og menning. Stk. 2. Undirvísingarmiðlar fata m.a. um útgávur, undirvísingarportal, KT-samskiftisskipan, miðlasavn, skeiðsvirksemi og ráðgeving. Stk. 3. Miðlarnir skulu námsfrøðiliga og fakliga vera í samsvari við regluverk og námsætlanir í undirvísingarverkinum.

§ 3 Virksemið sambært lógini verður skipað í stovni undir landinum

Virksemið sambært lógini verður skipað í stovni undir landinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger reglur um virksemið hjá stovninum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann veita forløgum og einstaklingum stuðul at gera og geva út undirvísingarmiðlar. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um stuðulsveitingina sbrt. stk. 3.

§ 4 Landsstýrismaðurin setur í starv og loysir úr starvi stjóran á stovninum

Landsstýrismaðurin setur í starv og loysir úr starvi stjóran á stovninum. Stk. 2. Stjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgd av fyrisiting og rakstri stovnsins.

§ 5 Virksemið hjá stovninum verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu

Virksemið hjá stovninum verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu. Stk. 2. Stovnurin kann taka gjald fyri at útvega skúlaverkinum undirvísingarmiðlar og skeið.

§ 6 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 48 frá 9. mai 2005 um útgávu av undirvísingarmiðlum. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 116/2013

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
útgávu av undirvísingarmiðlum · innanhýsis
Áður galdandi · 9. mai 2005

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙